Bergur A. Dalsgarð

Eg stilli upp til býráðsvalið í Tórshavnar kommunu 2016.

Hundraðtals fólk leita eftir íbúð, og eg vil arbeiða fyri, at kommunan byggir leiguíbúðir.

Eisini er tað alneyðugt, at bussleiðin eisini koyrir í vikuskiftinum.

Tórshavn skal liva

Bergur A. Dalsgarð, valevni javnaðarfloksins til býráðsvalið í Havn

Tað er gott at búgva í og kring Tórshavn. Her er trygt, list og tónleikur blóma og tað blívur alt meira vanligt, at síggja og vera saman við fólki við fjølbroyttum lívsstílum. Leggja vit okkum harafturat eftir at fremja útbúgving, grøna orku og burðardygdni, er tað skjótt at Føroyar kunnu verða ein fyrimynd hjá øðrum smásamfeløgum.

Fyri at hetta skal blíva veruligt, krevur tað tó, at vit gera Tórshavnar kommunu meira lokkandi og livandi. Talið av ungum fólkum og børnum minkar í stórum í Tórshavn sum er, og er hetta helst størsta hóttanin móti Føroyum sum heild. Savnaði útbúgvingarøki, tætt knýtt at nýggjum og áhugaverdum fyritøkum, er ein týdningarmikil partur av at steðga hesi gongdini, men tað eru eisini minni torskild og lættari ting vit kunnu gera her og nú, fyri at gera tað meira liviligt í kommununi.

Íbúðir eru helst mest átrokandi trupulleikin. Tað er alt ov dýrt og torført, at seta búgv í Føroyum. Ung fólk hava sjáldan ráð ella hug til at keypa ella byggja hús, og íbúðirnar vit hava eru alt ov dýrar. Tað er heilt einfalt ikki lokkandi hjá fólki, at flyta heim aftur til foreldrini. Og tað er slett ikki lokkandi, at seta seg í skuld fyri milliónir beint eftir lokna útbúgving. Tí mugu og skulu vit sum kommuna gera alt vit kunnu, fyri at vit fáa fleiri og bíligari íbúðir. Vit mugu hava øki, har ung fólk, børn og alt tað virksemi og lívið, sum hoyrir til har, kunnu festa røtur.

At gagnnýta náttúruna vit hava, vil eisini gera tað nógv meira lokkandi at búgva her. Tað er vakurt, friðsælt og fult av íblástri at ganga runt í Føroyum. Tað er lekkurt at súkkla, renna og ganga úti, og hetta er blivið uppaftur meira lokkandi við teimum íløgunum kommunan longu hevur gjørt. Gera vit eisini t.d. eina breyt fyri mountain bikes, fleiri og betri súkklubreytir so hvørt við umvæla vegirnar, og gera tað lættari hjá børnum og vaksnum at koma út og njóta grønu økini í býnum, verður tað heilt einfalt stuttligari at búgva her.

List og tónleikur eru somuleiðis í øðrumhvørjum kjallara í Tórshavnar Kommunu. Hvussu týdningarmikið hetta er, kann bara undirmetast. At vera í einum øki, sum er fult av vakurleika, undrunarsomum verkum og skapanarhuga, er dreymurin hjá flest øllum fólkum – ungum eins væl og gomlum. Tórshavnar Kommuna ger og hevur gjørt nógv, fyri at stuðla hesum – hygg bara at nýggja musikkskúlanum – men vit kunnu altíð gera meira og fyri lutvíst lítið av peningi.

Tórshavn skal vera lokkandi. Her skulu vera bíligar íbúðir, ein náttúra vit kunnu njóta í friði og ítrótti, og list úti í gøtunum eins væl og inni. Tórshavn skal vera eitt stað, har bæði útlendskir og føroyskir ungdómar vilja búgva. Tórshavn skal liva.