Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Tórshavn maraton 2014

2014-06-10 19:30

Óli Olsen skrivar:

Leygardagin 7. juni varð runnið Tórshavn maraton fyri 12. ferð. Líkindini at renna vóru góð, toka og næstan stilli. 50 maraton- og 111 hálvmaratonrennarar komu á mál.

Cecil Weihe vann sannførandi hjá monnum. Hann kom á mál við tíðini 2:50:19. Rigmor N. Arge var klárt fremst av kvinnunum. Hon hevði 3:22:35 um teir góðar 42 km. Ótrúligt, sum hesar maratonkempur framvegis kunnu renna – tær hava enn eina ferð prógvað, at tær eru Føroya bestu rennarar á hesum krevjandi maratonteini.

Næstur á mál hjá monnum kom Eirikur Hansen við 02:54:00 og triður Hallur Holm við 03:07:00. Sum skilst, spardi Hallur seg eitt sindur, tí hann skal skjótt uttanlands at renna upp aftur longri tein. Næsta kvinnan var Beinta Hoydal Joensen 03:37:23 og triða Ann Thomsen 03:39:04. Hálv- og heilmaratonarar løgdu til brots kl. 09.00 á morgni, meðan heilsurennarar fóru at renna 5 km tveir tímar seinni, kl. 11.00.

Á hálva maratonteininum var Niels Poulsen fremstur. Hann nýtti 01:24:28 um teir stívliga 21 km. Honum á baki komu Henry Olsen 01:26:57 og Jóhan M. Jacobsen 01:28:01. Hjá kvinnum var Borgarhjørt Holm fremst við tíðini 01: 37:50. Í hølunum á henni komu Eydna Olsen 01:42:33 og Tina Grønbech Tausen 01:44:37.

Miðvís marknaðarføring

Allir høvuðsstaðir við virðing fyri sær sjálvum skipa fyri árligari maratonrenning. Hetta ásannaðu vit longu í 2003, tá ið skipað varð fyri Tórshavn maraton á fyrsta sinni. Nú er Bragdið saman við Tórshavnar kommunu og øðrum góðum kreftum farið at skipa fyri stóru renningini dagin eftir mentanarnáttina. Hetta er gott hugskot, serliga tá ið hugsað verður um at fáa luttakarar uttanífrá. Um summarið er vanliga ov heitt at renna maraton á fastlandinum, meðan líkindini í Føroyum eru frálík hesa ársins tíð.

Sum tað skilst á tíðindafundi fyri stuttum, verður nú miðvíst farið at marknaðarføra Tórshavn maraton uttanlands. Spennandi, og hvør veit, um vit – eins og í Reykjavík – í komandi árum ikki fara at fáa fleiri hundrað maratonrennarar at koma hendavegin tíðliga um summarið.

Í góðveðrinum – og í frálíka hýrinum – maratondagin á Vaglinum prátaði tú við fleiri føroyskar og útlendskar rennarar, sum komu á mál. Annette Fredskov úr Danmark var ein teirra, og Stefan Schlett úr Týsklandi annar.

Á veg til Reykjavíkar at renna maraton fyri nøkrum árum síðani frætti Stefan Schlett um tiltak okkara í Havn, og síðani hevur hann runnið Tórshavn maraton tríggjar ferðir. Føroyar eru eksotiskar og føroyingar blíðir og fyrikomandi, sigur hann. Eins og flest aðrir fremmandir luttakarar er hann ovfarin av, so væl tiltakið er fyriskipað – eitt nú at vegirnir stongdir fyri koyrandi ferðslu – og Stefan, sum skrivar í fjølmiðlar um ferðir sínar, sigur seg heilt víst koma aftur, kanska longu næsta summar.

Júst nú, tú situr og skrivar hesar reglur, fært tú at vita, at Stefan Schlett hvítusunnudag (8. juni 2014) var á Lítlu Dímun. Svam í land og klatraði upp á toppin. Hann hevur nú verið á øllum 18 oyggjum í landi okkara.

Rigmor N. Arge

Hvussu var nýggja rutan at renna?

- Góð, men ótrúliga hørð, munandi harðari enn tann gamla. Gott nokk fáa vit tungu brekkurnar við Sandvíkahjalla skjótari afturum, nú tú vendir í Kaldbaksbotni, men tá er framvegis nógv eftir at renna við fleiri góðum brekkum, so tað var virkuliga tungt. Royndi annars at renna við somu ferð alla tíðina – hevði 01:38 á hálvmaraton – men misti í endanum, brekkurnar tóku so nógv. Men líkindini vóru góð, og áskoðararnir fantastiskir. Fólk heppaði allastaðni. Og so var renningin ótrúliga væl fyriskipað við hjálparum – reyðakrossfólki og mongum øðrum – á allari rutuni. Eitt einastandandi tiltak.

Cecil Weihe

- Líkindini at renna í dag vóru góð. Vit vóru nakrir, sum fylgdust fyrsta strekkið. Niels Poulsen, Henry Olsen og ein útlendingur, ið runnu hálvt, og Eirikur og eg, sum runnu heilt. Eg og Eirikur fylgdust út á einar 30 km – til vit komu inn aftur í býin og runnu eftir Vegnum Langa. Tá tók hann at dragna í onkrari lítlari brekku, og eg fekk meira vind í seglini. Fyri tíggju árum síðani rann eg Tórshavn maraton upp á 02:49, og hesa ferð gjørdist tíðini bara ein minutt seinni, so eg eri heilt væl nøgdur.

Jens Weihe

- Mær dámdi bara væl nýggju rutuna. Tað er lættari at koma upp gjøgnum tær stóru brekkurnar, tá ið tú kemur úr Kaldbaksbotni í mun til at koma heilt úr Kaldbak, og brekkurnar í Havn vóru ikki so langar. Men okkurt var har uppi við Mylnuna uppi við Sundsvegnum. Har komu nokk so nógvir bilar, helt eg, og tað órógvaði eitt sindur. Eg haldi, at tíðin var 01:37 á hálvmaraton, so eg havi brúkt nakað meir á seinna teininum í dag. Hetta er mítt maraton nr. 8 – havi runnið fýra í Danmark og fýra her í Føroyum.

Annette Fredskov

Hvordan var det så at løbe maraton på Færøerne ?

- Det var fantastiskt, men lidt hårdt. Mange bakker op og ned, men jeg nød hele turen, og jeg vil varmt anbefale andre at komme herop at løbe. Jeg synes, at maratonløbet er meget velarrangeret, og der er gjort rigtigt meget ud af det. Vejene er spærret af, rigtig mange hjælpere langs vejene, det er meget velarrangeret. Jeg havde ikke regnet med at komme under fire timer i dag, så jeg er rigtigt godt tilfreds med resultatet. Jeg kunne godt mærke bakkerne, syntes de blev længere og hårdere, men ikki rigtig krise.

Óli Olsen