Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Tórshavn heiðrar kúgan, blóðbaði og terrorismu

Mánadagin drap ísraelski herurin sambært BBC 58 palestinesar og særdi næstan 3000. Ikki akkurát ein sólskinssøga. So er tað spurningurin, hvussu skal mann reagera, tá sovorið sker? Jú also, um mann er borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, so gevur mann grønt ljós til eitt hátíðarhald á Vaglinum, har mann flaggar við ísraelskum fløggum og merkinum lið um lið. Men um tú ordiliga meinar tað, so skal mann opinbart eisini syrgja fyri, at býarbussarnir eisini fáa nøkur ísraelsk fløgg í part.

Fyriskiparin, Bjørgfinnur Heinessen, grundgav m.a. soleiðis fyri nýggja flaggdegnum: “ Ísrael er eitt land sum tosar um vón. Tað er eitt vælfungerandi demokrati [...] har jødar og muslimar liva væl saman [...] Uppá nógvar mátar er tað eitt ótrúliga imponerandi land”

Alt gott um talu- og trúarfrælsið, men alt við máta, ha?

Fremur Ísrael terrorismu?
Stutta svarið er ja, men um tú vilt vita hví, so koma nakrar grundgevingar her.

Definitiónin upp á terrorismu er ólógligur harðskapur, serliga mótvegis sivilum fólki, sum hevur eitt politiskt endamál. Well, hasar treytirnar dekkar Ísrael væl og virðiliga.

Ólógligur harðskapur. Vit kunnu skjótt konstantera, at Ísrael hevur framt ólógligan harðskap. Ísrael hevur nemliga brotið altjóða lóg innan menniskjarættindi. Her sigur lógin greitt, at tað er ólógligt at fara í kríggj fyri at økja um landøki. Heilt konkret, so tók Ísrael Golan økið undir krígnum í juni 1967. Also eitt økið, sum Ísrael ikki hevur rætt til sambært altjóða lóg.

Um mann er jødi og hevur verið høvuðsákæri viðvíkjandi krígsbrotsverkunum í Rwanda og Jugoslavia, so veit mann, hvat mann tosar um, tá tað snýr seg um krígsbrotsverk. Og tað er nemliga tilfeldið við Richard Goldstone. Og sami Goldstone hevur skrivað eina rapport um støðuna í Gaza. Har var ein av niðurstøðunum, at endamálið við hjá Ísrael var at revsa, niðurgerða og terrorisera sivila fólkið í. Og sum áður nevnt: Terrorisma merkir m.a., at mann brúkar harðskap móti sivilum fólki fyri at náa politiskum endamálum. Og tað er akkurát tað, sum Ísrael hevur fingið til hobby: At leggja eftir sivilum fólki við einum politiskum endamáli. Og sum Goldstein sjálvur sigur, so er onki ivamál í, at Ísrael hevur fram krígsbrotsverk og átti at verði ført fram fyri altjóða dómstólin.

Tvey meir aktuel dømi frá mánadegnum, har alt bendir á, at Ísrael hevur brotið altjóða lóg er orlogkapteinur, Kenneth Øhlenslæger Buhl, sum er serfrøðingur innan mannarættindi á Forsvarsakademiinum. Hann sigur um hendingina: “Mit bud er, at det efter alt at dømme er ulovligt, idet det ikke er “last resort” (sidste udvej)”. Michael Lynk, sum er umboðsfólk innan mannarættindi hjá ST sigur víðari: “Henda týðiligt yvirdrivna valdsnýtslan hjá Ísrael – eitt eyga fyri eina eygna vippu – má enda, og teir militeru og politisku topparnir, sum enn einaferð hava givið ordrarnar ella givið loyvi til tað við Gazahegnið mugu fyri rættin”

Jamen Hamas hevur skyldina og Ísrael má sleppa at verja seg
Hevur Hamas verið til gjøgnum alt stríðið millum Ísrael og Palestina? Eeehm nei, og tískil hevði Ísrael kunnað loyst konfliktina heilt fram til 2006, tí tað var ikki fyrr enn tá, at Hamas bleiv valt á ting. Um tað er Hamas, sum er orsøkin til konfliktina, hví loysti Ísrael ikki konfliktina áðrenn Hamas kom inn á ting? Eitt betri boð upp á konfliktina er, at Ísrael ikki góðtekur altjóða lógir. Hvørt ár savnast ST fyri at finna eina loysn upp á konfliktina í Israel, og hvørt ár er úrslitið tað sama. 161 atkvøða fyri eini loysn, meðan lond sum Ísrael, USA, Naru, Palau og Marshall oyggjarnar lond eru atkvøða ímóti eini loysn.

Hamas hava meldað út, at felagsskapurin vil loysa trupulleikan við at halda seg til altjóða lóg, og fáa økið aftur, sum bleiv tikið frá teimum ólógliga í 1967.

Hava Gazabúgvar nakað at brokka seg um?
Enn einaferð er stutta svarið ja, og um tú vilt vita hví, so koma nakrar grundgevingar her.

Í 2012 kunngjørdi ST eina rapport, har mann m.a. setti spurningin, um Gaza yvirhøvur fór at verða liviligt í 2020. Tað vil siga, at um 1½ ár so verður tað ikki liviligt í Gaza. Seinni rapportir hjá ST og Ísrael hava spátt, at tað faktiskt verður óliviligt longu áðrenn 2020.

Fara vit eitt stig víðari, so eru munurin á Gaza og øðrum økjum, sum verða rakt av vanlukkum, at mann aðrastaðni altíð hevur møguleika til at flýggja til eitt annað øki. Men tað er ikki galdandi fyri íbúgvar í Gaza. Gaza er einasta stað í heiminum, har mann ikki hevur møguleika at flýggja undan óliviligum korum.

Fyri at gera tað eyka óliviligt, so hevur Ísrael m.a. bannað innflutningi av heilivági, dialysu- og hjartatólum, samstundis sum Palestina ikki hevur el nokk av elorku til at dríva sjúkrahúsini. Sambært heimsbankanum hava íbúgvar í Gaza el í 3-6 tímar dagliga, sum er tríggjar ferð minni enn, tað er tørvur á. Ísrael hevur eisini avmarkað rættindini hjá íbúgvum í Gaza til at fiska og landbrúk. Samstundis sum meir enn ein millión av íbúgvunum liva á hungursmarkinum. Og sum tað seinasta, so er 95% av vatninum í Gaza er so illa dálkað og eitrað, at tað er óegnað til menniskju. Taka vit so við, at meir enn helvtin av íbúgvunum í Gaza børn, so merkir hetta: Hvønn dag verða børn eitraði av at drekka dálkaða vatnið, og børnini og íbúgvarnir generelt hava ikki møguleika til at flýggja til eitt annað øki, tí Ísrael hevur hertikið Gaza, og gjørt Gaza til eitt opið fongsul.

Fyri at brúka Mahatma Gandhi, so segði hann, at um ein kvinna verður neyðtikin og sparkar, slær og klórar fyri at sleppa vekk frá tí, sum ger seg inn á hana, so er tað ikki harðskapur. Tað sama ger seg galdandi, tá Ísrael ólógliga hertekur títt land, oyðileggur títt heim og drepur títt fólk gjøgnum 50 ár. Og mánadagin - eftir at palestinesar hava verið kúgaðir í meir 50 ár - so gjørdu tey mótstøðu, har úrslitið var, at ísraelar drupu og særdu bæði børn og vaksin. Alt meðan vit í Tórshavn feiðraðu Ísrael við grundgevingini, at Ísrael sambært fyrireikarunum er eitt vælfungerandi demokrati. Eitt land, har jødar og muslimar liva væl saman. Eitt land, sum uppá nógvar mátar eitt ótrúliga imponerandi land. Eitt land, sum tosar fyri vón.

PS. Um tú ert ósamd/ur við tí eg skrivi, so má eg skuffa teg við, at tað ikki riggar at spæla Hamas kortið. Eg sympatiseri ikki við Hamas. Mítt einasta áhugamál er mannarættindi og at lýsa sannleikan við at brúka fakta. Um tú heldur, at eg fari skeivur, so er bara at peika út, hvar í greinini eg fari skeivur og undirbyggja grundgevingina við eini álítandi keldu.

Hergeir Staksberg