Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Tórshavn ein høvuðsstaður millum aðrar altjóða høvuðsstaðir

 

Vit skulu gera okkum til reiðar at taka kappingina upp við aðrar altjóða høvuðsstaðir. Tað er nógv í løtuni sum bendir á,  at Havnin er  áhugaverd fyri ferðandi,  áhugin fyri at halda ráðstevnur er vaksandi, alsamt fleiri altjóða ítróttarkappingar verða hildnar í Havnini og ung hava størri áhuga enn nakrantíð at lesa í Havnini.  Tí skal Havnin verða til reiðar at taka hesar avbjóðingar á seg og blanda seg í kappingina við aðrar altjóða stórbýir. Vit eiga at lyfta okkum upp um bøgarðarnar og kaga út um landoddarnar og stolt bjóða okkum fram á jøvnum føti við aðrar høvuðsstaðir.  Vit eiga tí at leggja kjakið og brígslið um Havnina mótvegis útjaðaranum afturum okkum. Vit eiga lyfta kjakið upp um, hvat Havnin kann gera fyri at gera seg galdandi altjóða.

 

Samstarv við aðrar altjóða høvuðsstaðir

Saman við 40 øðrum borgarstjórum luttók eg í februar mánaði á altjóða høvuðsstaðarráðstevnu í Ísrasel. Hetta var ein lærurík og gevandi ráðstevna í allar mátar. Ì mínum politiska lívi havi eg luttikið á mongum altjóða ráðstevnum og verið í mongum samráðingum, men ongantíð havi eg upplivað áhugan fyri Føroyum so stóran sum hesa ferð. Ì ìsrasel fekk Havnin samstarv í lag við Rochester Hills (Michigan), Peru í Lima, Pireus í Grikkalandi. Talan er gevandi samstarv innan útbúgving, mentan og vinnulív.

Felags fyri hesar býir er, at lesandi úr øllum heiminum ferðast til  hagar at lesa. Fyri okkum her heima kunnu slíkar avtalur við hesar stórbýir  geva okkara Fróðskaparsteri  møguleika fyri eitt nú skiftislesandi. Visjónin hjá okkum eigur at vera at gera Havnina til ein altjóða lestrarbý, har lestrarumhvørvi fær ein altjóða dám við kveikjandi íblástri frá øðrum ungum úr øðrum londum. Politist eiga vit tú at ganga á odda og viðvirka til at knýta neyðug sambond

Kaga vit rundanum okkum, so fylla lesandi ein stóran part av íbúgvunum í lestrarbýum, og soleiðis eigur tað eisini at vera í Havnini. At fleiri lesandi lesa á Fróðskaparsetrinum er ikki bara gott fyri eitt kveikjandi og mennandi lestrarumhvørvi. Hetta hevur eisini jaligar avleiðingar fyri eitt nú tænastuvinnuna, kafeiir, mastovur, handlar v.m.

Tá ið vit politiskt arbeiða við avtalum á altjóða støði eitt nú fríhandilsavtalur taka hesar oftani fleri ár og tá tær loksins eru komnar í hús verður farið undir at finna útav hvat slag av samhandli kann verða. Við at skapa samstørv á lokalpolitiskum støði ber til at skapa  neyðugt gróðrarlíkindi fyri fríhandilsavtalum á stjórnarstøði, tá neyðuga forarbeiðið er gjørt. Soleiðis kann lokalpolitikkur og landspolitikkur ganga hond í hond.

 

Havnin “the pearl of the north atlantic”

Tað er ein sannroynd, at flest ferðandi, sum koma til Føroyar vitja Havnina. Tí verða eisini fleiri gistingarhús bygd í løtuni til tess at nøkta tørvin. Hetta er kærkomið og neyðugt til tess,  at ferðavinnan kann vaksa og blóma. Sum høvuðsstaður eiga vit at stuðla undir hesari nýmennning  á økjunum. Fyri jól samtykti Tórshavnar býráð ein ferðavinnupolitikk við 23 átøkum, ið øll hava til endamáls at betra um ferðavinnuna í Havnini. Tó eiga vit at vera tilvitaðu um hvørji ferðandi vit helst vilja hava til Føroyar. Hagtøl vísa, at rástevnugestir leggja meiri eftir seg pr. døgn enn ein vanligur ferðandi. Meðan ein ráðstevnugestur leggur 3 tús kr. eftir seg pr. døgn, so leggur ein vanligur ferðandi “bert” 1000 kr pr døgn. Fíggjarliga er ferðavinnan somuleiðis styrkt á fíggjarætlanini hjá Tórshavnar býráð við 3 mió kr í 2018. Tí gevur tað meining, at Havnin hevur ein virkan leiklut í mun til ráðstevnur, at vit stuðla hesum fíggjarliga,  og at vit virkið eru við til at umboða Havnina og kunna um,  hvat okkara høvuðsstaður hevur at bjóða.

 

Ìtróttur á altjóða støði

Eins og tað er við ráðstevnum so geva altjóða kappingar eitt gevandi íkast til býin og tænastuvinnuna. Tí eiga øll ítróttaranlegg lýka altjóða krøv, soleiðis at vit kunna halda altjóða kappingar og dystir á altjóða støði í Havnini. Umframat at hetta stuðlar undir ítróttinum her heima og gevur okkara ítróttarfólkum bestu karmar at íðka undir, so gevur hetta eisini býnum ein altjóða dám og eitt avkast til tænastuvinnuna. Ì løtuni verður vestursíðan á Tórsvølli bygd, soleiðis at Tósvøllur lýka øll FIFA krøv og seinni  í ár verður avtala um nýggjan langhyl undirrita, sum eisini skal lýka altjóða FINA krøv og útbygging. Tað er serstakliga hugaligt at síggja hvussu ítróttarsambondini í hvør sínum lag arbeiða fyri at fáa altjóða kappingar hendan vegin, bæði innan flogbólt, hondbólt, fimleik, svimjing, talv og tað fara uttan iva at leggjast fleiri ítróttargreinar afturat í komandi tíðum. Hesum heilsar Tórshavnar kommuna vælkomið og vil í tann mun gera sítt til at hetta kann lata seg gera.

 

 

Annika Olsen

Borgarstjóri í Tórshavn