Bogi er 47 ár, og er giftur Jóhannu. Tey eiga 2 dreingir Hugin 15 ár og Nóa 11 ár. Bogi er valdur í Tórshavnar Býráð fyri Fólkaflokkin.

For. í Vinnunevndini
Limur í Teknisku nevnd
limur í trivnaðarnevnd
limir í eldranevndini
formaður í fjarðhitafelagnum

Tórsgøta gerast til mentanargøtu í høvuðsstaðnum

2016-10-08 16:34

Okkara mongu listafólk innan film, bókmentir, tónlist o.a. mentanargreinar eiga at fáa sítt egna umhvørvi at virka fyri listini. Tórsgøta kundi verið mentanargøtan, har vit øll fingu íblástur og áminningar frá spennandi listafólkum. Hetta hevði eisini verið loysnin fyri filmsfólkini


Mentanin skal raðfestast, og eg síggi fyri mær Tórsgøtu, ið longu er ein tónleikagøta, sum mentanargøtan í høvuðsstaðnum.
           Ein túrur ígjøgnum Tórsgøtu skuldi givið okkum øðrum íblástur, áminningar og aðra mentanarliga føði frá mongu dugnaliga listafólkunum i høvuðsstaðnum, sum við Tórsgøtu kundu funnið saman í einum kveikjandi mentanarligum umhørvi.
           Einhvør høvuðsstaður eigur at hava slíkt kveikjandi umhvørvi, og eg haldi tíðin er búgvin, at vit seta á stovn rithøvunda- og filmshús, umframt eitt listahús, har onnur listafólk kunnu fáa íblástur frá hvørjum øðrum.
Vit kunnu fara í gongd sum skjótast, so vit í hesari verkætlan beinanvegin fáa hjálpt okkara dugnaligu, skapandi filmsfólkum, sum hugagóð hava hildið til í neyðarsligum hølum, sum Tórshavnar kommuna í fleiri ár læt Klippfisk at húsast í, til kommunan fyri stuttum gav filmsfólkunum durafjórðingin.
           Tað er óskiljandi, at filmsfólkini, sum hava latið so nógv spennandi filmstilfar úr hondum, enn standa uttan tak út yvir høvdið. Eg havi skotið upp, at filmsfólkini fáa gamla bygningin hjá Skyn í Tórsgøtu at búleikast í, men borgarstjórin á Vaglinum og forkvinnan í mentamálanevndini hava enn ikki funnið eina loysn.
Um tey ætla sær at brúka gamla Skyn-bygningin til annað endamál, so fari eg einaferð enn at heita á tey um at siga tað hart, tí støðan er framvegis tann, at filmsfólkini einki tilhaldsstað hava, meðan góð høli hjá kommununi standa tóm.
Høvuðsstaðurin skal sjálvsagt stuðla øllum mentanarvirksemi, og mentanin hóskar seg væl í Tórsgøtu, har tónleikurin longu hevur funnið seg væl til rættis. Stundin er komin, at høvuðsstaðurin fevnir mentan og list í kveikjandi umhvørvi, har listafólkini hava góðar umstøður at virka.


Bogi Andreasen, býráðslimur