
Tónleikur er sjálvsagdur !
2012-09-13 03:29
Allastaðni vit koma, er tónleikur, í miðlum, heima við hús, á kaféum, matstovum, kirkjum, samkomum, til dans - ja til alskyns høvi – bæði til gamans og álvara! Ofta geva vit okkum ikki far um týdningin av tónleikinum, men líka so umráðandi er hann.
Ímyndið tykkum, um eingin tónleikur var - tá hevði lívið verið fátækt.
Tónleikur hevur til allar tíðir verið ein sera umráðandi
táttur í dagliga lívinum, sum býður uppá so ymiskt. Harafturat er tónleikur
mennandi fyri allar aldrar.
Í Tórshavnar Kommuna eigur fokus at setast á tónleikin og virðingina fyri tónleikinum sum sjálvsagdur partur.
Tí eigurTórshavnar Kommuna av álvara at seta ferð á at:
- Byggja nýggjan musikskúla beinanvegin, ein musikkskúla sum lýkur altjóða krøv og sum gevur rúm fyri, at allir borgarar hava møguleika at fáa undirvísing
- Umbyggja Reinsaríið, so hettar kann brúkast til spælistað burturav
- Byggja nýggjan miðbýarskúla, har tónleikur er stórur og sjálvsagdur partur av undirvísingini
- Styrkja tónleikaundirvísing í øllum skúlum í kommununi
- Bjóða út fjølbroytt tónleikatilboð sum frítíðarvirksemi
- Menna ein tónleikapolitikk, sum gevur teimum, sum fáast við tónleik, góðar sømdir og sum tryggjar borgarunum góðar upplivingar
- Bera so í bandi, at kommunan vísir á ríka tónleikalívið bæði heima og í øðrum londum
Tónleikur eigur at vera sjálvsagdur partur av tí, sum
fyriferst í kommununi. Uttan tónleik eru vit fátæk, tí má virðingin fyri
tónleikinum og tónleikafakinum altíð setast høgt.