Býráðslimur í Tórshavnar býráð

Les meir á http://bjorgdam.blogspot.com

Tónleikari - Ivast tú hvar atkvøðan skal?

2012-11-13 00:32

4 ár í TUTL, saman við Kristian sum veit alt um tónleik, hava givið mær ótrúliga nógva vitan um tónleikavinnu, plátufelagsvinnu og tónleik sum list.

Eg meini, at hava víst í verki, at eg kann skapa karmar fyri tónleikavinnuna.

Við tónleikinum ætli eg, at Reinsaríið skal verða eitt kraftsentur har tónleikavinnan og tónlistin sameinast og samstarvar fyri at røkka útheiminum og ferðavinnuni.

Mínar ætlanir skula skapa:

  • Lív í miðbýin
  • Meirsølu av fløgum og merchendise
  • Meirvirði til ferðavinnuna
  • Eitt tónlistasavn - Musikkmusée (les grein á http://bjorgdam.blogspot.dk/)
  • Music Inform Centre = tónleikaútflutningsskrivstovu
  • Ein "Whats on" portal
  • Booking

Politikarar skula skapa karmar og tónleikarar skula spæla tónleik.

Vit skula lurta við báðum oyrum og finna felags stev við serkunnleikan.

Eg veit hvat skal til fyri at selja og skapa grundarlag fyri tónleik sum vinnuveg.

Um hettar ljóðar sum søtur tónleikur, set so x við meg í morgin.

Les fleiri greinar á http://bjorgdam.blogspot.com/

Bjørg Dam