Tóm orð ella úrslit

Nú fólkatingsvalið nærkast, hoyra vit aftur tær somu, kendu orðingarnar, sum plaga at ljóða undan hvørjum vali.

Onkur flokkur vil vera loysingarrøddin á Fólkatingi. Onkur annar vil vera sambandsrøddin á Fólkatingi.

Men hetta eru bara tómar orðingar og gykl undan valinum. Tí vit vita, at loysingarrøddin ongantíð hevur skapt úrslit á loysingarleið á Fólkatingi. Og sambandsrøddin hevur ongantíð skapt úrslit á sambandsleið á Fólkatingi.

Orsøkin er einføld. Spurningurin um loysing ella samband hoyrir ikki til í danska tinginum. Tá broytingar áður eru framdar í ríkisfelagsskapinum, eru hesar broytingar komnar úr Føroyum. Soleiðis fer tað eisini at vera framyvir.

Talan er tískil einans um tóm orð hjá hesum harðmæltu flokkunum. Orð kunnu vera góð og sýnast lokkandi, men tóm orð uttan handlingar metta ongan føroying.

Tað veit Javnaðarflokkurin, og tí vilja vit savna okkum um at brúka fólkatingssessin til at skapa úrslit fyri føroyingar og allar Føroyar, heldur enn at gykla við tómum orðum, sum ikki kunnu umsetast til handlingar.

Vel úrslit

Vit í Javnaðarflokkinum lova úrslit, tí vit vita, at vit kunnu halda tað lyftið. Tað vita vit, tí vit seinastu fýra árini hava fingið eina rúgvu av ítøkiligum úrslitum til gagns fyri meiniga føroyingin, føroyskt vinnu- og mentanarlív og føroyska gransking. Úr rúgvuni kann eg nevna:

Stórt endurgjald til føroyingar

Inntil 2011 rindaðu nógvir føroyingar av órøttum 8% í donskum arbeiðsmarknaðargjaldi. Hóast málið var fyrnað, fingu vit ígjøgnum, at mistakið mátti rættast við afturvirkandi kraft. Fleiri føroyingar fingu stórt endurgjald.

Veitingar til føroyingar í Danmark

Undanfarna danska stjórn broytti lógina, so føroyingar mistu rættin til fleiri ymsar veitingar. Vit tóku málið upp, og frá 1. januar 2013 fingu føroyingar hesi rættindi aftur. Í 2014 eydnaðist eisini at tryggja teimum, sum mistu veitingarnar í eitt ár, fult endurgjald.

Betri Saltfiskaframleiðsla

Eitt ES-forboð móti at nýta fosfat í saltfiskaframleiðslu var ein stórur vansi fyri føroyskar framleiðarar. Í samstarvi við føroyska vinnu, føroysku uttanríkistænastuna, donsku vinnuna og donsku stjórnina strongdu vit á at fáa forboðið strikað. Tað eydnaðist.

10 milliónir til FarGen

í Samráð við viðkomandi partar gjørdu vit í 2014 semju við stjórnina um, at FarGen fær 10 milliónir. Endamálið er bæði at basa sjúkum, at menna føroyska gransking, og at skapa arbeiðspláss og inntøkur í Føroyum.

Javnaðarflokkurin bjóðar seg fram at halda á við góðum Javnaðarpolitikki á Fólkatingi. Okkum nýtist ikki so nógv orð - vit lata í staðin okkara mongu góðu úrslit tala fyri C.

Velur tú Javnaðarflokkin, velur tú úrslit!

Aksel V. Johannesen, valevni Javnaðarfloksins