Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Tøkk til øll sum vilja verja eldri fólk við Parkinson móti Coronavirus

2020-03-09 11:56

Tað er ongin orsøk til at halda at koronavirus smittar meira hjá fólki við Parkinson en hjá øðrum, men tað kan vera at nakrir sjúklingar, serliga eldri , tola verri at fáa smittuna.

Nøkur góð ráð fyri ikki at fáa ella bera smittuna:

At vaksa hendurnar ofta ella at brúka hondspritt. Hosta og njósa í ermuna

Halt teg frá at taka í hondina á øðrum fólkum.

Hugsa um reinføri – bæði heima við hús og arbeiðsplássinum.

Um tú ert eldri ella hevur kroniska sjúku við niðursettari immunverju – ansa so eftir at fara í størri samkomur.

Ein stór tøkk til øll tykkum, sum taka smittuvandan fyri eldru og veikastu limum okkara í størsta álvara.

Saman vinna vit á coronavirusuni.

Heilsan
PARKINSONFELAGIÐ