Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Tokan blendar Heina í Skorðini

2013-08-17 22:21

Um dagarnar hevði Heini í Skorðini grein í miðlunum, har hann mælir frá at gera Sandoyartunnilin, tí hann er ov tyngjandi fyri samfelagið at fara í holt við beint nú.

Greinin er helst meint sum ein eye-opener til politisku skipanina.

Hóast eg havi allarstørstu virðing fyri Heina í Skorðini, og evnum hansara at viðgerða samfelagsviðurskifti, havi eg tó varhugan av at Heini roynir meir at provokera enn at viðgerða. Tað er eisini áhugaverdur lestnaður, og egnar seg sjálvandi væl sum undirhald.

<b>Niðurlaga vit samferðslu landanna millum?</b>

Ein av pástandunum er, at vit sum samfelag niðurlaga samferðslu landanna millum.

Eg má spyrja Heina, hvar hann hevur verið seinastu árini?

Mær vitandi hava vit farnu árini longt flogvøllin í Vágunum við 550 metrum, byggja í løtuni nýggjan terminal, og brúka knappar 400 mió kr til endamálini. Afturat hesum hava vit lækka ferðaavgjaldið.

Hetta eru tiltøk sum samfelagsliga peika rætta vegin, eitt nú verður tað lokkandi hjá øðrum flogfeløgum at flúgva uppá Føroyar, og prísurin skuldi eisini í longdini farið rætta vegin.

<b>Verða vit fleiri í tali, um vit ikki gera Sandoyartunnilin?</b>

Greinin hjá Heina hevði greiða boðskapin, at vit ikki skulu gera Sandoyartunnilin, men í staðin nýta peningin at fáa fleiri fólk til landið. Men fáa vit fólkavøkstur um vit ikki bora tunlar?

Í 1999 varð byrjað uppá arbeiðið við Vágatunlinum, og varð fólkatalið í Føroyum tá umleið 44.800. Í 2006 varð arbeiðið við Norðoyatunlinum liðugt, og varð fólkatalið í Føroyum tá umleið 48.100. Tað vil siga, at hetta tíðarskeiðið meðan tvinni stórarbeiðir við tunlum varð í Føroyum, hækkaði fólkatalið við umleið 3.300 fólkum.

Eftir hetta proklameraði javnaðarhøvdingurin Jóanes Eidesgaard tunnils-timeout, nú skuldi verða slutt við tunnilsbygging, nú skuldu vit til at raðfesta bleyt virði og útbúgvingar í staðin. Well, tað hava vit nú gjørt í 7 ár, og í 2013 er fólkatalið tað sama sum í 2006. Tølini tala.

Við hesum er ikki sagt, at tað er tunnilsgerðin sum skapar fólkavøkstur, men tann optimisman ið breiðir seg millum fólk grundað á tunnilsgerð, og teir logistisku møguleikar ið uppstanda vegna betrað infrakerv, skulu avgjørt ikki undirmetast tá tað kemur til fólkavøkstur.

<b>Eysturoyartunnilin gulleggið?</b>

Eg eri samdur við teimum sum siga, at ein beinleiðis farleið inn á Skálafjørðin hevur stórt samfelagsgagn við sær. Tí fari eg at gera tað eg eri mentur fyri at fremja hesa farleið.

Eg eri tó sera ivasamur, um skilagott er at gera tunnilin í almennum høpi. Gott nokk fær samfelagið ikki tað fullu nyttuna úr tunlinum fyrstu árini um tunnilin verður privatur, men uppá longri sikt kann henda loysnin gerast ein rættur samfelagsfongur.

Um tunnilin verður gjørdur í einum almennum partafelagi, kemur landið at hefta fyri tunlinum so ella so, og tað kann ganga útyvir vælferðina í landinum í nógv ár.

Um so verður, at privatur Eysturoyartunnil verður ein so góð forrætning sum nøkur vilja verða við, fellur tunnilin aftur til landið um nøkur ár, ókeypis.

Tá hava vit eitt gott grundarlag fyri einum sterkum almennum partafelagi, har allir undirsjóvartunlarnir eru aktiv, ið kunnu nýtast at fáa lagaliga fígging til Suðuroyartunnilin við.

<b>Mugu hugsa langsiktað</b>

Heini staðfestir, at vit brúka 300 mió kr uppá samferðslu í dag, bæði til rakstur og íløgur. Eg fegnist um at tað kemur fram í ljósið, tí av eini samlaðari fíggjarlóg á knappar 5.600 mió kr, fyllir samferðsla einans 300 mió kr. Hetta talið er alt ov lágt sæð yvir tíð, og ber boð um at vit í ólukkumát hava niðurraðfest samferðslu seinastu árini. Hetta tal eina rættvísgerð, at landið eigur at fara í holt við Sandoyartunnilin alt fyri eitt.

Íløgan í ein komandi Sandoyartunnil, er ikki bara ein íløga til 1300 fólk í Sandoynni. Hesin tunnil er byrjanin til eina komandi Suðurleið eftir landi, har tað verður koyrandi til Suðuroynna. Harafturat fáa allir borgarar landsins betri atkomu til eina perlu, eitt rekreatiónsøki av Guðs náði.

Í dag hava vit tvinnar Suðurleiðir, ið hvørt ár kosta landinum 80 mió kr í rakstri. Afturat hesum koma íløgur í nýggj skip og ferjulegur, tí nýggj skip skulu til hvørt 25-30 ár og ferjulegur tilsvarandi.

Um vit ikki gera tunlar, hvørki til Sandoynna ella Suðuroynna komandi 40 árini, hava tey ið halda samfelagnum uppi hesi árini fram til 2053, vit og børn okkara, goldið 3.200 mió kr í rakstri av sjóvegis farleiðunum suður á land. Harumframt hava vit bygt nýggja Sandoyarferju, Suðuroyarferju og tilpassa ferjulegurnar, fyri minst 1.200 mió kr. Hetta er alt í dagsins prísum, afturat tí koma prís- og lønarframskrivingar.

Gera vit ta dáragerð, at vit ikki útbyggja innfrakervið suðureftir landi, koma vit sum land í ta støðu um 40 ár, at hóast vit hava brúkt allan henda pening til rakstur og íløgur, hava vit ongan produktivitetsvøkstur, onga menning av lokaløkjunum suðuri á landi, og ongan búskaparvøkstur fingið burturúr teimum 4.400 mió kr, í dagsins prísum, ið vit hava brúkt uppá økini.

Tað má ikki henda!!

<b>Føroyar størri enn Havnin</b>

Vit mugu koma burtur frá hugsunarhátti, ið negativt samantvinnar vælferð og útbygging av infrakervi í landi okkara. Hesi áhugamál eiga bæði tvey rúmd í samfelag okkara, men alt ov ofta verða tey sett upp ímóti hvørjum øðrum, við at tað eina beinir fyri hinum.

Soleiðis kann man ikki føra eitt land longri fram á leið.

Hesi áhugamál skulu ganga hond í hond, bæði mugu verða á breddanum í senn, annars hála tey hvørt annað niður, ístaðin fyri at stuðla uppundir hvørt annað.

Greinin hjá Heina ber brá av nógvu tokuni í Havn í summar, og av tí sama gerst sjónarringurin í so snævur.

Eitt er at Heini ikki sær út um Glyvursnes til dagligt. Tá hann so heldur ikki fær eyguni upp fyri toku, gerst verðin so lítil, at lætt er at villast til bara at hugsa um egin lokal áhugamál. Helst er tað tí hann ákærir sandoyartingmenn fyri tað sama.

Brandur Sandoy, Tingmaður fyri Fólkaflokkin