Tøgnin er brotin nú mugu átøkini koma !

Javnaðarflokkurin fegnast um, at tað eydnaðist at samtykkja, at almennu Føroyar skulu hava eina Heildarætlan í samband við kynsligan ágang.

Vit hava sett okkum fyri, at Heildarætlanin skal setast í verk. Hon ásetir átøk fyri at upplýsa og fyribyrgja, so vit fáa steðgað kynsligum ágangi. Her skal null-hugsjónin valda, og vit skulu arbeiða miðvíst eftir málinum, at ongin í okkara landi skal koma út fyri kynsligum ágangi.

Goymd, men ikki gloymd

Ein sera týdningarmikil partur av heildarætlanini er, at tey, ið hava verið fyri kynsligum ágangi, skulu hava møguleika at søkja sær hjálp. Nógv teirra megna ikki at síggja hendingina í eyguni fyrr enn nógv ár aftaná. Hetta er galdandi fyri bæði kvinnur og menn. Hesi fólk hava livað á skuggasíðuni í okkara samfelagi alt ov leingi, men nú er tøgnin brotin og tí er næsta stigið, at almennu Føroyar seta skipanir í verk, so tey fáa munagóða hjálp.

Tað almenna og hjálparfelagsskapir samstarva

Tá ið tað kemur til at hjálpa fólki við seinárinum, hava vit higartil bert ein felagsskap, ið hevur arbeitt miðvíst. Vit eiga at ásanna, at hjálparfelagsskapir og tað almenna eiga at arbeiða saman og brúka royndirnar hjá hvørjum øðrum.

Tí eigur Kris sín sjálvsagda lut í hesum arbeiði. Skal nøktandi hjálp til sjálvhjálp gevast, so er neyðugt at arbeiða útfrá eini heildarfatan og at gagnnýta allar kreftir á bestan hátt. Ymsu felagsskapirnir, so sum Heilbrigdi, Blái krossur, Kris, psykiatriski depilin og almannnaverkið mugu arbeiða saman fyri at loysa tann samansetta tørvin á hjálp, ið skal til, fyri at hesir borgarar skulu megna at fóta sær aftur.

Eyðgunn Samuelsen valevni Javnaðarflokkurin