Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Tobbi má eisini unna øðrum frælsi

2013-11-21 20:39

Eitt fult alfabet snýr seg eisini um eina meiri liberala navnalóg. Tí er tað ein politiskur spurningur.

Hvat liggur í hansara skuffum veit eg ikki, men Tobbi hevur mær vitandi ongantíð skrivað nakað, sum vanliga verður bólkað undir bókmentir. Men tað, sum er runnið úr hansara penni – greinar, talur og prædikur - hevur ortini mangan verið so blómandi og fynduga orðað, at tað hevur havt litterert virði.

Ein av orsøkunum er, at hann hevur skrivað, sum hann hevur viljað.

Sum hann segði í sjónvarpskjakinum týskvøldið: ”Fólk kenna mína frælsisstøðu í stjórnmálaspurningum. Men eg havi somu somu frælsisstøðu tá tað kemur til aðrar spuringar – eisini málsliga. Eg finni meg ikki í, at onnur leggja bond á hvat ið eg skal siga fyri at útrykkja meg sum frægast ímóti tí, sum skal lesa. Tí havi eg tikið mær fult frælsi tá tað kemur til at skriva sjálvur – eisini viðvíkjandi hesum vælsignaðu stavunum.”

Hevði Tobbi latið onnur surrað eitt puristiskt korsett um sín málsliga kropp, hevði hann ikki verið tann orðatoriski tungvektari, hann er.

Frælsi hjá øðrum

Men Tobbi unnar ikki øðrum frælsi. Hann tekur nevniliga undir við, at okkara alfabet skal verða verandi amputerað.

Tað forðar ikki honum og øðrum at skriva sum tey viljað – men tað skerjir frælsi hjá foreldrum, sum skulu geva børnunum navn.

Navnanevndin loyvir nevniliga ikki foreldrum at geva nøvn, sum hava teir útihýstu bókstavirnar. Stavingarhættir, sum hava verið nýttir í Føroyum í øldir, eru brádliga bannaðir.

Tað hevur skapt bæði frustratión og vreiði hjá nógvum foreldrum, hvørs persónliga frælsi er skert.

Sjálvur haldi eg als ikki, at Navnanevndin hevur havt heimild til at vera so kantut, sum hon hevur verið. Men verður amputeraða alfabetið nú endaliga autoriserað, so er heimildin greið.

Politiskt

Tobbi segði eisini í sjónvarpinum, at ”tað eru málfrøðingarnir sum skulu kjakast um hesi viðurskiftini og koma til tað, sum teir halda vera tað rætta. Tað politiska systemið skal undir øllum umstøðum ikki taka avgerð í hesum málinum.”

Men persónliga frælsi hjá fólki er so avgjørt eitt politiskt mál. Og so leingi persónliga frælsi – uttan nakra dygga málfrøðiliga ella sakliga grundgeving - verður skert orsakað av tí skerda alfabetinum, so er alfabetið eisini eitt politiskt mál!

Politikarar, sum vilja tryggja foreldrum rættin at kalla síni børn siðbundin føroysk nøvn sum Victor, Carl Johan ella William, mugu eisini taka støðu til alfabetið!

Sjúrður Skaale