Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

TNF: Gerðabøur ella Ánirnar?

2020-06-24 20:59

Í sambandi við, at politiska skipanin sigur seg vera sinnaða at seta í verk nýgerð av tunlum Norður um Fjall (TNF), so varð Tjóðsavnið boðsent at gera kanningar á Gerðabøi. Leingi hevur verið ósemja millum fólk um, hvør linjuføring eigur at vera nýtt. Tey allarflestu í Norðoyggjum síggja Klaksvík Suður sum ta bestu loysninia, meðan ein lítil flokkur av fólki, fleiri við politiskari ávirkan, vilja hava linjuføringina norður um Klaksvíkina, so at hon verður nøkulunda sama stað sum í dag. Tíverri eru stórir leikarar sum Landsverk og nógvir eldri politikarar hjá Klaksvíkar Kommunu við í bólkinum, sum fyri ein og hvønn prís ikki vilja hava tunnilin staðsettan sunnan fyri býin. Men, sum vit skulu ásanna um eina løtu, so er tað ikki tí at tey hava so stóran áhuga fyri Gerðabøi, men av nøkrum heilt øðrum.

Í vikuni kom so frágreiðingin frá Tjóðsavninum út, og hon var soleiðis orðað, at linjuføringin umvegis Gerðabø bleiv ómøgulig. Ella soleiðis sær tað út á pappírinum. Í niðurstøðuni siga tey at tað fer at taka umleið 3-5 ár, um neyðútgrevstur skal gerast. So skuldi man trúð, at nú var tað so yvirstaðið.

Skeivar fortreytir fyri at fáa “rætta úrslitið”

Tá ið ein hyggur nærri at kanningini hjá Tjóðsavninum, so byrjar ein skjótt síggja, hvat gongur fyri seg. Fortreytirnar eru soleiðis uppsettar, at ein verkfrøðingur hjá Landsverki hevur teknað eitt skitsuuppskot, sum førir vegin til tunnilsmunnan beint ígjøgnum har, sum búsetingarnar eru. Tað er eyðsæð, at niðurstøðan bleiv gjørd áðrenn kanningina.

Tá ið ein kann seta fortreytinar upp soleiðis, so ber til at náa einum og hvørjum úrsliti.

Sovorðið politiskt samarbeiði millum tveir almennar stovnar er ófrættakent, óprofessionelt, men tíverri alt ov vanligt. Spurningurin um linjuføring átti at verið spurdur soleiðis: Er tað nakað pláss í sunnara parti av Klaksvík, har tað ber til at gera tunnilsmunnan? Svarið er: “Ja, tað er eyðsæð nokk av plássi, men líka nógv av óvilja frá mynduleikunum”.

Um Tjóðsavnið gjørdi kanningarnar út frá, at man ynskti eina linjuføring sunnan fyri Klaksvíkina, so kundu tey ómøguligt gjørt eina slíka niðurstøðu. Tá ið man hevur fylgt við hesum kjakinum í fleiri ár, so veit man at hetta er aftur ein samskipað roynd frá seráhugabólkum at fáa sín vilja ígjøgnum.

Hetta kemur væl við hjá teimum, sum hava arbeitt ímóti í nógv ár.


Aðrar orsøkir og tann veruliga orsøkin

Tá ið tunlarnir skuldu koma í 2009 varð nógv lagt fyri av Klaksvíkar Kommunu at fáa linjuføringina broytta frá Gerðabø til Ánirnar. Í skrivi til løgtingið skrivar táverandi borgarstjóri Gunnvá Við Keldu m.a

  • Risastórar íløgur gjørdar út frá linjuføringini í Ánunum. M.a Norðhavnin
  • Tað kemur at ávirka handilslívið í Klaksvík negativt. Fólk norðanfyri Fjall fara at keypa minni í Klaksvík.
  • Við nøkrum ábótum er verandi høvuðsvegur á eystara armi í Klaksvík ein nøktandi loysn.
  • Færri kilometrar av landsvegi at røkta við linjuføring úr Ánunum heldur enn Gerðabøi
  • Styttri millum bygdir og býð innanhýsis í Norðoyggum
  • Norðoyggjar er ein samanhangandi eind, ið ikki skal slítast sundur

Sí alt mótmælið hjá býráðnum her: https://logting.fo/files/casestate/3275/112.08%20Skjal%20C.pdf

Hesar grundgevingar hava verið endurtiknar oftani, men hartil eru tað eisini tvær, sum eru vanligar at hoyra:

  • Gerðabøður er friðaður
  • Bara ein pikkulítil partur av bilunum, sum koma frá TNF fara víðari til Norðoyatunnulin.

Allar eru tær møsn og órelevantar fyri linjuføring, og eisini er fleiri ferðir logið. Til dømis tá ið fyrrverandi stjórin í Landsverki brúkti tøl frá tíðini, Dúgvan sigldi, at vísa á tað vóru fáir pendlarar út í Eysturoynna og víðari.

Men tann veruliga grundgevingin er ein heilt onnur og hevur leingi verið hildin duld fyri almenninginum. Hon er nevniliga vegurin undir Kjøli, sum kommunan hevur ætlað sær at fáa gjørdan. Ætlanin er rættiliga gomul. Men hon er sera dýr, og tí ikki løtt at fáa framda.

Hesin risastóri og dýri landsvegurin ígjøgnum brattlendi kann tó gerast veruleiki, um linjuføringin til TNF verður lagt norður um Klaksvíkina. Tí við orðunum hjá Jákupi Mikkelsen: “Hetta kemur at útloysa eitt krav um at gera ein veg undir Kjøli at føra ferðsluna ígjøgnum”.

Landsverk hevur mett kostnaðin til at vera 30 millónir í 2008. Nýggjastu kostnaðarmetingarnar eru 48 til 58 milliónir fyri ein 2,5 km nýggjan landsveg í brattlendi við trimum rundkoyringum. Einum nýtist ikki eina Ph.D. í búskaparfrøði fyri at síggja, at hetta eru villleiðandi tøl, ið eru í minsta lagi 100 millónir við síðurnar av. Men hesi villeiðandi tøl tæna einum endamáli. Tað er fáa tølini at passa soleiðis, at aðrar verkætlanir síggja út til at vera nógv dýrari. Soleiðis varð grundarsteinurin til Glasir eisini lagdur. Yvir-optimisma fyri at fáa verkætlanina góðkenda.

Við hesum í huga sær ein beinanvegin, at grundgevingarnar um at Gerðabøur skal friðast út í endar og kantar, geva onga meining, tí man ætlar sær at sleppa at gera fleiri kilometrar av landsvegi, sum skal ganga ígjøgnum sama lendi sum ein tunnilslinjuføring.

Um tunlarnir vera lagdir í Ánunum, so er umkoyringarvegurin undir Kjøli partur av verkætlanini.

Soleiðis stendur tað á heimasíðuni hjá Landsverki: https://www.landsverk.fo/fo-fo/samfer%C3%B0sluaetlanin-2018-2030/stoerri-iloegur-komandi-arini/tunlar-nor%C3%B0ur-um-fjall

“Avleiddar verkætlanir: Loysn 1, 3 og 4 hava ein umkoyringarveg undir Kjølinum norður um Klaksvíkina sum avleidda verkætlan. Vegateinurin er umleið 2,5 km og virkar fyri betri sambandi til Árnafjarðartunnilin, til Norðhavnina, til vinnuøkið við Strond og bygdirnar Haraldssund og Kunoy. Hetta verður mett at kosta millum 48 og 58 mió. Kr.”

Við ørðum orðum allar loysinar sum Landsverk hevur í uppskoti fara umvegis Gerðabø.

5 sakligar orsøkir hví tunnilsmunnin skal fara umvegis Klaksvík Suður

Áðrenn tit politikarar fella fyri løgnum niðurstøðum, so vóni eg tit vilja umhugsa hesar grundgevingar fyri, hví linjuføringin fyri tunlarnar Norður um Fjall eigur at vera førd umvegis Klaksvík Suður. Tann fyrsta er, at spyrt tú tann meiniga norðoyingin, so eru fólk rúkandi samd um hana. Her eru 5 aðrar sakligar orsøkir til at velja og krevja, at linjuføringin verður umvegis Klaksvík Suður.

1. Ferðslutrygdin

Fyri nøkrum áðrum síðan gjørdi Ráðið Fyri Ferðslutrygd eitt álit um nullhugsjón á teimum føroysku vegunum. Endamálið var, at eingin skal doyggja í ferðsluni. Í tí álitinum eru tilmæli til vegmyndugleikarnar hjá landinum og kommunum. Við at leggja veginn undir Kjøl verða fylgjandi tilmæli brotin:

Landsvegir eiga at liggja uttan um bygd øki. Vegurin undir Kjøl leggur landsvegin gjøgnum bygd økir; tey sum búgva á Helnabrekku og omanfyri vera skild sundur frá restini av býnum við einum landsvegi.

Skilja bleyta ferðslu frá harðari ferðslu. Av tí at landsvegurin liggur ígjøgnum bygt øki, so vera øll ferðsla blandað saman. Pendlarar, tung ferðsla, tey sum bara skulu keypa ein pakka av mjólk, ella ein biltúr, børn á súkklu - her verða øll íblandað.

Ferðslutryggja vegamót. Við vegnum undir Kjøli sást, at heilar 4 rundkoyringar skulu gerast. Tað økir munandi um mongdina av vegamótum, tí allar rundkoyringarnar hava fleiri innkoyringar og útkoyringar.

Sí http://www.rff.fo/um-okkum/fer%C3%B0slutrygdaraetlan-2019-2027/alit-um-nullhugsjon

2. Hall/dálking

Av tí at vegurin undir Kjøli, onkuntíð kallaður Fjallavegurin, liggur rættiliga høgt uppi og hevur nógv vegamót, merkir tað at ferðslan fer at ganga seint, tí at øll ferðslan skal steðga og byrja ferðina frá null og koyra í mótbrekku. Serliga fyri tey stóru og tungu akførini merkir hetta, at tey fáa munandi lægri ferð í mun til at koyra á sløttum, og tað tarnar ferðsluni.

Mótbrekkur geva nógv meira slit og el-/oljuforbrúkið á øllum akførum fer eisini upp.

3. Hálka

Vegurin undir Kjøli liggur rættiliga høgt, og tað ger hann meira útsettan fyri hálku enn aðrar vegir. Frá september 2012 til og við mai 2013 skrásetti Landsverk heilar 132 hálkudagar.


4. Skriðulop

Fjallasíðan á Kjøli, sum vendir móti býnum, hevur lyndi at hava skriðulop, sum t.d. hendi um aldarskiftið. Hetta er eisini tað, sum ein jarðfrøðilig kanning hevur víst. Endamálið við Viðareiðistunlinum var at sleppa undan skriðulopum. Tað gevur ikki meining at fara byggja ein veg framvið einum lendi, sum man frammanundan veit kann leypa.

Tað er nokkso ironiskt fyri at siga tað bart út!


5. Samanhangandi

Tað, sum eg sjálvur haldi vera tað mest eleganta við Gerðabø-loysnini, er, at hon at ger veganetið meira einfalt og samanhangandi. Hon heldur seg til øll tilmælini hjá Ráðnum fyri Ferðslutrygd og tekur eina rúgvu av óneyðugari ferðslu úr býnum. Øll ferðsla frá tunlinum verður býtt sundur (distribuerað) beinanvegin.

Í dag er støðan tann, at tann mesta ferðslan fylgist langt inn í býin, áðrenn hon av álvara byrjar at fordeilast. Eisini er strekkið frá Grønabóli/Nema til umleið býráðshúsið ógvuliga illa skipað.

Við hesum grundgevingin dugi eg slett ikki at síggja, hví man yvirhøvur hugsar um at leggja ein tunnilsmunna norðanfyri Klaksvíkina. Tað er snøgt sagt ein vánaligari loysn uppá allar mátar, tað fer at skapa óneyðuga ferðslu, óneyðug vandamál í trygdini og so er tað dýrari, tá ið samanum kemur.

Keldur o.a

A simple qualitative approach for mapping regional landslidesusceptibility in the Faroe Islands
https://www.nat-hazards-earth-syst-sci.net/10/159/2010/nhess-10-159-2010.pdf