Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Tjóveldið talar við kloyvdari tungu um Fólkatingið

2019-02-20 09:15


Páll á Reynatúgvu sigur nú á FB, at fólkatingssessirnir skulu avtakast.

Samstundis hevur Magni Arge boðað frá, at hann ætlar at samráðast um at stuðla eini komandi danskari stjórn afturfyri avtalur um yvirskipað viðurskifti millum Føroyar og Danmark.

Hetta er at uppraðfesta sessirnir til ein myndugleika, sum reelt fer at standa omanfyri bæði Løgting og Landsstýri.

Mandatið til slíkar samráðingar liggur nevniliga nú hjá Løgtingi og Landsstýrið. At flyta tað til ein fólkatingsmann er at máa støðið undan okkara egnu myndugleikum.

Javnaðarflokkurin ásannar, at tørvur er á fólkatingssessunum í verandi støðu. Tí eru vit ósamd við Pálli á Reynatúgvu

Men vit ásanna eisini, at fólkatingsvalið er eitt danskt val.

Vit ásanna, at myndugleikarnir í føroyska fólkaræðinum eru Løgtingið og Landsstýri, og at teir verða mannaðir á føroyska valinum - løgtingsvalinum.

Vit halda, at sessirnir í danska tinginum skulu umsitast í virðing fyri hesum veruleika. Tað snýr seg rætt og slætt um at virða okkara egnu, demokratisku kommandolinjur.

Samstundis sum Javnaðarflokkurin er ósamdur við Pálli, taka vit tí greiða frástøðu frá teirri radikalu sambandskósini, sum hansara egni flokkur hevur boðað frá.

Tí hóast henda fráboðan frá Tjóðveldinum hevur verið lítið umrødd, so er hon í veruleikanum størsta stig á sambandsleið í nýggjari tíð.