Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Tjóðveldis-ravnarnir

2018-12-19 16:43

Neyvan var eg tann einasti, sum um aldarskiftið kendi og brendi fyri tí føroyska samleikanum, tá ið fullveldissamgongan “hótti” við at seta Føroyar á heimskortið sum sjálvstøðuga tjóð.


Hendan seinromantiska tjóðskapar- og mentanarveking bløðir so líðandi út, tá ið Tjóðveldi og Fólkaflokkurin avlýsa eina annars útskrivaða fólkaatkvøðu og síðani enda samstarvið sínámillum í desember 2003. Síðani tá hevur verið øskukalt millum teir báðar flokkarnar.


Soleiðis, sum eg havi uppfatað støðuna í Føroyum, so kemur man ofta til ta niðurstøðu at tað skal liggja á Tjóðveldi at taka stig til at loysa og gera Føroyar til sjálvstøðuga tjóð.


Í dag verður lítið tosað um slíkt í almenna rúminum. Hóast bæði Tjóðveldi og Framsókn sita í samgongu, so er fólkaandin steindeyður. Tað er langt ímillum droymararnir, og tað er himmalvíður munar á hippiedreingjum við longum hári og gummiskóm í Havn og vanliga fólkinum við arbeiði og familju. Loysing er í dag eitt arrogant snobbaprojekt í Havn. Útinnanin fer fram sum mikrostýring frá floksformonnunum av løgtingslimum og teirra nevndararbeiði.


Við náðileysum politikki hava flokkarnir rænt fólk og vinnulívið fyri at pumpa pengarnir niður í Landskassan fyri at fullføra síni “rættvísis”-projekt. Almenni sektorurin er vorðin 1.000.000.000 kr dýrari at reka og miðstaðurin bólgnar samsvarandi, meðan restin av Føroyum stríðist við at gera tað liviligt fyri tær krónurnar, sum Landskassin enn ikki klárar at gera krav uppá.


Tað gevur seg sjálvt, at tað eru nógv sum eru vakna upp við kaldan dreym. Tey kundu ikki droymt um at valt Tjóðveldi aftur. Orsøkin er eisini einføld; hetta er ikki sami flokkur. Virðisgrundarlagið er broytt, og flokkurin hýsir ikki longur vanliga føroyinginum.


Droymir tú um frælsi, hygg so til aðrar flokkar, tí Tjóðveldi er ein deyðssiglari.


Frælsi vs. javnstøðu


Tað er eyðsæð, at Tjóðveldi fylgir væl við tí vesturlendska vinstravenda rákinum við politiskari korrektheit og stríðnum fyri “sosialum rættvísi”. Tað síggja vit aftur á fíggjarlógini. Tað hevur ikki staðið á at vaksa um forbrúkið. Javnstøða verður tikið fram um frælsi, og tað er vandamikið.


Í 1927 kemur týski kvantialisfrøðingurin Werner Heisenberg fram við óvissuprinsippinum. Hann vísti á, at tess neyvari, ein kann avgera, hvar ein partikkul er staddur, tess óneyvari ber til at staðfesta momentum á hesum sama partikli, og øvugt.


Soleiðis er eisini við frælsi og javnstøðu. Vilt tú hava meira av øðrum, so mást tú geva út av hinum. Bandið millum frælsi og javnstøðu merkir, at tey verða vigað uppímóti hvørjum øðrum.

Milton Friedman segði tað soleiðis: “Eitt samfelag, sum tekur javnstøðu fram um frælsi, fær hvørki javnstøðu ella frælsi. Men eitt samfelag sum tekur frælsi fram um javnstøðu fær ikki javnstøðu, men eitt samfelag, sum er nógv javnari enn øll onnur samfeløg undan teimum”. Hann byggir hesa útsøgnina á øll sosialistisku stýrini, sum eru fallin í tjúgundu øld, og at logiskt sæð er einasti mátin at nærkast javnstøðu at geva nøkrum fólkum rætt at taka frá fólki og deila tað út eftir síni uppfatan av javnstøðu.


Tjóðaskaparparadoksið


Tá ið eg var og ferðaðist í Íslandi fyri tveimum árum síðan, fekk eg at læra um tað nationalistiska paradoksið. Í stuttum merkir hetta, at íslendingar, serliga tað unga ættarliðið skammast av at vera stoltir íslendingar. Partriotisma og tjóðskapur tykjast at verða uppfatað negativt ímillum tey vinstravendu.


Seinni fann eg so út av, at anti-tjóðskapur er eitt gamalt rák sum helst kemur frá marxismu, sum søkir globalar felagsnevnarar (“arbeiðarir kring heimin, standið saman!”), og fyri tí má tjóðskapur lúta.


Faktist siga tey ongantíð patriotisma ella tjóðskapur, tí tey vilja nýta tað ultimativa banniorðið: nationalisma. Fyri vanlig fólk merkja øll trý orðini tað sama og tað eru tey eisini. Hetta er eitt gott dømi uppá “doublethink” (George Orwell: 1984), har man heldur uppá tvær mótsigandi meiningar samstundis.


Og so er tað líka tað: Í mun til Ísland, sum fekk sjálvræði í 1944, hoyra Føroyar framvegis undir Danmark. Uttan ein sterkan føroyskan samleika ber ikki til at savna tjóðina um sjálvræði.


Bert í samband við Danmark síggja vit Tjóðveldi royna at smelta sín samleika. Tað er harmiligt og hevur kostað nógv, mest av øllum, skomm. Men eisini pening. Vit hava í seinastuni lært, hvussu Tjóðveldi hevur vrakað eitt stórt samarbeiði við Novo Nordisk og vrakað eina gávu frá teimum kongaligu í Danmark.


Moralska blindnið


Jonathan Haidt er ein amerikanskur sálarfrøðingur við sergrein í morali. Í 2012 gav hann út bókina The Righteous Mind: Why Good People are Divided by Politics and Religion (Tað rættvísa sinnið: Hví góð menniskju fara í tvíningar av politikki og religión).


Í bókina vísir hann at moralur kemur frá okkara intituón (sum er ein sera automatiserað prosess, ið er torfør at broyta), síðan eru vit rationell (grundgevandi), rættvísgerandi, sum oftast fyri at rættvísgera okkara egnu sjónarmið.


Ella fyri at endurgeva heimspekingin David Hume: “Reason is the slave of the passions”.


Við nógvum spurnarkanningum er Haidt saman við einum toymi av serfrøðingum komin fram til, júst hvørjir moralskir grundsteinar eru týdningamiklir fyri hvørja politiska ideologi, religón, “moral” v.m.:


Grundsteinar fyri Moral

Heiti

Tillagað menning og endamáli

Brúkt til..

Umsorgan / mein

At hava umsorgan og vera verji fyri børnum.

Ger okkum varug við tey, ið líða, so vit vilja hjálpa teimum, ið hava tørv.

Frælsi / kúgan

At halda tyrannar ,bølmenni og alfahannar frá valdinum

Fær okkum at mótstríða alt, sum kennist sum dominansur ella kúgan

Rættvísi / svik

Revsa ‘free-riders’

Ger okkum varug við lutfall og karma - onnur eiga at fáa tað, ið tey fortjena

Loyalitetur / ólýdni

Skapa og víðlíkahalda samanhangandi eindir

Ger okkum varug við, um onnur eru teamspælarar. Útiloka tey, sum ikki eru.

Autoritetur / mótstøðurørsla

Skapa sambond, ið geva okkum fyrimun í ymiskum sosialum hierarkium

Ger okkum varug við, hvørja støðu og status onnur hava, og við tekin um, at tey uppføra seg í samsvari við sín status.

Reinleiki / vanvirðing

At vita, hvør matur er tryggur at eta og halda umhvørvið reint

Gevur okkum eina (ofta irrationella) fatan av, hvat er reint og hvat er dálkða.

(“Mín kroppur er eitt tempu”l etc.)


Moralur bindur fólk saman í bólkar. Ymiskir bólkar kunnu hava sama ella ymiskar moraluppbygnaðir. Altso: Moralur er eitt ella fleiri virðir, ið eru galdandi fyri ein bólk ella eina mentan.


Kanningarnar hjá Haidt vísa eina klára mynd, har vinstrivongurin leggur nógv mest vekt á umsorgan/mein. Rættvísi/svik og frælsi/kúgan hava nakað minni týdning, meðan hinir grundsteinarnir hava lítlan til ongan týdning fyri moralska metingargrundarlagið. (Síð evt. viðheftu myndir)


Ástøðið samanpakkar ógvuliga væl saman við tí, sum vit síggja í útheiminum í dag. Partarnir hava sera torført við at skilja hvønn annan, tí at grundarlagið fyri morali er ymiskt, og tað er ymiskt, hvussu nógv vekt verður lagt á hvønn moralskan grundarstein.


Tað er eingin ivi hjá mær um, at Tjóðveldi hevur fingið ein ógvuliga stóran slengur út í vinstra borð seinastu nógvu árini. Fólk kenna ikki tann gamla flokkin aftur.


Man kann ikki blíva annað enn hugstoyttur av at hoyra tjóðveldisfólkini. Tey kenna ikki sína søgu, vita ikki hvar tey komu frá, vita ikki hvar tey eru ella hvar tey fara. Neyvan kenna tey fløvan av teimum monnum og kvinnum, ið undan teimun vóru. Tey løgdu lunnar undir hetta stórbæra land, teirra hjørtu vóru full av móðurlandskærleika og mangur droymdi saman við teimum um at standa sum ein fræls tjóð ein dag.


Men Tjóðveldi er ikki har longur. Tað er ein deyður dreymur, ein einsamallur skuggi, reikandi millum beiskar ideologar og sentralistar. Rótleyst og so endaleysa fjarskotið frá tjóðarandanum.


Við dagsins Tjóðveldi vinna vit ongantíð frælsi, hvørki í hjartanum ella sum land.


Keldur:







Arðar greinar
Visiónin hjá teimun salvaðu
Vitanartrupulleikin
“Tey ríku” og “tey fátæku”
Kleptoman-landskassi
Tjóðveldis-ravnarnir
Búskapur
Frælsi frá at rinda kringvarpsgjald
Frælsi frá kúgan
Meðan vit bíða eftir nývali
Krossferðin ímóti kannabis