Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Tjóðveldismaður setur Føroyar í pínliga støðu

Uppíblandingin hjá Tjóðveldi í spanskan innanríkispolitikk kann skaða føroyskan handil og áhugamál í Spania

Separatisturin, sum hann verður kallaður, CharlesPuigdemont, er komin til Danmarkar, og tað ljóðar, at fólkatingumboðið hjá Tjóðveldi hevur boðið honum í Fólkatingið.

Sostatt er eitt nýtt fjølmiðlashow farið í gongd, ið hevur eittans endamál: at marknaðarføra loysingina og fólkatingsumboðið sjálvt.

Seinni í dag skal separatisturin hitta fólkatingslimir, men tíbetur hava fleiri flokkar avlýst at hitta loysingarhetjuna hjá Tjóðveldi.

Nógv munnu spyrja, hvat ið fólkatingsumboðið billar sær inn at misbrúka okkara felags parlament til at blanda Føroyarupp í sponsk innanríkisviðurskiftir. Hetta er jú beinleiðis uppílegging, sum kann skaða føroyskan handil og áhugamál í Spania.

Hvat er tað, sum drívurein føroyska fólkatingsmann til landsskaðiligt virksemi? Tað er uttan iva tann æviga egininteressan umframt loysingaratkvøðugreiðslan, sum Aksel V. Johannesen hevur kunngjørt skal vera í ár.

Orsøkin kann eisini vera tann vanliga oyðimarkargongdin hjá Tjóðveldi á Fólkatingið, sum altíð vísur seg sum mótmælir móti øllum og ongum. Okkurt skulu tómar hendur gera, sigur føroyska orðatakið.

Tak eisini eitt dømi um ein føroyskan landsstýrismann í uttanlandsmálum. Hann skal hava heimild frá Løgtinginum í størri uttanlandsmálum, áðrenn hann kann handla. Her heldur fólkatingsumboðið hjá Tjóðveldi seg hava fríðar ræsur til at fløkja Føroya land upp í spanskan innanríkispolitikk, og tað kann fáa fylgjur.

Situatiónsfornemilsið hjá fólkatingsumboðnum má vera púra við síðuna av, tá ið hann heldur seg kunna umboða Føroyar á henda hátt.

Best hevði verið, um Tjóðveldi heimkallaði burturvilsta sonin í stundini. Tað hevði kanska bøtt eitt sindur um skaðan, sum egotrippið ber í sær. Hetta er jú landsskaðiligt.

Tað má ikki enda við, at Løgtingið verður noytt til at fáa virðilig viðurskifti í lag aftur við Spania.

Edmund Joensen
Løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin