Tjóðveldið roynir sum altíð at flyta fokus frá veruleikanum

Hettar valstríðið hjá tjóðveldinum hevur gingið út uppá at traðka Fólkaflokkin og Sambandsflokkin niður, sjálvt um hesir hava sitið í minniluta í 8 ár. Slíkur ódámligur atburður hoyrir ongastaðni heima, og vit vilja ikki niður á slíkt lágt støði.

Aftur og aftur hoyra vit, at roynt verður at knýta okkum uppí landspolitikk, sjálvt um ongin av okkum er í landspolitikki. Roynt verður at tekna ein mynd av Fólkaflokksfólki og Sambandsfólki sum reindyrkaðar bandittar.

Sjálvir hava teir bert spælt aðru violin í 8 ár saman við Heðini, og latið seg í lántar fjarðar.

Eg vóni, at veljarin gjøgnumskoðar hetta sera ódámliga rákið, og ikki hoppar uppá hettar.

Her er ein innilig áheitan til allar borgarar í komununi at brúka sín sunna fornuft og velja ein sterkan lista A inn í Býráðið.

Annars vil eg ynskja øllum mínum starvsfelagnum í býráðnum eitt gott val.

Sjúrður Olsen, býráðslimur