Semjusøkjandi samstarv í Ríkisfelagsskapinum gevur búskaparligan stabilitet, vælferð og góð úrslit fyri Føroyar

Tjóðveldi vil drena føroyingar í livistøði fyri tvær milliardir árliga

Sambært teimun er klárt at loysa, og tað kostar einki. Landskassin og kommunurnar lata bara sítt yvirskot, verður sagt - hokus pokus filiokus, so er rokningin goldin

Hyggja vit nærri at útsøgnini, fáa vit aðra mynd. Tá er als eingin samanhangur millum útsagnir og veruleikan.

Árliga játtanin og føroyski parturin á donsku statsfíggjarlógini í rundum tølum er í løtuni 640 mió. kr., umframt tær 350 mió. kr. til beinleiðis skyldur í Føroyum, til politi, rættarskipan, verjumál o.a.

Umframt at skerja burtur alla ríkisveitingina uppá milliardina árliga, so hevur Tjóðveldi eitt millumverandi við Danmark uppá umleið 400 mió. kr. um árið, sum er mett virðið av útbúgvingum og studningi til lesandi o.a. Vit skulu taka fulla ábyrgd, verður ofta sagt.

UTTANRÍKISSKYLDUR OG ÚTREIÐSLUR
Tjóðveldi vil sjálvandi, at Føroyar skulu átaka sær fulla ábyrgd av verjuni. NATO-útreiðslur og aðrar útreiðslur til altjóða skyldur er 2% av BTÚ, ella 3-400 mió. kr. um árið.
Harafturat eru sjálvandi ein rúgva av útreiðslum afturat, m.a. úti i heimi til sendistovur og mangt annað.

Harumframt kemur multiplikator effektin av rikisins leikluti í samlaða buskapinum.

FULLVELDI LÆKKAR LIVISTØÐIÐ MUNANDI
Tjóðveldi leggur við øðrum orðum upp til eina loysing, sum lættliga kann gerast ein eyka rokning uppá einar 2 mia. kr. árliga, tilsamans á Løgtingsfíggjarlógini.

Alt annað líka kann hetta bara fíggjast við munandi hægri skattum og avgjøldum. Hetta skulu føroyingar gjalda, og tað verður ómetaliga dýrt.

Umleið so mikið kostar fullveldið Føroya fólki beinleiðis um árið. Um Tjóðveldi sigur satt, um at gjalda fullveldið við einum livistøði, ið skal varðveitast á nøkunlunda sama støði, sum vit eru á í løtuni.

Men hvar nýggju inntøkukeldurnar skulu koma frá, verður sjálvandi onki sagt um.

Umframt alt hetta er, at føroyingar missa allan annan rætt, sum felags rikisborgararætturin hevur við sær - pass, sendistovur, arbeiðsrætt og arbeiðsatgongd í ES o.a., sum ger tað truplari hjá føroyingum at arbeiða í ES og altjóða.

Ein tann mest álvarsliga avleiðingar av tí, sum Tjóðveldi leggur upp til, er ein umfatandi fólkaflyting, vegna munandi lægri livistøði, sum vit við vissu vita verður avleiðingin.

RÆTTIR RÍKISBORGARAR STÍLA HÆGRI
Tað hevur ongantíð verið meiningin, at Ríkisfelagsskapurin skal gerast upp í krónum og oyrum, sum Tjóðveldi ger.

Tey smáu prosentini, føroyingum er tilluta av samlaðu útreiðslunum hjá statinum árliga, hava føroyingar so rikiliga uppiborið. Tað snýr seg so sanniliga eisini, um felags stórdriftsfyrimunir av ymiskum slag, bæði sum londini hvør sær njóta gott av, og eisini sum samlaða Ríkið nýtur gott av.

Øll standa vit sterkari, tryggari, ríkari og frælsari í felagsskapinum. Umframt at vit øll hava stórdriftsfyrimunir av ymiskum slag, og fáa vit føroyingar soleiðis beinleiðis atgongd til dygdartænastur innan sjúkraviðgerð og útbúgving.

Einki av hesum tekur nakað frá føroyingum - heldur ikki, at vit eru eitt stolt og dugnaligt fólk, sum klárar seg væl, sjálvt úti á okkara kørgu klettum og um allan heim.

ÁLIT Á FØROYINGUM
Eg vil Føroya fólki bara tað allar besta, og tí skal mín áheitan á allar føroyingar verða, at eg havi álit á tykkum øllum: ”Vælsignaði brúki egi vit og skil - og hugsi um tað kann vera rætt, sum Tjóðveldi greiðir tykkum frá.”

Fyri tað næsta, spyrji tykkum sjálvi, hví skulu føroyingar lata meira fyri minni? Vit royna jú sum best, at liva upp til skyldur okkara, júst sum onnur framkomin lond gera. Vit stríðast hvønn dag, hvør i sínum lag.

Skal Tjóðveldi nú sleppa at spæla sær við vælferðina og lækka livistøðið hjá føroyingum, uttan yvirhøvur at greiða nærri frá, hvat skal koma í staðin fyri, og hvat tað fer at kosta vanliga føroyinginum í lægri livistøði?

TJÓÐVELDI ER VANDIN
Føroya land hevur ment seg til eitt av ríkastu, javnastu, mest demokratisku og bestu londum at liva og virka í. Og próvfast er, alt hetta hava vit sum fólk nátt undir verandi Grundlóg og Heimastýrislóg.

Hetta hava vit sum land nátt, sjálvt við Tjóðveldinum uppá sleip, og sum hevur sáplað niður alt, sum bara ber bráð av samstarvi í ríkinum.

Vandar lúra altíð, verður sagt – og í løtuni er størsti vandin fyri framtíð okkara sjálvt Tjóðveldi.

EDMUND JOENSEN
Løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin