Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Tjóðveldi má halda seg til veruleikan

2022-01-12 12:54

Tjóðveldi heldur fram við sínum nærmast sekteriska møsni, gitingum og lygusøgum um málið um Bussleiðina í Havn. Tey halda fram at grugga málið og fyrigykla nú fólki, at “meirilutin hevur ikki eingongd sett nakra kanning um elbussar í gongd”.

Veruleikin er, at Tjóðveldi og undanfarna samgonga kundu havt avgreitt hetta mál fyri fleiri árum síðan. Í undanfarnu setu ferðaðist fyrrverandi formaður í teknisku nevnd, Jákup Dam, runt í Danmark, Noregi og í Íslandi at kunna seg um elbussar. Hvar er úrslitið av hesum kanningum?

Ongin frágreiðing kom og onki úrslit spurdist burturúr. Núverandi meiriluti kennir onki til hesar kanningar, tí so “savnandi” var Tjóðveldi í hesum sambandi, at ongin frá táverandi minniluta slapp við á hesar kunningarferðir.

Og í dag minnist hvørki fyrrverandi formaðurin í teknisku nevnd ella Tjóðveldi, hvat og hvussu tey hava arbeitt við málinum. Hann tosar um at spyrja umsitingina, hvat úrslitið varð av hesum kanningarferðum. Har er bara onki úrslit, ongin niðurstøða og ongin samtykt um nakað sum helst. Onki.

Hinvegin hevur umsitingin fjøltak av einum tilboði frá Gundurs Bussum frá oktober í 2019, har fyritøkan bjóðar sær at útvega ein elbuss til royndarkoyring. Fyritøkan fekk tó aldri nakað svar uppá hetta tilboð frá undanfarna býráði.

Ongin samgonga nakrantíð hevur játtað so nógv til grøna orku, sum hendan. Men vit keypa hvørki el- ella dieselbussar í óðum verkum. Sum sagt høvdu vit onki kanningartilfar at byggja á, so vit gera nú neyvar nýggjar kanningar. Vit kanna samstundis eisini møguleikarnar fyri vetnisbussum.

Samstundis sum eg harmist um, at hetta mál verður so gruggað til, so skal ongin ivast í, at vit skulu avgreiða málið við rættstundis fyriliti.

Heðin Mortensen
borgarstjóri