Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Tjóðveldi byggir fantasihavn úr skervi og dusti

2015-01-28 17:31

Tjóðveldi hevur á náttartíð barslað við einum uppskoti um altjóða havn inni á Sundi. Havnin skal byggjast av skervi og smágróti úr komandi tunlinum millum Eysturoy og Streymoy, ið øllum uttan Tjóðveldi kunnugt bert kann brúkast sum ífylla á turrum, tí talan er stórt sæð um skerv og dust.

Men í hesum fantasiprosjektinum ber alt til, hóast upp til 50 - 60 metra dýpi og ringasta súg í landinum. At onki uppland heldur er sýnist ikki at forða Tjóðveldi at byggja altjóða havn á Sundi, ið verður dupult so stór sum ætlaða útbyggingin í Havn - fyri hálvan prís!

Eftir at útbyggingin hjá Tjóðveldi er liðug skal Tórshavnar havn liva av ferðavinnu. Høvuðsgrundgevingin fyri havn á Sundi tykist vera, at tað er so skjótt oman til Havnar, og at Havnin sleppir undan farmaferðsluni. Hetta er einastandandi logikkur, sum vil nakað, tí um 85% av allari vøru skal kortini sum farmur oman til Havnar. Sostatt verður ferðslan helst størri og verri enn nakrantíð.

Fleiri onnur beinleiðis ósannindi eru í grundgevingunum. T.d. verður sagt, at við hesi loysnini sleppa vit undan, at pakkhús verða bygd upp fyri Skansan. Hetta við fleiri hæddum av bingjum og høgum pakkhúsum frammanfyri Skansan hevur fleiri ferðir verðið brúkt sum ræðumynd. Hetta er bara ikki satt - bingjuhavnin verður uttari við Molan, og húsini frammanfyri Skansanum verða lág og taka onki av útsýninum út í fjørðin.

Ætlanin við eini bátahavn - eini marina - er júst at skapa eitt mentanarumhvørvi rundanum Skansan, eitt livandi øki, har bátafeløg, sjóítróttur, matstovur, list, undirhald og annað kann ganga upp í eina hægri eind. Virksemið verður uttanum Skansan, ikki á Skansanum, ið skal varðveitast í sínum upprunalíki og gerast meira sentralur enn áður.

Ein annar pástandur er, at vit mugu sleppa undan at fylla longur út í streymasjógv í Nólsoyarfirði - hetta hóast, at allar kanningar vísa, at útbyggingin fer at betra munandi um viðurskiftini við Argjalandið. Árinskanningin vísir greitt, at útbyggingin hvørki er oyðileggjandi fyri útsýnið ella umhvørvið annars.

Hetta uppskot hevur onki endamál enn at skapa rumbul, sum bara kann føra til, at einki hendir.

Men uppskotið er helst ein funnin fressur hjá eysturoyingum, nú Marin Kathrina Frýdal og Tjóðveldi skjóta upp, at landshavnin kemur at liggja beint við endan á tunlinum, 10 minuttir úr Runavík - so er sjálvsagt, at hon einsvæl kann byggjast við Skálafjørðin.

Í hesum uppskotinum er als ikki tikin hædd fyri, at skal góðshavnin flyta niðan á Sund, so mugu allar staðbundnar funksjónir annars á havnalagnum flyta við. 5 -700 arbeiðspláss skulu flytast og eitt ótal av fyritøkum og amboðum somuleiðis. At fyrigykla fólki, at hetta er ein bílig og heppin loysn er fullkomiliga burturvið. Og at fyrigykla fólki, at hetta fer at minka um ferðsluna oman til Havnar er rætt og slætt møsn.

Hetta kann heldur ikki vera serliga hugaligt at hoyra hjá teimum, sum varða av øllum arbeiðsfólkunum á økinum hjá Tórshavnar havn.

Nýggja kommunuætlanin ásetur, at ein ætlan fyri samanhangin millum Tórshavnar havn og býin skal verða gjørd, sum fram um alt skal hava til endamáls at menna samstarvið millum virksemið hjá Tórshavnar havn og gerandislívið í býnum. Her eru øgiligir møguleikar, bæði á vinnuliga og mentanarliga økinum. Men taka vit virksemið á øllum verandi havnarøki burturúr hesi líkningini, so verður býurin steindeyður.

Heðin Mortensen
borgarstjóri