Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Tjóðskaparligur samleiki og trúarfrælsi

2014-06-20 15:28

Tann sum í hesum døgum dittar sær at nevna, at samkynt hjúnalag stríðir ímóti tí kristnu siðalæruni fær til aftursvar, at tað var eisini ímóti tí kristnu siðalæruni, at kvinnur fingu valrætt í sínari tíð, tá bíblian lærir at “maðurin er høvd kvinnunar”. Hettar verður uppfatað sum misbrúk av bíbliuni og Gudi í kjakinum.

Hetta lýsir trupuleikan sera væl – tað persónliga frælsi mótvegis tí nationala samleikanum. Valrættur til kvinnur avkristnar onga natión. Hettar kemur undir tað persónliga frælsi – homoseksuellar vígslur koma undir tann nationala samleikan.

Um samkynt hjúnalag skal vera ein borgarligur rættur, so hevur alt samfelagið skyldu til at virða hettar. Tað stríðir ímóti okkara nationala samleika sum ein kristin tjóð. Um vígslan er borgarlig ella kirkjulig er líkamikið. Tá vit í tí almenna rúminum, á arbeiðsplássunum, í skúlunum, í miðlunum v.m., ikki longur skulu hava loyvi til frítt at siga, at homoseksualitetur er synd, og at hetta vekur vreiði Guds, tá hava vit ein trupuleika við einum øðrum borgarligum rætti – trúarfrælsinum.

Somuleiðis hava viðhaldsfólk ført fram, at hetta er at “heingja seg í smámál”. Hví skulu vit “selektivt” taka hetta fram um so mangt annað? Til tað er at siga, at hesi krøv eru so víttgangandi, at tey eru óforeinilig við kristnu trúnna. Í øðrum samfeløgum, har tey samkyndu hava fingið hesi rættindi, hava trúgvandi mist arbeiði, og talufrælsið er vorið skert. Her eru nøkur dømir:

Ein trúgvandi maður í Amerika, sum vinarliga bað um at verða frítikin frá at móttaka teldupostar um at góðtaka og stuðla samkynd, misti arbeiði í 2002. Hetta hendi í samband við eitt átak í fyritøkuni - ein “Koma út úr skápinum” dag fyri samkynd. Tá hann ikki vildi biðja um umbering fyri hetta, og noktaði at undirordna seg rúmligheitspolitikkin, varð hann uppsagdur. Hann hevði starvast í fyritøkuni í 23 ár.

Ein lýsing í miðlunum frá eini kristnari samkomu í Írlandi í 2008 við tekstinum “The Word of God against Sodomy”, varð klagað til mynduleikarnar, tí hetta hendi um somu tíð sum Belfast Gay Pride skrúðgongan var. Hetta varð uppfatað sum homofobiskt, og hevði elvt til øsing fyri fleiri lesarar. Klagarnir fingu viðhald í hesum, og niðurstøðan var, at hetta var ágangandi og óhóskandi. Bíblian er sostatt ágangandi og óhóskandi, og brot úr henni kunnu bannast, um hetta er øðrum til “ástoyt”.

Tað elvdi til mikla øsing, tá ein trúgvandi vinnulívsmaður í USA, sum rekur eina fast-food matstovuketu, í juli 2012 alment úttalaði seg um, at hjúnabandið einans er millum mann og kvinnu, og tók avstand frá samkyndum hjúnarlagi. Hansara úttalisir um at hetta var at útfordra Gud, og bøn um at Gud mátti vísa natiónini náði, førdi til harða mótstøðu frá homoaktivisum. Hann hevur nú fingið at vita frá ráðharraleiðarum í fýra býum, at hansara matstovuvirksemi ikki er vælkomið í teirra øki.

Hesi dømir vísa greitt, at útsøgnin um at legalisering av samkyndum hjúnalagi (um tað so bert er við borgarligari vígslu) ikki skal taka nakað frá øðrum, ikki er røtt. Hetta kann skjalprógvast. Nú verður tað ein annar bólkur í samfelagnum, sum fer at fáa ein trupuleika. Tað fer at hava grundleggjandi ávirkan á alla okkara mentan. Okkara nationali samleiki - og harvið alt samfelagið – fer atgerast veikari. Tá ið vit ikki longur skulu hava eina greiða støðu til hvat er normalt og hvat er ónormalt – tá koma vit út í trupuleikar.

Danmark er eitt gott dømi um, at samkynt hjúnalager ein glíðibreyt. Her kom lógin um registreret partnerskab í gildi í 1989, og hetta hevur nú “ slóðað fyri”, at tey samkyndu í dag hava fingið øll tey somu rættindi sum tey normalu – eisini kirkjuliga vígslu. Nakað sum fyri 50 árum síðani var óhugsandi.

Kelda: wayoflife.org What Rights Will Others Lose When Homosexuals Gain Their Rights?