Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Tjóðpallurin verður í Havn

2019-04-14 14:16

Tað er sjálvsagt at Tjóðpallurin skal vera í høvuðsstaðnum;  býráðið samtykti í 2014 at leggja Tjóðleikhúsið á Skálatrøð og eingi mótmæli vóru um tað tá. Tá staðsetingin var avdúkað segði táverandi borgarstjórin: “ Byggi- og býarskipanarnevndin í Tórshavnar kommunu hevur gjørt eitt stórt fyrireikingararbeiði, og sjálvur meti eg hetta vera eina ta størstu staðsetingaruppgávu, sum vit í kommununi hava havt, júst tí, at talan er um eitt tjóðleikhús – eitt livandi mentanarhús til okkum allar føroyingar, sum høvuðsstaðurin fegin unnar bestu sømdir. Skálatrøð er mest framúrskarandi stað í Føroyum, mitt í Havn, tætt við allar hentleikarnar í miðbýnum og hugnaligu Vestaruvág.

Stendur tað til mín sum forkvinnu í mentanarnevndini verður staðsetingin ikki broytt. Fara vit at vingla, verður tað eins og við Musikkskúlanum, sum í áravís fartaði sum eitt vilfárilsi kring býin frá einari til aðra staðseting til hann endaði úti á Landavegnum. Og ein tann fyrsta avgerðin sitandi býráðsmeiriluti tók, var at fara undir at byggja nýggja Musikkskúlan úti á Landavegnum. Tann søgan sigur okkum, at vilja vit Tjóðleikhúsinum væl, so halda vit fast við verandi staðseting.

Tað tykist sum at summi halda, at Havnin fyrst og fremst skal vera fyri bilar. Menniskju og bygningar mugu laga seg eftir bilunum, ið skjótt eru fleiri í tali enn íbúgvararnir. Borgarstjórin í Runavík er skjótur at fanga stemningin og lovar mótmælisfólkunum, at tey skulu ongan ampa hava av, hvar bilarnir skulu parkerast, tí Tjóðpallurin er vælkomin at liggja í Runavík.

Eg fái meg ikki at trúgva, at flestu Havnafólk ikki duga at lyfta seg uppfrá og síggja tær stóru visjónirnar og at vit mugu menna okkara bý sum tað sømir seg einum høvuðsstaði, við virðing fyri sær sjálvum. Og í einum framtíðar høvuðsstaði, heimstaði hjá út ímóti helminginum av landsins íbúgvum, har hava vit hjarta- og húsrúm fyri einum Tjóðpalli.

Tjóðpallur Føroya hevur serstaka støðu her í høvuðsstaðnum. Tórshavnar kommuna hevur altíð gingið undan at stuðla leiklistini, bæði tá tað kemur til áhugaleikin í Sjónleikarahúsinum, sum jú er okkara býarteatur, og tá ið Gríma í sjeytiárunum tók fyrstu yrkisleiklistaligu fetini við Eyðuni Johannessen á odda.

Lat okkum ikki køva hesar stóru hugsjónir av ótta fyri hvar bilarnir skulu vera. Býráðið arbeiðir av álvara við parkeringsloysnum og tað liggur í avtaluni millum TK og Landsstýrið at ein loysn skal vera funnin til parkeringina, áðrenn farið verður undir at byggja Tjóðpall á Skálatrøð. Vónandi ger løgtingið sín part eisini.

Tað verður uttan iva eitt forkunnugt og spennandi tiltak í Runavík 2. Páskakvøld, har hugleitt verður um skonnartina Kongshavn og um rithøvundan Magnus Dam Jacobsen, sum borgarstjórin eisini siterar í greinini.  Bókin “í Grønlandi við Kongshavn” er eitt vælaverk, sum eg tíðum lesi í, tí altíð fæst okkurt nýtt burturúr henni. Einastaðni hugleiðir Magnus á Kamarinum um økið kring Konradsbrekku í gomlu Havnini og um Skálatrøðna: ....”Aftanfyri liggur Skálatrøðin, barnalond okkara. Træðirnar hava gjørt sína nyttu. Her veltu forfedrarnir upp úr nýggjum, til kúfóður og eplaveltur.” .. “Skálatrøðin víkir nú fyri nýggju tíðini. Brotna Brúgv og fjørðan, Lítlavík, seyðaberg-, skrubbu-, flundru- og reyðfiskamiðini, fliðurnar, kræklingarnir, goggurnar, vegirnir, vit høgdu inn í tað bleyta royðugrótið til smáu bilar okkara, alt liggur hetta undir sprongdum klettum. Skálatrøðin livir í minninum, men tey eru góð.”

Og vit kunna taka Magnusar orð til okkum, at enn einaferð má Skálatrøðin víkja fyri nýggju tíðini. At lata eitt tað besta pláss í Havnini vera verandi eitt deytt og oyði parkeringspláss sømir seg ikki hesum stað, ið hevur potentiali til nakað stórt.

Fari at enda at geva okkara grand old man innan teatur í Havn, Eyðun Johannesen, orðið, - hann skrivar:

“Tá eg síggi Tjóðpallin á Skálatrøð - TIDNUNA - skal eg kenna meg drignan at nøkrum, ið ikki er snórabeint, loddrætt og fýrakantað, men ber dám av onkrum duldarfullum, skeivum og á skák, ið talar til mítt forvitni.

Eins og eg á sinni á útferðum undir bjørgum varð vaggaður innanborða, leiddur millum drangar og flúrar inn í gjáir og helli við komandi og farandi ljósgeislingum úr sprungum og niður úr helluloftinum.

BERGTIKIN!

Tað liggur á okkum, ið eru uppi á døgum nú, at verða framskygd og víðskygd og taka tær røttu avgerðirnar, sum eftirkomarar okkara fara at takka okkum fyri.

 

Gunvør Balle

Forkvinna í mentanarnevnd Tórshavnar býráðs