Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Tjóðpallur Føroya, professionalisma og gandakend nánd

Sunnukvøldið var eg til leik í gula húsinum í Tórsgøtu, Tjóðpalli Føroya, og upplivingin var ein opinbering av teimum heilt forkunnugu. Eitt jólaævintýr eftir Charles Dickens, sum hann skrivaði í 1843, stóð livandi fyri okkum hesa løtuna. Boðskapurin, um at góðska, umsorgan, samkensla og vælgerð eru okkara einasta sanna yrki, stóð sterkur á okkara høvuðspalli.

Har vóru fýra sjónleikarar og tríggir tónleikarar umframt øll hini, sum bæði undan og undir sýningini gjørdu sín ómissandi part. Upplivingin av pallinum var góð, og tá eg nú veit, hvussu trong korini á allan hátt eru aftanfyri, so varð undranin aftur hesaferð: hvussu kann mann fáa so stórbæra rúmkenslu? Tí hon var sera góð – dró meg burtur úr Havn í Føroyum, tann 18.november 2018, til Onglands um hálva 19.øld – við einføldum dygdarsmíði, við ljósi og myrkum leiktjøldum. Violinin, fagottin og pumpuorglið spældu sín heilt grundleggjandi leiklut í tíðarfesting og viðvíkjandi huglagi – einum hugnligum jólaljóði undir spøkilsisjólasøguni. Teir kendu bretsku carols, so sum “On christmas day in the morning” og “It came upon the midnight clear” komu nærum undan egnari húð, so væl lógu teir undir.

Harafturat var sjónleikurin ein taktil uppliving av teimum stóru. Klæðini fyltu nógv í rúminum og tú føldi við eygunum, hvussu hjúklað var um búnar.

Eg haldi, at leikararnir spældu so sera væl. Páll Danielsen bar hendan kalda og harða mannaleiklutin framúr væl, men ikki minni væl skiftið eftir eina jólanátt fulla av royndum. Beinta Clothier var sum vant full av úttrykki, og sonurin spurdi mitt undir leikinum, “men, hvussu klárar hon at gráta?”, tí mangar vóru løturnar, har tey førdu okkum djúpt í hjartans tyngru kenslur. Herfinnur Árnafjall fylti rúmið meistarliga við rødd og klettaføstum leiki og hesin ungi Jákup Dahl Wardum var ein trúverd, heit og løtt mótvekt móti kensluleysa mammubeiggjanum.

Hetta var leiklist á høgum støði, og eg fegnist um, at eg aftur og aftur kann uppliva slíka í úrvaldum leikum, sum bæði fevna um klassikarar – bæði harmleikir og skemtileikir – bæði um nýtt føroyskt tilfar eins og nýliga týddar leikir. Bæði til børn, vaksin, familjuna og til kennaran. Eg fegnist um, hvat Tjóðpallur Føroya ger fyri okkum og um, hvussu hegnisliga verður stýrt í so trongum kørmum – bæði fíggjarliga og fysiskt. Her er eitt dagligt stríð fyri góðari leiklist, tað kennist á øllum brøgdum.

Afturat listini kemur tann gandakendi veruleiki, at hetta er alt skapt beint her ímillum okkara. Í hesum landinum. Kenslan av nánd og harvið størri virðing fyri listini styrkist jú við, at har gekk lítlibeiggin hjá floksfelaganum, sum í dag er operasangari í Eysturríki, men sum javnan ríkar okkum pallistina her heima. Har sat fjølbroytt gávuríki tónlistamaðurin, trímenningurin, sum líkist ættini, eg vaks upp hjá. Har sat ungi næmingurin hjá familjuvini okkara Nikos, har gekk ommudóttir grannakonuna og stýrdi øllum við professionellari hond.

Aftanfyri var leikstjórin Tórgarð, sum hevur spælt so nógvar leikir og leiklutir, men sum eisini er ein framúr leikstjóri, leikritatýðari, og sum hevur tillagað hendan leikin til júst tað prakteksemplar, sum hann er. Og soleiðis eru vit øll samantvinnað og spæla ymiskar leiklutir í hesum samfelagnum.

Samstundis hugsaði eg um vøkru bókaútgávuna, Eitt jólaævintýr, við tekningum eftir Roberti Innocenti, sum holla roknilærarinna mín í Leirvíkar skúla, Lena Jacobsen úr Sandvík, hevur umsett, og sum er givin út í 2015. Og tað fyrsta, vit gjørdu, tá vit vóru komin aftur til Norðargøtu, var at lesa nakrar síður úr henni.

Hesa nánd eiga vit í Føroyum fram um onnur lond, og tað er imponerandi, at einki veruligt kompromis verður gjørt, men at hon sleppur at vera samangrógvin partur av professionalismuni. Og Tjóðpallur Føroya er ein hornasteinur í føroyska mentanarlívinum, ein viti í leiklistini, sum hevur heilt serliga uppgávu – fram um býar- og bygdaleikhús kring landið. Tey eiga hvør sítt pláss og sín leiklut, og nú er tíðin komin, at Føroyar byggja sítt fysiska tjóðleikhús – innihaldið og starvsfólkið á økinum eiga vit, og tey fjølgast til gagns fyri land og fólk og tungumál, hóast vit enn eiga eftir at fjálga meira um korini at starvast sum listafólk í Føroyum.

Tjóðleikhús, nýggir karmar, eru á fíggjarlógini og í langtíðarløguætlanini - við støðlaðum pengum og játtan á fíggjarlógini 2019 røkka vit rættiliga langt til at fyrireika verkætlanina fram ímóti bygging. Lóg um Tjóðpall verður fyrireikað; tað er fráboðað í løglistanum í frágreiðing løgmans á ólavsøku. Tað tykist ikki lætt at fáa fígging til at byggja týdningarmiklar mentanarstovnar – tann seinasti av slagnum, sum Føroyar bygdu til sítt endamál, var bygningurin hjá Føroya Landsbókasavni frá 1980. Latum okkum fevna verkætlanina at byggja hesi livandi listini sítt tignarliga heim.

Við hesum vil eg mæla øllum, sum hava møguleikan, at fara til 48. leikverk hjá Tjóðpalli Føroya.

https://www.tjodpallur.fo/tidindi/eitt-aevintyr-um-veruleikan 

Hanna Jensen