Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Tjóðleikhúsið - gíslatøka millum loysing og samband

2019-03-22 09:50

Sum leiklistafrøðingur og valevni Javnaðarfloksins til komandi løgtingsval havi eg sitið og fylgt orðaskiftinum í morgun um uttanhýsis fígging til tjóðleikhús.

Hetta orðaskiftið var úr enda í annan meira ein spurningur um, at Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin nýttu høvið at skamma Tjóðveldisflokkin í mun til ymiskt annað í hesum valskeiði.

Hetta var ikki eitt virðiligt orðaskifti um eitt týdningarmikið mál, men heldur runukast milllum tingfólk.

Nøkur vóru , sum vístu sjálvum málinum virðing – serliga kvinnuligu røddirnar bæði úr andstøðu og samgongusum tóku orðið á tingsins røðarapalli og í salinum. Tær høvdu allar lisið skjølini og hildu seg til málið, sum orðaskiftið var um.

At fólk taka orðið uttan at hava lisið uppskotið og skjølini, ið fylgja við, er átaluvert og óvirðiligt.

Hetta vísir veruliga, at nógvir av hesum politikarum hava onga virðing fyri hesum málinum yvirhøvur, men vilja brúka tað at kasta runu á hvønn annan og annars at tryggja sær sjálvum og flokkinum fleiri atkvøður, nú vit stunda ímóti vali.

Tað liggur eitt stórt arbeiði aftan fyri hesar 50 síðurnar, sum arbeiðsbólkurin hevur gjørt, har yrkisfólk innan leiklist hava verið hoyrd, men sum fleiri av andstøðulimunum kalla eitt A4 ark.

Teir hava allarhelst heldur ikki lisið meir enn eitt A4 ark av hesum 50 eftir orðaskiftinum at døma.

Eisini er tað átaluvert, at andstøðulimir siga seg sjálvar og onnur í tinginum spæla yrkisleik. At sjónleikur verður spældur í tinginum er einki at ivast í, men at vera yrkisleikari er nakað tú verður, tí tú hevur nomið tær útbúgving.Høvdu teir kanska tosað um, hvør teirra var besti lækni ella sjúkrasystir í samband við umtalu av sjúkrahúsverkinum? Ella hvør teirra var besti lærari í umtalu av skúlaverkinumNeyvan.

Meira virðiligt kjak um mentanog tey fólkið hava valt sær yrkisleið innan mentantakk!

Birna Heinesen,
valevni Javnaðarfloksins