Tjóðfundarleið - ikki fundarhøli

At vit føroyingar eru serstøk tjóð, og at rættindi, vald og lógir allar skulu mynda hesa sannroynd, er ein tjóðskaparlig sjálvfylgja. Grundleggjandi er stjórnarskipan okkara, ið skal vera lunnur undir øllum rættindum, valdi og lógum føroyinga. Tað kann tí bert lýsast sum tjóðarspilla, og vanrøkt av føroyska fólkaræðinum, at lata hesa stjórnarskipan reka fyri so óvanligum mið-og hugsjónarloysi, sum Løgtingið hevur sýnt, við at lata alla rættarligu framtíð okkara avmarkast til paragraffir, kaffi og fundarhøli við so nevndu §25 nevndini. Tað er fullkomið meiningarloysi at lata partapolitisk áhugamál spæla ein leiklut í stjórnarskipanini. Kjarnin í rættarsamfelag okkara, komandi stjórnarskipanin, verður avmarkað til konservativa uppøsing í miðlinum. Ímeðan roynur “Javnaðarflokkurin” at prógva, at tey eru før fyri at hava eina hugsan um nakað, og hvat listi E tekur sær til, er ilt at gita. Og Sambandsflokkurin, sum ræðist alt, sum bara líkist skugganum av at taka ábyrgd á sær sjálvum, misnýtir sína støðu til spreiða síni ósannindi um hvussu lítil, fáment og hjálparsleys føroyska tjóðin er, og tað er frægast at lata yvirvøldina taka sær av sovorðnum. Úrslitið er har eftir: 6 mánaðar afturat ljóðar umbønin frá formanninum í §25 nevndini – tí tey seinastu 20 árini hava ikki verið nóg lang tíð. Hetta eru fólk, ið skulu veljast, og føra seg fram fyri miðlinum. Hava tey nakað at missa, so hava tey eisini nakað at vinna. Framtíð Føroya skal ikki byggjast á valagn, persónlig áhugamál og politiskan glantrileik, men á veruligt føroyskt fólkaræði.
At fáa stjórnarskipan okkara í lag, er eitt altýðandi mál fyri føroyingar – men illa er gingið, tí vit grúlva eftir øllum at døma enn. Stjórnarskipanin skal tryggja okkum fólkaræði og frælsi her á landi, og tað er tí heilt óskiljandi, at tilgongdin at gera hana ikki er fólkaræðislig. Við kaffi- og wienerbreys tilgongdini, ið bert tænir Sambandsflokkinum, kann stjórnarskipanin ongantíð rópast fólksins lóg, og so als ikki tjóðarsemja føroyinga. Tí mugu vit droppa nevndirnar, droppa politikkarar og paragraff-klubbar, og heldur lata føroya fólk skapa stjórnarskipanina sjálvi. Tá prógvar hvør bókstavur í lógini ræðið og valdið hjá føroyingum í Føroyum. Tað politikkur fyri fólki, og ikki bert fyri politikarar og teknokrátar. Hendan leiðin er tjóðfundarleiðin! Kring landið alt, skulu eini 50 umboð veljast á beinleiðis vali til at umboða ymsu økini á tjóðfundnum. Tjóðfundurin skal skipast við almennum fundum kring oyggjarnar, har øll kunnu bera fram hugsan sína, so at tað eru tú, eg og vit øll sum skapa lógina. Tjóðfundurin ger endaligt uppskot til føroyska stjórnarskipan, og verður hetta uppskot lagt til bindandi fólkaatkvøðu. Hetta verður lógin, ið hevur vælvild og heimild fólksins, og tíðskil hægsta lóg í landinum. Hetta er ikki bert hugsjón Unga Tjóðveldisins, men av sonnum, fólkaræði í sínum fagrasta líki. Vilja vit nakað við okkara samfelag, so mugu stig takast at loysingini. Og hóast at stjórnarskipanin ikki merkir fullveldi, so ferð hon við tjóðfundarleiðini at merkja, at í Føroyum ráa føroyingar eina, sjálvt um vit ikki eru fræls enn. Og so sjálvandi, at fólki kann taka tað vald aftur, sum tað hevur latið Løgtinginum, tá tey fólkavaldu ikki taka seg saman.

 

Vegna Unga Tjóðveldið,

Brandar Heðinsson, virkandi formaður