Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Tín meining er ikki óheft vísindi, Jonhard

2014-02-16 23:46

Svar og spurningar til Jonhard Mikkelsen

Sjúrður Skaale

Jonhard Mikkelsen vil føroyskum máli væl, og hevur eisini gjørt stórt arbeiði føroyskum at frama. Tað eigur hann allan heiður fyri.

Har nógv orka verður brúkt, eru kenslurnar sterkar. Og tá kann vera so skjótt, at lopið verður framav. Tað vóni eg er hent, tá Jonhard skrivaði greinina, ið hann sendi miðlunum sunnudagin.

Tí har sigur Jonhard Mikkelsen, at eg skal hava skrivað eitt bræv frá Bjarna Djurholm til Henrik Old (sic!). Eg fari fyrst av øllum at spyrja hvat hetta er fyri bræv, hvat stendur í tí, og nær tað er dagfest. Kann hann ikki svara uppá tað, fari eg at biðja hann taka orðini aftur.

Síðani ákærir hann meg fyri valdsmisnýtslu í spurninginum um hatta vælsignaða alfabetið. Tað er ikki hissini ákæra. Eg fari at biðja hann greiða frá hvat tað er fyri vald, ið eg havi misnýtt og hvussu tað er misnýtt. Kann hann ikki tað, fari eg at biðja hann taka orðini aftur.

Sannleikin er, at eg havi einki vald í hesum spurningi. Tí kann eg heldur ikki misnýta nakað vald. Tað einasta eg havi gjørt farnu mánaðirnar, er, at eg havi tikið lut í orðaskiftinum um spurningin. Tað havi eg gjørt, tí eg - eins og Jonhard - eri góður við føroyskt og vil føroyskum væl.


Spurningar

Eg havi eisini nakrar spurningar til Jonhard. Teir skulu ikki takast illa upp, men verða settir í bestu meining.

Jonhard kallar í greinini eitt alfabet, sum hýsir stavum sum C, X og W - sum føroyingar brúka dagliga og nógvir føroyingar bera í sínum føroyska navni - fyri eitt "danskt abc". Hóast sama alfabet hevur allar serføroysku stavirnar við - og ongan serdanskan.

Kundi Jonhard greitt frá hví hetta er eitt "danskt abc"?

Jonhard sigur at eitt alfabet, sum ikki hevur ávísar bókstavir við, tryggjar at "alt skrivligt samskifti á føroyskum heldur seg til somu reglur."

Kann Jonhard greiða frá hví føroyskt ikki kann halda seg til fastar reglur fyri tað, um vit hava allir stavirnar við í alfabetinum?


Einki fólkaræði?

Ein partur av brævinum hjá Jonhardi er eitt sindur ófrættakendur.

Hann sigur, at "Føroyska stavraðið er bara eitt málfrøðiligt mál. Tað er leyst av politikki, tíðarbundnum hugskotum og hugburði hjá fólki." Jonhard fær tað eisini at síggja út sum um, at tað skerda alfabetið onkursvegna er "vísindaligt" - mótsett tí, sum hann kallar "hissini tíðarrák ella meiningar hjá einstaklingum".

Tað er altíð vandi á ferð, tá fólk halda sínar subjektivu meiningar vera vísindaliga rættar. Tá rínur kritikkurin ikki við. Tá steðgar kjakið. Tað endar demokratiið.

Eg fari tí at spyrja um Jonhard kann vátta, at nógv - sambært eini meiningarkanning meirilutin av Føroya fólki - eru ósamd við hann og vilja hava eitt fult alfabet.

Kann Jonhard vátta, at nógvir málfrøðingar, nógvir rithøvundar og nógv vird mentafólk eru ósamd við hann og vilja hava eitt fult alfabet?

Kann Jonhard vátta, at nógv foreldur hava kent okkara navnalóg - sum verður umsitin við støði í skerda alfabetinum - sum argaligan formyndaraskap?

Heldur Jonhard, at øll hesi bara stillisliga skulu geva seg undir tann "vísindaliga" málpolitikkin, sum hann umboðar? Ella virðir Jonhard fólkaræðið í hesum spurningi? Heldur hann, at hugsanin hjá Føroya fólki eisini skal hava týdning, tá vit tosa um Føroya mál? Ásannar hann, at meiningar skulu roynast og brýnast í opnum kjaki?

Ella skrivar hann sum hann ger, tí hann vil sleppa at leypa fólkaræði um?


At enda

Jonhard heingir fleiri spjøldur uppá okkum, sum hann nevnir við navni í síni grein: Vit eru bæði "valdssjúkir", "fiflarar" og annað gott.

Slíkt kann í sinnismuni gleppa sjálvt tí mest sakliga av munni viðhvørt. So tað er í lagi.

Men eg fari vinaliga at biðja hann taka aftur tað, sum hann av órøttum kastar mær fyri. Og eg takki fyri, um hann vil svara spurningunum.