Semjusøkjandi samstarv í Ríkisfelagsskapinum gevur búskaparligan stabilitet, vælferð og góð úrslit fyri Føroyar

Tillukku Kringvarpið við keldukritikkinum!

2014-12-19 16:17

Kringvarpið hevur gjørt ein professionellan vørr við at lata ein løgtingskandidat hjá Tjóðveldi "ummæla" bók hjá einum sambandspolitikara

Ongin kann siga annað enn, at knassarnir í Kringvarpinum gera tað, teir eru mentir. Ótroyttiliga taka tey tung tøk saman við Tjóðveldinum til frama fyri felags sakini.

Tak t.d. sendingina "Grindin" í gjár. Tá "ummæltu" journalistisku kapparnir eina bók, sum undirritaði hevur givið út og nevnist "Okkara maður á Christiansborg".

Hetta var journalisma á hægsta fakliga stigi: ein løgtingskandidatur hjá Tjóðveldi "ummælti" innihaldið í bók hjá sambandspolitikara.

Fær tað verið meira professionelt, óheft og seriøst? Nei, tað gerst ikki betri enn tað sama.

Eitt stórt tillukku til tykkara í Kringvarpinum við aftur og aftur at vísa, at tit eru uppgávuna vaksin, og at kringvarpsgjaldið veruliga er trygd fyri óheftni og journalistiskari professionalismu av hægsta karat.

Gleðilig jól og drívið nú á!

Edmund Joensen

fólkatingsmaður fyri Sambandsflokkin