Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Tilhaldið tjúgu ár

Røða í sambandi við at Tilhaldið hevðir 20 ár á baki

Ein avleiðing av, at fólk sóu tørvin, tóku stigið, brendu fyri nøkrum, hingu í og fingu undirtøku í fólki og kommunu. Og ikki eru tað smáting sum liggja eftir, bæði av lutum, brøgdum, sangi og fimleiki, nýggjum bondum, eins og tímum við samveru og vælveru til likams og sálar.


At fara av arbeidsmarknaði hevur nakrar avbjóðingar við sær, tí í flestu førum eru fólk væl fyri, og dagarnir og tímarnir, sum áður fóru til eitthvørt lønt arbeiði, hava nú ikki skrá ella skipað innihald. Og tí eru slík tilhald og slíkir felagsskapir gull verdir, og onkursvegna við til at geva fólki nýggjar rásir, nýggjar vinir, nýggjar vanar og nýggjar samleikar, alt eftir hvat hugur stendst til. Og aftur, stóra tøkk skulu tit hava fyri tað, - nevndir og leiðslur gjøgnum tíðina og mongu tit, sum í aðrar mátar, hava lagt orku í Tilhaldið hesi nógvu árini.

Samstundis ræður um, at vit byggja víðari og flyta okkum alla tíðina, so at tað sum hugur stendst til, verður fjølbroyttari, og at øll, ið hava brúk fyri felagsskapi, finna sín felagsskap. Tí kenslan av einsemi er ymisk, eins og vit eru ymisk sum menniskju.

Vit kenna útsagnirnar um einsemi hóast parlag,um einsemi hóast felagsskap, og um at kenna einsemi sum áskoðari til nakað, sum ein ikki sjálvur er partur av. Tí hevur tað so stóran týdning við fleiri samansjóvingum av fólki.

Tað er størri og størri einsemi millum eldri – eins og aldurdómstekin sum verri hoyrn, verri sjón og verri flytføri kann gerast ein brekka, sum tekur móti frá okkara eldru og ger, at tey hava lyndi til at goyma seg burtur. Hesum eiga vit at koma til lívs og arbeiða meira við.

Tí vilja vit sum kommuna ynskja og leggja upp til fleiri tilhald, og at endurskoða, bróta úr nýggjum og víðka um hugtakið, frá tí kenda góða staðbundna, til tað ókenda, óformliga og óstaðbundna. Og at fólk og bólkar finna øll høvi at koma hvørjum øðrum við og taka sær av hvørjum øðrum, hvar tað skal verða.

Sum kommuna nýti eg eisini hetta høvið at vísa á, at okkara hægsta ynski er, at okkara eldru trívast og hava tað gott og  at kommunan hevur støð og fermetrar, sum kunnu nýtast og kombinerast við eldrasamveru.

Orsøkin til, at eg, sum politikkari, við ábyrgd fyri eldrarøkt og sum politikkari við ábyrgd fyri pengunum, ikki havi kastað handklæðið í ringin, nú tað verða so nógv fleiri eldri enn yngri, eru júst hesar væntanir  og ynski um, at vit lyfta í felag, og at vit síggja hetta sum eina felags avbjóðing og eina felags uppgávu.

Samfelagsiliga menningin, skipað arbeiði fyri mann og kvinnu og lønt arbeiði hevur havt ta baksiðu, at viðurskiftini og lívið tykist at steðga á, ella steðga upp, tá henda skipan heldur uppat – og í fleiri førum gevur fóllki kensluna av ikki at hoyra til og kensluna av, at brúk ikki er fyri einum. Hetta hoyra vit ofta, tá tosað verður um tað at eldast og tá tosað verður um einsemi.

Ungdom går i flok, manddom går i par, alderdom går ensom. Ella vilja vit tað øðrvísi? Jú, víst hava vit brúk fyri góðum kreftum,víst hava vit brúk fyri hvørjum øðrum, víst hava vit brúk fyri royndum og lívsvísdómi, og er tað bert viljin, hugflogið, næstakærleikin, samanhaldið og eldsálirnar, sum gera av, hvussu vit brúka hvønn annan aftaná lokið arbeiðslív. Líka sum tá byrjað varð við Tilhaldinum á sinni.

Vit hava brúk fyri at hoyra til, vit hava brúk fyri nøgdseminum og viðurkenningini í tí, at vera ein partur av nøkrum og at vera nakað fyri onnur. Sum eisini afturvendandi verður nevnt sum uppbyggjandi, lívsjáttandi og gevand fyri allar partar.

So enn einaferð, stóra tøkk fyri hetta høvið at seta sjóneykuna á okkara felags tilveru og avbjóðingar, og hjartaliga tøkk fyri eitt so gott samfelagsligt arbeiði ígjøgnum drúgva tíð, og tøkk til tykkum mongu, ið tóku undir við og tóku av innbjóðingini um tilhald.

Hjartaliga tillukku við degnum og blíðan byrð framyvir.

Bergun Kass, Tórshavnar Býráð