Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Tilætlað ella hvat?

2014-02-06 21:10
Fyri kortum segði Poul Michelsen, ein av okkara fremstu vinnulívsmonnum, at um ein hevði snýtt í tolli, so átti viðkomandi ikki at sitið sum fíggjarmálaráðharri í dag. Kanska ikki orðarætt, men meiningin var púra klár.

Sami vinnulívsmaður hevði orsakað kreppuni fyrst í hálvfemsunum, helst somu trupulleikar sum nógvir aðrir. Men við sínum royndum og dugnaskapi, so hóraði hann undan kreppuni soleiðis, at hann í dag framvegis hevur eina blómandi fyritøku.

Tað hevði verið óhugsandi, um felag hansara hevði komið í eina kreppustøðu, at hann við beráddum huga gavst við at lata fakturar og roknskapir inn til avvarðandi myndugleikar. Ei heldur, at hann hevði farið til Taks at krevja at fáa sínar vørur út, samstundir sum hann var vitandi um, at fakturarnir lógu í eini skuffu hjá fyritøkuni. Tí uttan teir neyðugu fakturar, sum eru avgerandi fyri at avgreiða mvg, so var hann fult greiður yvur, at tað ikki kundi lata seg gera.

So var bert ein møguleiki eftir, og tað var at fara til tær ymsu skipaavgreiðslurnar, og greiða teimun frá, at fyritøkan hevði ein tollkreditt. Men eisini her var omanfyrinevndi vinnulívsmaður greiður yvir, at hazardspælið var tapt.

Er tað ikki júst tað sum er hent í " tollmálinum"? Men fyri at krógva útyvir bæði tollundandrátt og beinleiðis ósannindir, var hildin ein væl tilrættalagdur manipulerandi politiskur fundur. Har Christian Andreasen saman við sínum klienti, sitandi fíggjarmálaráðharra, sum tveir gandakallar, og við beinleiðis ósannindum og teirra oratorisku evnum, fluttu hesa ótespuligu tollopera yvir á Tollstovuna, eins og fjølmiðlarnar.

Undirritaði eins og mong onnur væntaðu, at fíggjarmálaráðharrin her fór at taka frástøðu, eins og biðja um forstáilsi og umbera tey mistøk, sum hann hevði gjørt í fortíðini. Ístaðin fyri sat fíggjarmálaráðharrin við eini ótrúligari arrogansu, har hann í 1 tíma og 40 minuttir válkaði sær í sínum egna politiska skarni.

Tá fjølmiðlarnir settu spurningar, hvussu hann kundi reka fyritøkuna, uttan at lata roknskapir inn, so slerdi hann tað upp í glens. Ja, tað var líkasum, at hann hevði ilt av og tók synd í fjølmiðlunum, og gjørdist irritabul at fáa sett hesar spurningar, sum eftir hansara tykki vóru aldeilis óviðkomandi. Her var einki at koma eftir, og so hevði hann "tann besta á økinum" við síðuna av sær.

Sjálvt um ein fyritøka hevur ein tollkreditt, so hevur fyritøkan ábyrgdina av, at innan so og so nógvar dagar, so skal faktura leverast inn til tollstovu, soleiðis at mvg kann roknast av vøruni.

Eru tað tollmynduleikarnir ið hava ábyrgdina av, at N. Niclasen hevur ligið inni við fakturunum? Og átti ikki ein pera at blunka, ella lýst hjá stjóranum, tá felagið í gjøgnum langa tíð ongar tollrokningar fekk frá tollstovuni. Ella var tað við beráddum huga, at sum við tollkredittinum, so skuldi ábyrgdin ikki ábyrgdast N.N. men tollstovuni?

At tað nú sambært Degi og Viku verður staðfest, at als eingin rokniskapur hevur verður latin inn hesi árini, tað vísur at sitandi fíggjarmálaráðharri Føroya ikki bara hevur gjørt seg sekan í tollundandrátti. Afturat tí hevur hann á fundi sum vardi í 1 tíma og 40 minuttir ikki bert hildið fjølmiðlarnar fyri gjøldur. Eisini hevur hann í almennum fjølmiðlum yvur fyri Føroya fólki alment gjørt seg tíl ein gemenan lygnara. Og tað er als eingin ivi um, at hann við ikki at hava latið mynduleikunum ársroknskapirnar hesi árini, so var tað ein finna í einum talvi, til at turka ábyrgdina uppá tollmynduleikarnar.

Somuleiðis var við tolllkredittinum, har hann við sínum svikabrøgdum bevíst legði alla persónliga ábyrgd frá sær. Kann hetta veruliga fara aftur við borðinum, uttan avleiðingar? Ella er politiska skipanin so korrupt, at ein politikkari kann snýta sína egnu umsiting, sum hann í dag hevur hægstu leiðsluna av?

Hevði tað snúð seg um danska fíggjarmálaráðharran, so hevði hann ikki sitið nógvar dagar aftaná eina sovorna gølu.

Her grína politikkarnir og samgongan, samstundis sum teir biðja okkara fjølmiðlar "fara til arbeiðis".