Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesarin

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Til Tórshavnar býráð !

 Áheitan til Annika Olsen og Tórshavnar býráð...!!

Hvør lítil bygd runt land okkara hevur ein minnisvara um tey sum ikki berða boð í bygd/bý, tey vilja ikki at teirra sum ikki komu aftur, verða gloymd, tey sum vara av gloyma ikki, men at eftirkomarir og tey sum búleikast í bygdini skullu minnast tey sum fingu váta grøv.... ØLL uttan Havnin. Havi meyla og tosa um hetta so ofta... Hetta var hjartamál hjá pápa, er vorði mítt hjartamál, og eg skilji ikki hví vit IKKI kunnu hava ein minnisvara um okkara her í Havnini sum ikki bórðu boð í bý...og tað eru ikki so fá, Heðin lovaði men fekk ikki gjørt tað, eg vóni og biði eftir, at tey sum mist hava, kunnu fáa ein minnisvara sum er teirra. Alt gott og eg havi respekt fyri minnisvaranum uppi í viðarlundini, men hann er fyri øll tey sum fóru av kríksáðum...friður verði við minni teirra <3
Vit í Tórshavnar Kommunu skullu eisini hava ein minnisvara, ríkasta kommuna í landinum mátti kunna funni tað sum finnast skal fyri at hetta verður gjørt. Eg dugi ikki at ímynda mær støðuna ikki at hava eina grøv at vitja tá deyðin krevur sítt, so góða Annika, og tit sum nú sita har, hugsi um tey, tey krevja ikki tað stóra, men eitt stilt stað har tey kunnu fara tá áleikar og sorgin nývur..... <3 <3