Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Til Tjóðveldi

2014-08-04 20:49

Eldrað Tjóðveldið óttast øktu skuldarbindingina av føroyska landskassanum við heili fimmti prosentum yvir tíggju ár, samstundis sum lands- og kommunukassarnir hava tikið eina helvt meiri inn frá fólki í skattum og avgjøldum hesa somu tíð. 

Hesin peningurin hevði ligið munandi betri í lummunum hjá løntakarunum, sum tá høvdu fingið eina hylling á, um tað nú mundi loysað seg at arbeiða ella ikki.

Tað undrar almikið, at tann búskaparvøkstur, ið so at siga svimur upp á land av sær sjálvum, verður inntøkuførdur sum skilvísur politikkur, samstundis sum politisku inntrivini við árligum landskassahalli, ið økja um skuldarbindingina, verða tagd burtur.

Hildið verður, at føroyska samfelagið lættliga fær ein álvarsaman skelk, um búskaparliga flóðaldan uttaneftir broytist nevnivert.

Eldra Tjóðveldið heldur, at almennu Føroyar alt ov ofta loypa um, har garðurin er lægstur.

Hetta sást ma., tá tey eldru ikki skuldu fáa ov dýran mat, eitt nú grind at eta, samstundis sum skipaðar ólógligar atsóknir uttaneftir ongan almennan politiskan áhuga tykjast hava. 

Tað er ikki at skilja, at útlendskir yvirgangsfelgsskapir sleppa at liva og láta sum teimum lystir, samstundis sum føroyingar í Føroyum verða kriminaliseraðir við avlurtingarskipanum av alskyns slagi.

Sama atgerðarloysið sæst eisini aftur í, at almennu Føroyar ikki enn hava havt eina meining um, at størsti einstaki keyparin av føroyskum útflutningi hevur ábyrgdina av, at eitt ferðafólkaflogfar, har sløk 300 fólka hava latið lív, er skotið niður.

Roknað verður við, at vit fara at síggja klassamun í eldrarøktini kring landið, nú alt orðaskiftið og øll kunning hesum viðvíkjandi bráðtagnaði, nú landsstýrið ikki megnaði uppgávuna og tveitti ábyrgdina frá sær yvir á kommunurnar.

Eldra Tjóðveldið
4. august 2014