Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Til Risan – Tryggingarfelagið Føroyar

2014-02-14 20:45

Nú umboðsráðsval hjá Tryggingarfelagnum Føroyar er í hondum, og TF óivað brúkar nógvan pening og nógva orku til at pynta sær navn og umdømi, havi eg eitt uppskot. Púra ókeypis. –Og um felagið velur at taka við uppskotinum, endurvinnur tað virðing og álit – í øllum førum frá mær. Uppskotið er kanska nakað víðgongt, tí tað krevur, at Tryggingarfelagið Føroyar tekur í egnan barm, og harvið gerst lítillátið og eyðmjúkt. Men tað er ofta tað, sum skal til, um ynskið er at rudda upp – ordiliga.


Hvat uppskotið er? –Tað einasta, Tryggingarfelagið Føroyar, skal gera, er at siga nakað soleiðis:

Umskylda. Orsakið! Vit hava gjørt nakað lort. Vit eru farin illa við einari barnafamilju, og hava verið ov hástór til at viðurkenna okkara feil.


Men nú taka vit annað skinn um bak. Vit siga umskylda fyri vánaligu viðferðina, sum familjan hevur fingið, og rætta feilin, sum vit hava gjørt. Tí tað er tað rætta at gera, og tað er tað, sum Tryggingarfelagið Føroyar stendur fyri.


Vit ynskja ikki at snýta tykkum, ið eiga felagið. Vit vilja, at tit kenna tykkum trygg og hava álit á, at um illa vil til, so hjálpa vit tykkum, tí tað er høvuðsendamálið hjá felagnum.


At standa við tað, ein hevur gjørt, og at viðurkenna, at tú hevur tikið skeivar avgerðir, vísir karakterstyrki. Tað vísir, at tú hevur góð, grundleggjandi virði, og at tú ikki linkar moralin.


-Og ein risi, sum ikki megnar at gloypa einum púra vanligum kameli, er rættiliga neyðarsligur í mínum eygum.