Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

TIL ORKNOYGGJAR VIÐ JUVÈL II - áttanda árið

Kristiliga Tíðindatænastan gjaranes@gmail.com

SKRIVAÐ: poul jóhan djurhuus 20.03.2018

MYND: Við bryggju í Orknoyggjum 2016

_________________________________________

Seinastu sjey árini – síðani 2011 – hevur felagsskapurin, Atlantic Mission, gjørt evangeliseringsferðir við trúboðanarbátinum, JUVEL II, til grannalond okkara. Ferðir hava verið gjørdar til Hetlands, Orknoyggjar, Hebridurnar, Íslands og Noregs.

Høvuðsendamálið við Juvel II er at sigla í Grønlandi við gleðiboðskapinum, har báturin er umleið 4 mánaðir hvørt summar.

Áðrenn farið verður til Grønlands, hevur Atlantic Mission lænt bátin til hesar ferðir til grannalondini.

Í ár er avgerð tikin um at fara til Orknoyggjar við bátinum. Ferðin verður í fyrru helvt av mai mánað.

Ætlanin er at vitja trý støð á Oyggjunum við bátinum – tvey støð á høvuðsoynni, Mainland: Kirkwall og Stromness – og á minnu oynni, Hoy, sum liggur beint sunnanfyri. Annars verður eisini vitjað á øðrum støðum við bili og ferju.

Á ferðini verða tiltøk av ymiskum slag – bæði fyri børn, ung og vaksin. Møti verða bæði í landi og umborð á Juvel II.