Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Til Føroya Løgting, Sirið Stenberg, Føroya Tele, Hey og Fólkaheilsuráðið

2019-02-26 14:48

Vit – undirskrivarar av hesum mótmæli – mæla staðiliga til, at uppsetanin av 5G (fimta generatión) farnetinum verður steðgað. 5G fer at økja ógvisliga um radiofrekventu (RF) geislingina, aftur at henni, sum longu kemur frá 2G, 3G og 4G netverkunum frá fartelefon-veitarunum í Føroyum. RF-stráling er vorðin prógvað at vera skaðilig fyri fólk og umhvørvið. Uppsetanin av 5G er í sær sjálvum eitt eksperiment við fólkaheilsuni og umhvørvinum, og tað er definerað sum eitt brotsverk í altjóða lóg.

Føroyar eru bygdar á fólkaræðisligt grundarlag, og tí er tað av stórum týdningi, at borgararnir í landinum verða tiknir upp á ráð og hava ávirkan, tá stórar landsumfatandi avgerðir skulu takast. Hetta mótmælið varð stovnað fyri 2 mánaðum síðani, og í hesi ódrúgvu tíð, t.e. frá 22. desember 2018 til 22. februar 2019, eru alsamt fleiri føroyingar fylktir saman at mótmæla 5G farnetinum. Til dags dato hava ikki færri enn 1046 føroyingar skrivað undir tað almenna føroyska mótmælið/undirskriftainnsavningina, og talið er framvegis støðugt vaksandi. 1046 - talið vitnar um, at tað eru sera mong, sum ikki vilja hava 5G net til Føroyar. Eisini eru tað mong, sum eru sera stúrin um og ónøgd við, at umstríddi telecom-risin Huawei er høvuðsveitarin hjá Føroya Tele. Alt hetta halda vit, at Føroya Løgting og Føroya Tele eiga at virða og taka hædd fyri, tí fremsta endamálið hjá báðum pørtum jú er at tæna borgaranum og altíð at seta trygd og heilsu í hásæti. Hey eigur sjálvsagt eisini at steðga øllum framtíðarætlanum um uppsetan av 5G farneti í Føroyum.

Føroyar eru ikki tað einasta landið, sum í hesi tíð upplivir, at fólkið rópar varskó. Í Danmark, Noregi, Svøríki, Finnlandi og mongum øðrum londum eru líknandi mótmæli sett í verk, eins og tað kring allan heimin eru nógvir óheftir granskarar, vísindafólk, læknar, politikarar, umhvørvisfelagsskapir og onnur í høgum embætum, sum annaðhvørt staðiliga mæla frá uppsetan av 5G farnetum vegna heilsuvandar og umhvørvisdálking ella heita á ríkisstjórnirnar um at fara hóvliga fram og bíða við at seta 5G í verk, til neyðugu trygdarkanningarnar eru gjørdar, og tað er prógvað at eingin langtíðarvandi/skaði stendst av 5G farneti. 

Høvuðsmálið við hesari undirskriftainnsavning er, sum yvirskriftin eisini sigur, at vísa Føroya Løgtingi og føroyskum farhalds-veitarum, t.e. Føroya Tele og Hey, at vit føroyingar ikki vilja hava 5G farnetið at koma til Føroya. Við at vísa á, hvussu mong vit eru, bara eftir 2 mánaðum, vóna og vænta vit, at málið verður tikið í størsta álvara og viðgjørt av nýggjum við ynskinum og heilsuni hjá borgarunum í hesum landi fremst í huga. Frælsi at velja til og velja frá er nevniliga ein grundleggjandi rættur í einum fólkaræðisligum samfelag, eisini tá tað kemur til tráðleyst internet, men við 5G farnetinum verður hetta frælsið tikið frá okkum øllum, smáum sum stórum. Tí vilja vit biðja tykkum um at umhugsa framtíðina hjá føroyingum, áðrenn tað er ov seint.

Harnæst so eru vit - Føroyar - partur av einari størri heild og hava eina tess størri ábyrgd. Tí leggja vit okkum upp at og stuðla altjóða mótmælinum, “International appeal - Stop 5G on Earth and in space”, sum er ein verkætlan, stovnað av granskarum, sett í verk at forða fyri 5G kring allan heimin og í rúmdini vegna álvarsamar globalar og møguliga vanlukkuligar fylgjur fyri fólk og fæ sum avleiðing av ógvisligari eksponering av elektromagnetiskari geisling uttan íhald og uttan samtykki og uttan sokallaðar ‘RF radiation free zones’. Ein slíkan heim, einar slíkar Føroyar, vilja vit snøgt sagt ikki hava.

Við blíðum og fólkaræðisligum kvøðum

vegna teir 1046 undirskrivararnar av hesum mótmæli
stovnari Torgunn á Løgmansbø í samstarvi við Erbylgjufelagið

Leinkjur:

Erbylgjufelagið

International appeal - Stop 5G on Earth and in Space

Biolnitiative 2012