Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Til allar frískar og heimagangandi føroyingar

2020-03-18 15:56

Við hesum vilja Apoteksverkið og KEMILUX staðiliga heita á allar føroyingar, um at nýta vanligt skynsemi, tá hugsað verður um reinføri; Brúka ikki hondspritt í staðin fyri hondsápu og at vaska hendur.

Vit skulu ikki undirmeta dygdina at vaska hendur. Nógvir føroyingar eru sendir til hús at arbeiða, og alt annað líka átti eftirspurningurin fallið hjá privatfólkum, men tað tykist ikki vera støðan, kunnu bæði Apoteksverkið og KEMILUX staðfesta, nú næstan ein vika er farin síðani Landsstýrið boðaði frá atskúlar, dagstovnar og annað skuldu steingjast.

Fakta: Vanlig sápa brýtur feitthindina hjá virus og er tí besta evnið at sóttreinsa við.

NÆR SKULU VIT SPRITTA OG NÆR SKULU VIT VASKA HENDUR?
Svarið er greitt: “Vaska hendur fyrst og fremst! Síðani kanst tú spritta hendurnar, um tú metir hetta vera neyðugt.” Fyri at halda reinføri er tað týdningarmikið at vaska hendurnar við hondsápu fleiri ferðir dagliga.

FØROYINGAR - VASKIÐ HENDUR VIÐ HONDSÁPU!
Hesar seinastu tvær vikurnar er eftirspuringurin av spritti farin um øll mørk, og framferðarhátturin av innkeypi av spritti er púra skilaleysur og burturvið. Ábendingarnar frá bæði Apoteksverkinum og KEMILUX eru tær somu, tá tosað verður um keyp av hondspritti. Vit heita staðiliga á allar føroyingar um at nýta vit og skil.

HONDVASK FARIÐ Í VASKIÐ
Tað tykist sum hondsprittið er tikið fram um tað vanliga reinføri í hesum døgum. Privatfólk keypa spritt sum ongantíð áður, og tað er líka mikið um talan er um hondspritt ella yvirflatuspritt – tað ræður bara um at eiga nokk inni hjá sær sjálvum.

KEMILUX OG APOTEKVERKIÐ STANDA SAMAN
Samstarvið er alneyðugt fyri at fáa eina hóming av, hvussu nógv spritt er á marknaðinum í løtuni. Og staðfestast kann beinanvegin, at eftirspurningurin tykist ikki at vera minkaður, hvørki hjá KEMILUX ella Apoteksverkinum.

SLETTIÐ KALT VATN Í BLÓÐIÐ
Hetta er ikki ein vanlig støða vit eru komin í sum samfelag, og tí handla vit heldur ikki vanligt. Bæði KEMILUX og Apoteksverkið vilja fegin ganga øllum okkara kundum á møti og nøkta eftirspurningin av hondspritti, sum er íkomin av Covid-19. Vit vilja eisini taka okkara samfelagsligu ábyrgd, har hon er fyri neyðini.

Hugsa um tann, ið veruliga hevur sprittið fyri neyðini.

KEMILUX og Apoteksverkið