Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesarin

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Tíðindaskriv frá MBF

MBF fegnast um at síggja, at Føroya Løgting og Føroya Landsstýri alsamt meira eru farin undir at arbeiða við at seta niðurstøðurnar, ið komu frá ST nevndini í oktober 2014, í verk.

Tá skuggafrágreiðingin varð skrivað, fylti støðan hjá deyvum og tunghoyrdum nógv í frágreiðingini.

Frágreiðingin varð skrivað í 2013, og gjørdi MBF eitt stórt arbeiði fyri at lýsa støðuna hjá deyvum og tunghoyrdum í sjálvari frágreiðingini og í samband við framløgurnar í ST í Geneve bæði í apríl og september 2014.

Vit í MBF vóru ovurfegin, tá ið niðurstøðurnar frá ST nevndini komu til MBF og Føroya Landsstýri, har vit sóu, at nærum øll kritikkpunktini úr skuggafrágreiðingini vóru tikin við sum punkt, ið ST nevndin heitti á Landsstýri um at seta í verk.

Vit vita, at limafeløgini í MBF gera eitt megnar arbeiði, men mangan vísir tað seg, at tá ið altjóða felagsskapir sum ST koma við atfinningum, er trupult hjá politiska myndugleikanum at krúpa uttanum. Longu komandi ár skulu vit byrja at skriva okkara næstu skuggafrágreiðing, og tað verður keðiligt fyri politiska myndugleikan í Føroyum, um komið verður í ta støðu, at tað ikki kann verða víst á, at nakað munagott er gjørt fyri at seta niðurstøðurnar í verk.

Hetta, ið nú hendir vísir okkum, at politiski myndugleikin meir og meir arbeiðir út frá niðurstøðunum úr ST.

Okkara vón er, nú teknmál verður góðkent sum alment mál í Føroyum, at næsta stig verður at tryggja, at ein munandi upphædd verður oyramerkt á komandi fíggjarlóg at teksta sendingar í KVF. Vit eru fegin um øll framstig, men tann bólkurin, ið hevur niðursetta hoyrn, telur umleið 4-5.000 fólk. Hesi kunnu ikki fylgja við í tí, ið hendir í føroyska samfelagnum.

Í niðurstøðunum frá ST nevndini stendur: nevndin krevur, at Landsstýrið tryggjar bæði deyvum fólki og teimum, ið hava ringa hoyrn, atgongd til allar sendingar, ið KVF sendir.

MBF vil við hesum heita á Mentamálaráðið og Fíggjarnevndina um at tryggja, at viðurskiftini hjá hesum bólkum kemur uppá pláss, hetta so at øll, eisini fólk, ið hava ringa hoyrn, kunnu fylgja við í samfelagnum og fáa tíðindir og annars atgongd til allar føroyskar sendingar.