Tíðindaskriv frá Javnaðarflokkinum í Tórshavnar Býráð um brennistøð.

2020-01-31 11:22

Umboð Javnaðarfloksins í Tórshavnar býráð eru fegin um, at meirilutin í býráðnum velur at lurta eftir Javnaðarflokkinum, Sambandsflokkinum og Framsókn í týdningarmikla málinum um eina møguliga felags brennistøð fyri alt landið.

Endamál okkara hevur frá fyrsta degi verið at tryggja, at ein framtíðarloysn á brennistaðarøkinum byggir á haldgóðar og trúverdigar kanningar, og ikki minst at tann endaliga loysnin verður tann besta fyri Føroyar. Bæði, tá tað ræður um burðardygga burturbeining av ruski, grøna orku og umhvørvisvernd, og um varandi og grøna elorkuframleiðslu. Vit vilja sjálvsagt tryggja best møguligt samstarv á økinum millum allar partar í Føroyum, men tað má og skal ganga báðar vegir.

Kommunala Orku- og Brennistøðin á Sandvíkahjalla er hjartaslátturin í Fjarhitafelagnum, sum er høvuðsorkukeldan hjá nógvum borgarum í Tórshavnar kommunu.

Vit meta ikki, at tær kanningar, sum liggja til grund fyri, at IRF vil sleppa at yvirtaka okkara brennistøð, eru nóg hollar ella taka atlit at einum tryggum rakstri í framtíðini, og at byrðarnar verða býttar javnt og samhaldsfast millum allar teir borgarar, ið skulu brúka brennistøðina.

Teimum tølum, sum eru slongd út av pørtum av meirilutanum - millum annað eini hálvari milliard í íløgu, sum skal eitast at blokera fyri øllum øðrum íløgum - hava vit ilt við at trúgva, og tí er alneyðugt at fáa øll viðurskifti betur lýst, so vit kunnu hava fult álit á tí tilfari, støða skal takast útfrá.

Vit eru løgd undir ikki at vilja samstarv, men tað er ikki rætt. Tvørturímóti vilja vit hava tryggleika viðvíkjandi orku, íløgum, fíggjarrakstri og ikki minst umhvørvi, um støðin kemur at liggja í Havn – og tað skal hon.

Niðanfyri er broytingarauppskotið, Tórshavnar býráð er samt um, og sum er fortreytin fyri, at Tórshavnar kommuna kann fara undir samstarv um eina felags brennistøð fyri alt landið.

Broytingaruppskot

At seta arbeiðsbólk at lýsa fíggjarligu fyrimunir og vansar fyri Tórshavnar kommunu at gera eina felags brennistøð ella framhaldandi skulu hava tvær brennistøðir. Kannast skal eisini hvørjir orku- og umhvørvisligir fyrimunir og vansar eru við einari ella tveimum brennistøðum.

Arbeiðsbólkurin skal vera mannaður av uttanhýsis serkønum innan fíggjarviðurskifti, verkfrøði og orku/umhvørvi.

Arbeiðsbólkurin skal gera eina búskaparliga frágreiðing og greining av, hvussu framtíðin sær út í Tórshavnar kommunu við atliti at brenning, burturbeining og framtíðar skiljing av ruski, tá vit skulu verða meira burðardygg á tí grønu leiðini. Somuleiðis verður at kanna, hvat tað kostar at byggja nýggjan ovn afturat verandi ovni á Sandvíkarhjalla

Arbeiðsbólkurin skal gera eina tørvsmeting av, hvat ið krevst av plássi, stødd á brennistøð og hvørjir matr. á Hjalla eru tøkir til møguligt økt virksemi á økinum eitt nú høll til at skilja, brennistøð o.a.

Politiskur fylgibólkur umboðandi allar flokkar í Býráðnum verður settur til tess at fylgja arbeiðinum.

Vegna Javnaðarflokkin í Tórshavnar Býráði