Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Tíðin komin til umsorgan

2019-08-28 11:15

Føroyingar gerast eldri og eldri, og av tí sama er alsamt størri tørvur á umsorgan og hjálp.


Tí eiga vit at bera so í bandi, at avvarðandi skulu kunna hjálpa sínum foreldrum og eldru nakrar dagar um árið, uttan at tað skal kosta teimum frídagar ella løn.

Avvarðandi skulu ikki missa meira enn neyðugt, tá ið tey rætta sínum næstu eina hjálpandi hond við at fara við teimum til lækna og annað, ið tey ikki klára sjálvi.

Nú er tíðin komin til, at vit fáa nakrar umsorganardagar til okkara eldru, so tey kunnu fáa hjálp og lætta í sínum gerandisdegi.

 

Heðin Mortensen, Javnaðarflokkurin