Útbúgving og starvsroyndir:
M.A. í føroyskum og fronskum máli og bókmentum.
Lisið vegleiðing á Fróðskaparsetri Føroya

Starv: lærari og vegleiðari á Miðnámi á Kambsdali

Franskur konsul í Føroyum

Starvsroyndir m.a. frá Miðnámsskúlanum á Kambsdali sum undirvísari í fronskum og føroyskum og sum lestrarvegleiðari og sum føroysktlærari á Tekniska Skúla í Klaksvík.

Politiskar og líknandi royndir:
Løgtingskvinna og forkvinna í mentanarnevnd løgtingsins frá setp. 2015 til februar 2019.
Landsstýriskvinna í Útbúgvingar og granskingarmálum frá februar til september 2019.

Varatingkvinna fyri Framsókn:
2011-2015
2019-

Býráðslimur í Eysturkommunu síðani 1.januar 2009.
Forkvinna í Trivnaðarnevndini 2009-2012
Forkvinna í Mentanarnevndini 2013-2016
Forkvinna í Vinnu- og havnanevndini 2017-2020

Sum ein av stigtakarunum til Framsókn og vald í Eysturkommunu býrað á listanum hjá Framsókn leggi eg drúgvar royndir við politiskum virksemi og uml.12 ára royndir í býráðsarbeiði og formansarbeiði til.

Framsókn kann vera við til at taka munandi stig á rættari kós fyri okkara samfelag.

Frá ungum aldri havi eg arbeitt fyri størri sjálvbjargni og sjálvstøðugum Føroyum. Korini hjá einstaklinginum og vinnulívi hava eisini havt mín stóra áhuga og hesi virði eru grundarlag undir øllum arbeiði, eg fáist við.

Seinnu árini havi eg arbeitt nógv við útbúgvingarpolitikki og mentanarpolitikki eins og einum fjølbroyttum úrvali av málum innan kommunalpolitikk, sum varatingkvinna, sum vald tingkvinna og landsstýriskvinna innan landspolitikk.

Afturat hesum koma royndir frá altjóða og norðurlendskum virksemi.

Tíðarhóskandi ljóðbókaskipan

2020-10-12 21:22

Nú farsóttin hevur elvt til, at mong hava verið í sóttarhaldi, at gerandisdagurin hjá føroyingum í stóran mun er merktur av umstøðunum, so er tað vorðið enn meiri greitt, at tørvurin á føroyskum ljóðbókum er ovurstórur, og at atkomuligheitin als ikki er tíðarhóskandi.

Frágreiðingin “Ljóðbøkur í Føroyum 2018-2019” hevði m.a. hesar niðurstøður:

• at játtanin er ov lítil í mun til tørvin á ljóðbókum og í mun til málið um at koma upp á at framleiða 25% av øllum bókum, ið koma út um árið, sum ljóðbøkur

• at ljóðbókaformatið (fløgur), sum verður nýtt í løtuni, ikki er tíðarhóskandi

• at føroyskar ljóðbøkur fáa harða kapping frá umfatandi útlendskum tilboðum um lætt atkomuligar ljóðbøkur

Harumframt eru m.a. avbjóðingar nevndar fyri fólk við serligum tørvi, at fáa atgongd til ljóðbøkur eins og um sáttmálaviðurskifti og avtalur, sum ljóðbókaskipanin skal byggja á.

Hendan frágreiðing hevur eisini 10 tilmæli, sum kunnu vegleiða landsstýrinum at menna hetta virkisøki. Tilmælið um at frítaka ljóðbøkur fyri mvg og harvið javnseta tær við prentaðar bøkur varð sett í verk í 2019.

Nú frálíka átakið “Føroyar lesa” er farið av bakkastokki, er tað eisini sera umráðandi, at vit fáa eina tíðarhóskandi ljóðbókaskipan, og at ljóðbókaskipanin fær betri rásarúm – bæði viðvíkjandi tøkni og í mun til, hvussu nógvar bøkur verða givnar út sum ljóðbøkur.

Tí verða hesir spurningar settir landsstýrismanninum við uttanríkis- og mentamálum Jenisi av Rana (at svara skrivliga eftir TS §52 a):

1. Verður arbeitt við eini tíðarhóskandi ljóðbókaskipan

2. Um, ja, hvussu langt áleiðis er verkætlanin komin, og nær væntast hon at vera tøk til borgaran at nýta?

3. Verða nóg nógvar føroyskar bøkur – bæði fagrar bókmentir, skúlabøkur og aðrar yrkisbókmentir - lisnar til ljóðbøkur?

Á Løgtingi 9. oktobur 2020

Hanna Jensen, tingkona 

Framsókn