Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Tíðargrein: Digitalir nomadar og útjaðaraøkir

2019-11-26 07:48

Seinastu árini er eitt nýtt slag av ferðafólki, sokallaðir digitalir nomadar, vorðnir alsamt sjónligari kring Heimin. Digitalir nomadar eru fólk, sum ferðast kring Heimin og hava sítt arbeiðið við á ferðini. Talan kann verða um at arbeitt verður umvegis internetið ella at arbeitt verður á ymiskum støðum í økjunum, sum tey vitja. Digitalu nomadarnir kunnu hava fast starv hjá einari fyritøku ella arbeiða sjálvstøðugt (freelance) fyri fleiri ymiskar fyritøkur. Hóast hugtakið digitalir nomadar leggur upp til, at telda og internet eru einastu arbeiðsamboð, so eru tað eisini nógvir digitalir nomadar, sum ikki hava teldu sum høvuðsarbeiðsamboð, bæði listafólk, kokkar, handverkarar os.fr.

Á ferðum sínum steðga digitalu nomadarnir á í ymisku økjunum í stytri og longri tíðarskeið, alt eftir hvør ætlanin hjá tí einstaka ella hjá bólkinum er, tí digitalir nomadar ferðast eisini í bólkum. Nakrir digitalir nomadar steðga á í einum stað í nakrar vikur, aðrir í mánaðir og summir í ár.

Í tráð við vøksturin av digitalum nomadum á ferð kring Heimin, er eisini íkomin tørvur á støðum, har digitalir nomadar kunnu halda til á ferð teirra. Hesin tørvur hevur ført við sær, at tað eru sett á stovn eitt ótal av sokallaðum coworking space í flest øllum londum í Heiminum.

Eitt coworking space er eitt felags- ella eitt “deili”-skrivstovhøli, sum digitalir nomadar brúka. Eitt skrivstovuhøli, sum hevur skrivaraborð og stólar, við internetsamband, prentara, telduskermum og aðrari telduútgerð, køk og wc-hentleikar os.fr. Digitalu nomadarnir koma til hesi coworking space at arbeiða.

Í summum førum hava coworking space eisini atknýttar bústaðarmøguleikar, soleiðis at tilboðið til digitalu nomadarnir fevnir um bæði atgongd til skrivstovuhøli og bústað – og hesar tænastur rinda digitalu nomadarnir fyri.

Tað er ikki heilt greitt, hvussu nógv fólk liva og virka sum digitalir nomadar, men bara í USA eru tað fleiri enn 5 mió. fólk, sum eru digitalir nomadar, so á heimsstigi eru tað helst fleiri 10tals milliónir digitalir nomadar.

Digitalir nomadar ein møguleiki fyri útjaðaraøkir
Nógv tilboð eru til digitalir nomadar í stórbýunum, og sum vera man, eru coworking space í summum býum betri umtókt enn í øðrum býum. Men eins og vanlig ferðafólk í alsamt størri mun leita til goymdar perlur í útjaðaraøkjum, so leita eisini digitalir nomadar til útjaðaraøkir kring allan Heim – og hetta skapar nakrar møguleikar fyri útjaðaraøkir.

Avbjóðingar í útjaðaranum
Hóast tað ikki ber til at leggja øll útjaðarøkir saman í eitt, so kann sigast at nógv útjaðarøkir dragast við sambæriligum avbjóðingum. Avbjóðingarnar sum t.d. minkandi fólkatal, vaksandi tal av fólkunum í eldru ættarliðunum, og ikki minst at ung fólk flyta fyri at fáa sær útbúgving og ofta venda hesi ikki heimaftur.

Hetta eru eisini avbjóðingar, sum útjaðaraøkir í Norðurlondum, eisini í Føroyu, kenna til. Og við hesum avbjóðingum er uppstaðið hugtakið “at lesa seg av bygdini”, sum á enskum meiri brutalt verður nevnt “brain-drain”. Í stuttum merkir hetta, at talið av útbúnum fólki í útjaðaranum er lágt, av teirri einfaldu orsøk, at talið av størvum til útbúgvin fólk í útjaðaraøkjum er avmarkað – og er hetta eisini orsøkin til at tað er trupult hjá fólki at venda aftur til útjaðaran eftir lokna útbúgving. Harumframt kann tað eisini verða trupult at fáa útbúgving fólk at flyta eftir størvum í útjaðaranum, tí fakliga umhvørvið er lítið – tí har eru fá útbúgving fólk í økinum.

Mangulin uppá útbúgving fólk hevur í alsamt fleiri útjaðaraøkjum nakrar neiligar avleiðingina við sær. Eitt er, at atgongdin til fakkunnleikar og fólk við fakligum førleikum gerst truplari og dýrari, og á summum økjum fáast ikki fólk við útbúgvin – og hevur hetta ávirkan á bæði privata vinnulívið og tænastur hjá kommunum og landinum. Kanningar vísa eisini, at útbúgvin fólk kunnu hava jaliga ávirkan á hvørji frítíðartilboð og -tænastur eru í smáplássum og hvussu fjøltáttaði hesi tilboð og tænastur eru, og kann mangulin uppá útbúgving fólk sostatt eisini hava neiliga ávirkan á hvussu fjáltáttaði frítíðartilboðini eru í útjaðaraøkjum.

Digitalir nomadar ein møguleiki
Teir flestu digitalu nomadarnir hava útbúgving ella ein serførleika innan ávíst økið. Útbúgvingin ella serførleikin kann verða tengdur at “vanligum” arbeiðum, men kann eisini verða tengdur at listarførleikum, og/ella førleikum innan ítrótt, upplivingar- og ferðavinnu os.fr.

Digitalir nomadar, sum leita til útjaðaraøkir, hava í flestu førum áhuga í at læra at kenna staðið og áhuga í at koma at kenna fólk á staðnum. Digitalir nomadar hava eisini í nógvum førum áhuga í “at geva okkurt” til nærumhvørvi, ikki minst, um steðgað verður á fleiri vikur ella í longri tíð. Hetta eru tað nógv dømir um bæði í Íslandi, Norra og nú eisini í Føroyum.

Digitalir nomadar eru í flestu førum eisini fólk, sum á Instagram, Facebook ella heimasíðu siga sína søgur um ferðir kring heimin. Og av somu orsøk varpa digitalir nomadar eisini ljós á tey økini, sum teir vitja – og hetta er eisini ein sera góður møguleiki fyri útjaðaraøkir, sum á hendan hátt verða marknaðarførd av digitalum nomadum.

NORA-fíggjað verkætlan: Arctic Digital Nomads
Í januar í ár byrjaði verkætlanin Arctic Digital Nomads. Við í verkætlanini er Blábankinn í Þingeyri á Vestfjørðunum í Íslandi (sum hevur verkætlanarleiðsluna), Hotel Narsaq í Narsaq í Grønlandi, Arctic Coworking Lodge í Tangstad í Lofoten í Norra, og Vágs kommuna í Føroyum.

Verkætlanin er fíggjað av NORA, sum er samstarv millum Grønland, Ísland, Føroyar og stranda-Norra; og sum hevur sum høvuðsendamál at styrkja um støðuna hjá hesum londunum í Norðuratlantshavi í altjóða høpi og eggja til økt samstarv í økinum.

Endamálið við verkætlanini Arctic Digital Nomads er at varpa ljós á, at tað í útjaðaranum í og kring Arktiska økið í Norðuratlantshavi eru fleiri møguleikar hjá og tilboð til digitalir nomadar.

Í Tangstad í Lofoten og í Þingeyri á Vestfjørðunum hava tað í nøkur ár verið eitt coworking space. Fyrsta coworking space í Føroyum, Faroe Islands Coworking Adventure, varð stovnað í Vági í mai í ár – og heldur til í somu hølum, sum Fjarlestrardepilin í Vági. Í Narsaq í Grønlandi verður komandi vár stovnað eitt coworking space sum liður í NORA-verkætlanini Arctic Digital Nomads.

Umframt at varpa ljós á, at tað eru tilboð til digitalir nomadar í útjaðaranum í norðara parti av Norðuratlantshavi, so er verkætlanin eisini ætlað sum eitt amboð í arbeiðinum við menning í útjaðaraøkjum. Í hesum sambandi er t.d. royndirnar úr Þingeyri, har tað búgva umleið 250 fólk, áhugaverdar.

Blábankinn í Þingeyri
Fyri tveimum árum síðani lat Blábankinn í Þingeyri upp. Navnið Blábankinn stavar frá, at hildið verður til í einum niðurløgdum banka, men harumframt er eisini avtalað við íslendskan banka um at hava bankaavgreiðslu í Blábankinn tveir tímar ein dag um vikuna.

Høvuðsvirksemi í Blábankinn er tó ikki bankavirksemi, men at virka sum eitt coworking space fyri digitalir nomadar. Og hóast Þingeyri er ein lítil bygd, rættiliga fjarskotin í útjaðaranum á Vestfjørðunum, so er Blábankinn sera vælumtóktur millum digitalar nomadar, tí talan er um hugnaliga bygd í sera vøkrum umhvørvi.

Blábankinn hevur síðan á heysti 2017, tá virksemi byrjaði, havt digitalir nomadar úr øllum heiminum á vitjan og fleiri teirra hava vitjað aftur fleiri ferðir. Summir steðga á í nakrar vikur, aðrir í nakrir mánaðir og so eru tað eisini fleiri digitalir nomadar, sum hava steðga á í umleið eitt ár.

Millum digitalu nomadarnir hava eisini verið listafólk, t.d. ein lítil familja úr Belgia, sum var í Þingeyri í eitt ár. Hetta árið, tey vóru í Þingeyri, skipaðu tey eisini fyri undirvísing í list í fólkaskúlanum í Þingeyri og í kvøldskúlanum – og ríkaðu á tann hátt um listarliga umhvørvið hjá bygdafólkinum og bygdini.

Úr rúgvuni kann eisini nevnast kvinna úr Honduras, sum hevur hægri útbúgving innan marknaðarføring og branding. Eftir 3 mánaðar uppihald í Blábankinn í vár hava hon og maki hennara gjørt av at flyta til Þingeyri.

Hon arbeiðir nú sum áður innan marknaðarføring og branding og arbeiðir framvegis at kalla bara fyri útlendskar fyritøkur, men lokalu fyritøkurnar og lokalu kommunalu stovnarnir hava nú fingið atgongd til fakfólk innan marknaðarføring og branding og gera eisini brúk av møguleikanum.

Latið upp dyrnar í smásamfeløgum í útjaðaranum
Verkætlanini Arctic Digital Nomads og skipanini við coworking space í smásamfeløgum í útjaðaranum í Norðuratlantshavi fevnir eisini um at eggja smásamfeløgum til at lata upp dyrnar og bjóða umheiminum vælkomnum.

Søgan úr Þingeyri er í so máta slóðbrótanadi og spennandi. Neyvan hevði nakar fyri 5-10 árum síðani hugsað, at eitt lítið bygdasamfelag við 250 fólkum, við stovnanin av Blábankinn og tilhoyrandi coworking space fór at gerast so áhugavert, at FAO (Matvøru og landbúnaðarstovnurin hjá ST) fór at skipa verkstovu um matvørur og veðurlagsbroytingar í Þingeyri – har Þingeyri er triðja staðið fyri ferðandi verkstovu hjá FAO, hini bæði støðini eru stórbýirnar New York og Tokyo.

Eisini í Vági er øktur áhugi frá útlendingum kring allan heim, eftir at coworking space - Faroe Islands Coworking Adventure – varð sett á stovn í Vági mai í ár. Nakrar vitjanir hava longu verið í Vági í heyst og komandi ár eru nógvir fyrispurningar og nakrar avtalur eru eisini gjørdar við digitalir nomadar.

Í mun til vanlig coworking space, sum í flestu førum “bara” virka sum støð, har digitalir nomadar vitja og koma at arbeiða, so verður í Vági í ávísan mun sett krøv til at digitalu nomadarnir geva okkurt aftur til lokalsamfelagið. -Og hevur hetta eisini verið galdandi fyri tær vitjanir, sum hava verið higartil, og tær avtalur, sum eru gjørdar fyri komandi ár (meiri verður sjálvandi at frætta um hetta komandi vár).

Galdandi fyri bæði Þingeyri í Íslandi og Tangstad í Lofoten (og Vágur er eisini á veg) er, at stovnanin av coworking space hava ført við sær, at fólk ferðast til hesi støð – og umframt at tey á staðnum røkja sítt vanliga arbeiðið, so ríka tey eisini um lokalsamfelagið og geva bygdafólkunum møguleikar, tey ikki vanliga hava.

Smáu bygdasamfeløgini í útjaðaranum í Norðuratlantshavi hava við at lata dyrnar upp fyri øllum Heiminum fingið “nýggjar borgarar”, um ikki annað í eitt tíðarskeið. -Borgarar, sum eisini virka sum partur av lokalsamfelagnum. -Og júst hendan møguleikan roynir onnur norðurlendsk verkætlan, sum fer ígongd í næstum – og har Vágur hevur verkætlanarleiðsluna – at lofta. Meiri verður at frætta um hesa verkætlan í næstum.

Dennis Holm,
borgarstjóri