Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Tíð til børnini

2019-08-11 19:29

Viðhvørt hugsi eg, at okkara samfelag er óhóskandi fyri børn. At vit hava ov lítla tíð saman við børnunum, tí gerandisliga hamstarahjólið fer við okkara tíð og orku.

Nógv børn hava ilt í lívinum og stríðast við angist, strongd og annað, sum børn eiga ikki at stríðast við. Og nógv børn ynskja sær meira tíð saman við okkum vaksnu.

Sjálvandi skulu vit arbeiða, bæði kvinnur og menn. Men vit mugu hava betri møguleikar at leggja arbeiðs- og familjulívið til rættis.

Tað eru hópin av átøkum, sum vit kunnu taka stig til politiskt, so børnini fáa meira tíð saman við vaksnum. Tað eiga vit at hava ráð til, og at taka okkum stundir til.

Hetta vilja vit í Javnaðarflokkinum, tí vit ynskja, at Føroyar skal vera heimsins besta barnaland.

Her eru nøkur dømi:
Umsorganardagar: Mamma og pápi fáa tilsamans 50 umsorganardagar, 25 í part, sum kunnu brúkast líka til barnið er 7 ár. Tey eiga dagarnar, men kunnu lata teir til hin partin.

Ommu/abba barsil: Annar umsorganarpersónur kann taka barsilsdagar og fáa barsilsløn fyri mammu ella pápa.

Minimumsnormeringar: Landið eigur at áseta eitt ávíst tal av útbúnum vaksnum fólki pr. tal av børnum í dagstovnum. Miðast skal eftir at taka ein flokk av námsfrøðingum inn afturat um árið.

Vikarpulja í fólkaskúlan: Børnini skulu altíð verða tryggjað undirvísing, tá ið lærari er burturstaddur.

Meira tíð til flokslæraran: Flokslærarin, sum er ein lyklapersónur í trivnaðinum hjá flokkinum og hjá einstaka næminginum, eigur at fáa fleiri tímar pr. Næming.

Les meira um Heimins besta barnaland her

Rigmor Dam,
Javnaðarflokkurin