Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Tíð og peningur mugu fylgja við uppgávuni - bæði á skúlum og dagstovnum

2019-11-12 13:11

Í oktobur mánaði setti eg landsstýrismanninum við mentamálum ein fyrispurning um málundirvísing fyri fremmandmælt børn. Eg vísti á týdningin av at læra føroyskt í gerandisdegnum og setti spurnartekin við, um tilboðið, sum skúlar og dagstovnar hava møguleika at veita í dag, er nøktandi.

Jenisi av Rana vísir í svari sínum á, at hann ætlar at styrkja mál- og mentanarundirvísingina hjá næmingum við fremmandum uppruna.

Landsstýrismaðurin hevur ætlanir um at skipa eftirútbúgving fyri lærarum, sum undirvísa fremmandamæltum næmingum, og at seta fleiri tímar av til hetta endamálið í fólkaskúlanum.

Eg fegnist um, at landsstýrismaðurin hevur ætlanir um at gera nakað við hesa vaksandi avbjóðing, men eg harmist kortini um tvey viðurskifti.

Landsstýrismaðurin nevnir einki um hægri fíggjarliga raðfesting í samband við at hann sigur, at fleiri tímar skulu setast av til endamálið í skúlunum. Vónandi fylgja tíð og peningur við ætlanunum hjá landsstýrismanninum, so tímarnir ikki verða tiknir av verandi játtan. Tað er tað ikki rúm fyri. Harafturat harmist eg um, at landsstýrismaðurin ikki nevnir dagstovnarnar í svari sínum.

Starvsfólkini á dagstovnunum eiga ein stóran leiklut í at lofta og styrkja málmenningina hjá børnum á dagstovnum – ikki minst so tey eru væl fyri málsliga, tá tey byrja í skúla.

Tí haldi eg avgjørt, at starvsfólk á dagstovnum eiga at fáa somu tilboð, sum lærarar nú fáa í boði. Eisini í hesum føri er umráðandi, at tíð og peningur fylgja við uppgávuni.

Jóhannis Joensen