Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Tí torir Tjóðveldi

2018-12-12 21:10

Marcron forseti og hansara stjórn hava verið noyddir at bakka fyri óskipaðu “Gulu vestunum”

Eitt arbeiðssamt fólk fegnast, tá væl gongst, men staðfestir samstundis, at tað kann ongantíð ganga ov væl. Hóast tey virka víðari, harmast tey um, tá forðingar av menniskjaávun verða lagdar fyri ein.

Tá vinnulívsfólk í Eysturoynni og Norðoyggjum nú í mong ár hava sett sær fyri at uppbyggja fyritøkur fyri at fáa sær livibreyð, hava hesi ikki bara hugsað um seg sjálvi, men hava givið øðrum arbeiði í túsundatali við tí fyri eyga, at útflyta framleiðsluna. Onkuntíð gekst illa, men tíbetur til aðrar tíðir væl, so væl, at leggjast kundi til síðis, fyri at vinna enn meiri pening og fyri at geva enn fleiri fólkum arbeiði og sjálvandi vinna meiri.

Vit hava seinastu smáu fýra árini havt politiskar myndugleikar, sum hava gjørt sær dælt, taka nógv meiri inn í landskassan, leggja forðingar, teir hava sett sær fyri, at fyritøkurnar eiga og skulu hava eitt lægri avlop!

Skal tolsama fólkið verða illa viðfarið
Nú eu Eysturoyggin og Norðoyggjar sera tolsamt fólk, tí vita politikarar, at tilber, at gera seg inn á hesar fyritøkur og fólkið, sum her virkar.

Haldi, at eg vági mær at siga, at um tey fíggjarligu álopini, sum Tjóðveldi undirskorað av Javnaðarflokkinum og Framsókn, hevur gjørt móti Eysturoynni og Norðoyggjum, vórðu gjørd móti Suðurstreymi og Suðuroynni, hevði landsstýrið fingið eitt álvarsligt mótspæl.

Trýstið ikki, tey sum skapa
Seinastu dagarnar hava vit sæð eitt “óskipað” lið av “Gulu vestunum” í Fraklandi, sum hava sagt Emmanuel Macron, forseta, sum hevði so góðar intentiónir, at bjaga Fraklandi búskaparligt, tá hann kom til, at nú er ov mikið, hava givið honum ein greiðan boðskap og tú hevur kent eina tilgongd av eini fólksligari kollvelting. – Frakland er jú eisini kent fyri sínar demonstratiónir.

Macron og hansara politiska lið, hóast teir hava fingið harraboð úr ES, vórðu noyddir at bakka og tað við lít. Her var talan um eitt trongt fólk.

Væl veit eg, at so langt hevði hvørki Suðurstreymur og Suðuroyggin farið, men tey høvdu ikki givið eftir, sum Eysturoyggin og Norðoyggjar hava.

Tí torir Tjóðveldi at koyra hesa herferð móti hesum báðum oyggjum.

Skjótt síggjast døpru úrslitini
Lat meg at enda siga, at inntøkurnar hjá frumvinnunum lækka longu, hetta fer aftur at gera, at tænastuvinnurnar fáa minni arbeiði og handilfyritøkurnar verða noyddar – onkrar av teimum, – at lata aftur.

Sjálvur haldi eg, at vit eiga at lata jólini og nýggjárið fara afturum, men neyðugt verður við einum breiðari samfeldum átaki.

Lat meg tí minna á, at Tjóðveldi hevur tora, tí í hesum nevnda økinum býr eitt tolsamt fólk, eitt fólk, sum hevur sett sær fyri at virka fyri at fáa sum mest burturúr tilfeinginum, eftir drúgvt arbeiði og stórum íløgum. – Men viðurskiftini í hesum døgum er eitt bakkast fyri alla vinnuna.

Skulu vit bara lata endan fara sendandi aftur við borðinum og góðtaka í tolsemi, tað sum hevur verið gjørt! Hesi álop vórðu ongantíð gjørd móti Suðurstreymi og í Suðuroynni, tí so vóru heilt aðrir tónar. Tá hevði Fiskimálaráðharrin við fylgi verið noyddur at bakka.

Jógvan við Keldu