Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Tí stilli eg upp til Umboðsráðið hjá OT

2014-02-18 03:59

Undirritaði hevur valt at stilla uppaftur til Umboðsráðið (UR) hjá Ognarfelag Tryggingartakaranna (OT), tí eg haldi, at eg her kann verða við til at gera ein mun og halda fram við tí arbeiði, eg higartil havi útint á hesum góða og týðandi stað.

Eg havi verið limur í UR í 6 ár og eisini partur av nevndini í 4 ár, herav 2 ár sum næstformaður. Hetta hevur sjálvandi givið mær týðandi royndir og lært meg nógv. Men eg vil fegin vera við til at menna felagið víðari saman við góðum fólkum. Tí bjóði eg meg fram aftur hesaferð.

Síðani eg kom í UR, havi eg talað fyri og tikið undir við teimum, sum hava tosað um størri opinleika og einum meira virknum UR. Og tað er nógv broytt í so máta hesi seinastu árini. Umframt størri opinleika og gjøgnumskygni er Tryggingarsamstakið vorðið ein meira virkin og sjónligur spælari í føroyska samfelagnum.

Uppgávan í UR er fyrst og fremst at umboða tryggingartakaran, tí tað er hann, sum hevur skapt fyritøkuna. Men uppgávan er eisini at tryggja, at virðisøkingin kemur Føroyum til góðar – at hon bæði kann skapa trygd og vøkstur í Føroyum.

Ta tíðina eg havi sitið í UR hava vit økt talið á limum úr 17 til 35. Hetta fyri at gera fyritøkuna meira opna, gjøgnumskygna og demokratiska. Við 35 røddum, umboðandi tryggingartakararnar, er betri møguleiki fyri at umboða fjølbroytni og víðskygni.

Vit hava eisini fingið eitt meira opið val til UR. Avgjørt er at senda út atkvøðuseðlar til allar tryggingartakarar, sum tryggjar eina uppaftur meira demokratiska tilgongd. Tað var ikki gamalt.

Eisini er nevndartíðin lækkað úr 4 til 2 ár. Nakað, sum eisini er í tráð við tíðarinnar anda. Vit hava eisini fingið eina tilgongd, við altjóða reglum, innan góðan virkis- og nevndarsið, eisini her fylgja vit strangastu og nýggjastu krøvunum til Governance ella góðan virkissið.

Vit hava fingið tilráðingarnevnd, sum skal tryggja eitt rættvíst og professionelt nevndarval.

Orðaskiftið í UR er eisini vorðið breiðari og meira livandi, alt nakað, sum er við til at tryggja, at alt gongur regluliga og rætt fyri seg.

Hóast samtakið, fyrst og fremst, hevur havt trygging í skjaldrarmerki sínum, so hava vit kent tað sum okkara ábyrgd eisini at fylgja tíðarinnar avbjóðingum. Og kanska størsta tiltakið nakrantíð, í longu søgu felagssins, er keypið av Eik, sum vónandi fer at gagna ikki bert tryggingartakarunum, men øllum føroyingum.

Vit hava so eisini ment vinnuliga partin av samtakinum og hava gjøgnum TF Íløgur brúkt part av virðisøkingini til at skapa vøkstur í Føroyum, umframt at tryggingarognin eisini verður brúkt til at stimbra føroyskari mentan, herundir ítróttinum og ungdóminum.

Og eisini avgerðin um at stovna grunn, sum skal stuðla tiltøkum, sum hava til endamál at fyribyrgja skaðum og óhappum ol., er nakað, sum eg havi tikið fult undir við. So her liggur nógv fyri framman at tríva í. Vil sum limur í UR vera við til at bróta upp um ermar og taka lógvatak saman við øðrum.

Eg vil halda fram við hesum góða stavnhaldinum og stevinum og fari, um eg verði valdur, at leggja upp til ein góðan og siðiligan dialog millum UR limirnar og millum UR og nevnd.

Tað liggur ein stór ábyrgd á teimum, sum verða vald í UR, og hesa ábyrgd vil eg, um eg verið afturvaldur, halda fram við at liva upp til. Haldi eisini, at eg sum borgarstjóri, í eini miðalstórari føroyskari kommunu, havi nakað at geva tryggingar- og banka- umhvørvinum í Føroyum. Tað kann bara gagna hesum stóra samtaki, eisini at hava nakað av tí kommunala og solidariska andanum við í sínum umhvørvi.

Hvat ætli eg so at arbeiða við í einum komandi skeiði, um eg verði afturvaldur í UR!

Eg síggi, hetta fyrst og fremst, sum ein møguleika at fylla út teir góðu karmar, sum vit í UR hava skapt seinastu árini og vera við til at seta navn á teir og fáa innihald í, sum sjálvandi skal fylgja tíðini, tørvi og krøvum.

Nú er tað sjálvandi avmarkað, hvussu nógv UR kann fara í smálutir. Tað er jú ein nevnd, stjórn og fyrisiting, sum teka sær av dagligu uppgávunum. Høvuðsuppgávan hjá UR er at velja nevndina, sum hevur evstu ábyrgdina av dagliga rakstrinum. Eisini góðkenna UR limir ársroknskapin og samtykkja møguligar viðtøkubroytingar. Harumframt viðgera UR limir yvirskipað strategisk átøk og eftirmeta virksemið.

Eg fari at velja nevndarlimir, sum umboða eigarin (tryggingartakarin) á besta hátt, t.d. í sambandi við áseting av tryggingargjaldi og viðgerð av tryggingarskaðum.

TF-Holding er millum stórstu og týdningarmiklastu feløg í Føroyum, og tí hevur tað stóran týdning, at felagið verður stýrt av nevnd, sum hevur røttu førleikarnar, so felagið framhaldandi kann verða eitt sterkt og trygt felag, sum, eisini í framtíðini, kann verða við til at gera íløgur í føroyskt vinnulív.

Men eg fari so at halda fram við at skapa eitt gott professionelt og menniskjansligt umhvørvi í UR og har vera við til at koma við góðum hugskotum, til gagns fyri tryggingartakarin, sum leiðsla og nevnd kunnu arbeiða víðari við.

Fari at luttaka i arbeiðinum í UR við opnum sinni og medvirka við mínum royndum og vitan.

 

Jóhannus Danielsen

Toftir