Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Tí skulu vit ráða okkum sjálvum

2020-06-05 11:00

Sjón gongur fyri søgn. Danskir mynduleikar gera av, um føroysku landamørkini eru stongd ella opin. Danskir mynduleikar gera av, hvør sleppur til Føroya og hvør ikki sleppur til Føroya.

Hetta ber ikki til.

Føroyskir mynduleikar skulu gera av um landamørkini eru opin ella stongd. Føroyskir mynduleikar skulu gera av hvør sleppur til Føroya og hvør ikki sleppur.

Føroyingar vita best hvat tænir Føroyum og føroyingum. Tí skulu vit ráða okkum sjálvum.

Beinta Løwe