Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Tey stilla bara upp fyri pengarnar skyld

2014-02-10 17:12

Tankar um komandi umboðsráðsvalið hjá Ognarfelag Tryggingartakarana

Seinastu dagarnar havi eg bæði hoyrt og sæð skrivað, at tey, sum stilla upp til umboðráðsvalið, gera tað bara fyri pengarnar skyld. Eg trúgvi ikki, at tad er so, í øllum førum ikki hjá teimum flestu, men tad er fyri mær einki løgið, at fólk hugsa so, tí vit hoyra millum litið og einki um, hví valevnini bjóða seg fram. Hetta er stórt spell, tí umboðsráðið hevur prinsipielt stóra ábyrgd og stórt vald.

Tað verður rikið dúgliga til valið í løtuni. Valevni venda sær púra ósmæðin til fólk nær og fjar og biðja um atkvøður til sín ella ein, tey kenna. Bæði maðurin og eg hava fingið fleiri teldupostar og boð á Facebook í hesum sambandi. Fleiri av hesum biðja okkum hava seg í huganum, um vit hava rætt at atkvøda. Eitt valevni hevur higartil ringt til mín og sagt, at viðkomandi stillar upp og fortalt um ætlanir og tankar um uppgávuna. Hini siga púrt einki um, hví vit skulu atkvøða fyri teimum, annað enn tað undirskilta, at tey vilja veljast.

Eg sigi fyri meg, at tað kemur ikki uppá tal at velja eitt valevni, sum ikki sigur mær, hvi viðkomandi stillar upp, hvat hann ella hon ætlar sær at brúka sessin til, hvørjar førleikar, royndir og tankar viðkomandi kann koma við til umboðsráðið og í øðrum lagi eisini nevndina. Til tað er uppgávan alt ov týdningarmikil og álvarslig. Eg vil sum tryggingartakari stutt sagt hava, at valevnini hugsa um meg, heldur enn at eg skal hugsa um tey.

Opnari, men eisini óvissari val
Hetta er fyrsta valið, har allir tryggingartakarar hjá Tryggingarfelagnum Føroyum fáa atkvøðuseðilin sendan, uttan at noyðast at biðja um hann. Hetta ger, at valið er nógv meira opið enn áður. Tað merkir helst eisini, at úrslitið er meira óvist, tí spælireglurnar so at siga eru nýggjar. Tey, sum duga væl at reka, hava góðan kjans at verða vald, við ella uttan at greiða frá sínum dygdum og ætlanum. Av tí at raksturin mest er í ti privata, t.d. við telduposti, sms, telefon og facebook boðum, so vita ymsu valevninini ikki rættiliga, hvat tey eru uppi ímóti.

Vallyftir ynskjast
Tað eru omanfyri 22.000 atkvøður tøkar til hetta valið. Tað er ein sera stórur partur av Føroya fólki, sum kann velja. Flestu hava lítið innlit í, hvat hetta valið snýr seg um og eru ikki serliga motiverað at brúka sína atkvøðu. Eg haldi, at miðlarnir kundu sett valevnunum spurningin, hvat tey vilja arbeiða fyri, um tey verða vald. Tey kundu t.d. øll fingið møguleikan at sagt hetta í stuttum, eitt nú 100 orð skrivliga ella 1 1/2 minuttir í loftmiðlunum. Eisini kundir Tryggingarfelagið bjóðað valevnunum at lagt hesi somu 100 orðini á síðina, har mynd og bústaðarupplýsingar eru um valevnini.

Hetta hevði uttan iva kveikt kjak millum valevnini og við veljararnar aftaná. Tad hevði givið okkum veljarum veruligan møguleika at meta um, hvør er skikkaður at fáa okkara atkvøðu. Annars er vandi fyri, at tey flestu onga meining hava og lata vera við at atkvøða ella lata atkvøðuna til tann fyrsta, sum biðjur um hana.

Hví hevur valið týdning
Umboðsráðið er evsta leiðsla fyri einum ovurstórum aktøri í føroyska fíggjarheiminum. Umboðsráðið velur millum sín limir í nevndina, sum stjórnar TF Holding samtakinum. Nevndin setur stjórnina og setur somuleiðis út í kortið yvirskipaða virksemi í TF Holding. Høvuðsfeløgini í samtakinum eru Tryggingarfelag Føroyar, Betri Pensjón og Eik banki (70%), umframt smærri feløg. Samanlagt hava hesi feløg um 300 starvsfólk í starvi.

Væl løntur sessur

Tað er eingin ivi um, at samsýningin fyri at sita í Umboðsráðnum er góð og fyri at sita í nevndini enn betri. Ábyrgdin og arbeiðsuppgávurnar er (vónandi) samsvarandi samsýningini. Tí er tað ikki meira enn rímiligt, at vit tryggingartakarar og veljarar hoyra og síggja, hvat tit valevni standa fyri.

Annika Sølvará, tryggingartakari