Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Tey sálarsjúku verða altíð gloymd

2013-09-19 21:42

Tey sálarsjúku verða altíð gloymd

Um vit ynskja at konstruera eitt glamourbílæt av okkara psykiatriska øki, sum leggur dent á, at hetta økið altíð hevur eina høga politiska raðfesting, er í útvikling og er tíðarsvarandi og ikki er blivin grivin inn í ein fastlæstan spiral, har alt skal dokumenterast, vigast og málast, so er bert at ásanna, at vit mugu hugsa umaftur.

Eg eri sálarliga sjúkur. Bara tað at skriva ella fortelja hetta til onnur er fyri meg at bróta eitt mark, tí eg eri altíð so bangin fyri, hvussu fólk reagera uppá hetta svarið og tí royni eg við allari mínari megi, at ganga á leistum og ikki gera vart við meg, tí so veit eg við drúgvum royndum, at eingin sær, hoyrir ella merkir meg verða tilstaðar og hendan máta at møta tilveruna, hevur formað meg til ein serligan persón, sum eg vil royna at lýsa við orðum.

Eg havi skizofreni og fái medisin, sum lindrar mítt kaos inni í mínum høvdi, men eg gerist troyttur av Invega, men trúgv mær góði lesari, tú hvørki sær ella hoyrir mínar harðrendu røddir og tá eg gerist troyttur, skal eg nokk fjala meg, tí eg ynski ikki at órógva teg ella, at tú gerst bangin.

<b>Tá tað ringasta ikki er at vera útihýstur</b>

Tú hevur møguliga roynt tað einaferð, tvær ferðir ella fleiri ferðir, at verði tann persónurin, sum aldrin slapp uppí part, tá øll 33 fólkini skuldu sessast við borðið og tað hóast , at stólur nummar 34, stóð tómur við borðendan. Eg havi aldrin vant meg við at kunna rúma tí niðurbrótandi kensluni, sum fevndi seg rundanum meg, hvørja ferð, ein av hesum fólkunum segði við meg, at eg var ikki vælkomin, tí eg hevði einki at bjóða uppá og tískil var tað betur fyri allar partar, um stólurin bara stóð tómur og ikki virkaði sum eitt forstýrandi element.

Hesi avvísandi orðini frá hesum autentisku røddunum, hava fest seg í mítt sterka sinn og tey bera og eggja meg til at hyggja frameftir og geva mær trúnna uppá, at tað eisini er pláss fyri mær í samfelagnum og, at eg eisini gerist ein borgari, sum kann identifisersa seg við býin, fólkið og verða ein partur av býarmyndini. Tað sum mann ikki doyr av, verður man sterkari av, og hvørja ferð orðið ”gevast” doyvir meg, minni eg meg á, at orðið stavað aftanifrá samansett við bókstavum sigur: ”Tú – stendur – annars – við – eini –gávu ”.

Møguliga hugsar tú, at liva við einari slíkari stigmatisering, má verða tað ringasta, eg kann koma út fyri, men her fert tú heilt skeivur. Tí tað er nógv verri og meira skaðiligt fyri mín stoltleika, mítt sjálvsálit, sjálvirði og fyri meg sum persón, at verða boðin inn um dyrnar og fáa ein sess við borðendan, eittans tí, at so hava hesi fólkini góða og reina samvitsku. Men tey tosa ikki við meg, spyrja ikki um míni sjónarmið og tey hyggja ikki eftir mær. Her er eingin autentisk rødd, sum talar til mín og einki smílandi andlit ella viðurkennandi eyga. Eg eri ikki til staðar og eg velji at trúgva tí, so hesi 33 fólkini fáa sálarfrið og eg fái frið.

Ringt er at verða lagdur fyri hatur, ringt er at verða gjørdur til láturs, men tað mest skaðiliga er at blíva ignoreraður.

Hetta kundi verði søgan um meg ella teg, men hetta er ein søga um persónar, sum á ein ella annan hátt hava tilknýti til psykiatriina, og eftursum vit flestøll kenna onkran sálarliga sjúkan persón, so gerast vit eisini ein partur av søguni.

<b>Tá einasta ynski er at kunna savnast</b>

Eg havi havt nógvar samrøður og saman við sálarliga sjúkum fólkum arbeitt við ymiskum ásettum málum, við vón um at menna ymiskar førleikar, so tey gerast meira sjálvhjálpin. Og øll, sum arbeiða innan tað

psykiatriska øki, vita væl, at málsetningarnir, sum eru skrivaðir tí sálarsjúka til frama ofta mugu umjusterast ella heilt broytast, tí knappiliga gevur tað størri meining, at seta fokus á eitt annað stað. Tí líkasum við okkum, hava tey sálarsjúku eitt skiftandi lyndi og skiftandi mál, tey ynskja at stremba og røkka eftur.

Felags fyri øll tey sálarsjúku fólkini eg havi, á ymiskar háttir, havt eitt samstarv við er, at tey ynskja at hava nakað at síggja fram til og at tað er eitt ljós fyri endan á tunnlinum. Ljósið er eitt stað har tey kunnu verða saman við øðrum líkasinnaðum og okkum øðrum, men tankin er, at tey føla seg á heimavølli og áseta normarnar og hava ávirkan á, hvussu reglugerðin á staðnum skal verða og at tey standa fleiri enn 33 fólk og veruliga og sannførandi bjóða okkum øðrum inn. Hetta kallast, sum støðan er nú, fyri tann umvenda verð.

<b>Tey sum eru sum vit</b>

Tey sálarsjúku hava altíð havt mótvind og í tíðarskeiðum hava tey antin verið fólk, sum blivu fjald burtur, um mann so má siga, tí tað var skomm, at verða sálarsjúkur og hava eina so løgna atferð, sum fólk ikki dugdu at tulka ella vildu síggjast saman við.

Eisini hava tey sálarsjúku verið uppfataði sum vandamikil fólk, sum kundu verða ágangandi og hóttandi, uttan at koma við einari nøktandi grundgeving, og ikki vilja átaka sær skuldina fyri brotsgerðunum.

Tey sálarsjúku hava eisini skula bart við tankan um, at verði forfylgt og blivin eksluderadi frá samfelagnum, tí, tað altíd má verða ein minnilutabólkur, sum ikki skal fáa tillutað viðurkenning, so majoriteturin, kann upphevja seg og teirra status, og hava tí skipaða balansuna í samfelagsstrukturinum, sum signalerarar og við megi legaliserar, at summi fólkasløg verða mett sum verðandi meira týdningarmikil enn onnur.

<b>Tá inklusión gerst til eksklutión!</b>

Hvat verður meint við, tá onkur av hesum 33 fólkunum, sleingir runt við orðinum ” inklusión”, so skjótt eitt øki, fær tillutað pening av fíggjarlógini. ! Um nakar trýr, at eitt økið, verður inkluderað við restina av samfelagnum, um peningur verður játtaður, so er hetta er fullkomuliga burturvið, tí pengarnir er bara tann berandi platformurin, fyri teimum rammum og tí hugsjónini, eitt økið skal virka undir. Og tað er úti á arbeiðsplássunum og øðrum støðm, har fólk kunnu savnast at, reglugerðin og mentanin verður skapt og andin gevur plássinum lív.

Um hetta eru teir skrivligu og munnligu normarnar og berandi hugsjón, sum vit vilja stremba at virka eftur er eingin vón fyri framman. Tí um hugburðurin er, at peningur í sjálvum sær er málið og loysnin, so er tað betur, um tey sálarligu sjúku ikki fáa játta pening til eitt Fountain hús, tí eingin, sum hevur tørv á stuðli til eitt átak vil hava pening, bara so mótparturin far frið, men tey ynskja, at fáa vátta peningin, um tann gevandi veruliga ynskir at hjálpa, sær eina meining við projektinum.

Tey sálarliga sjúku verða ikki, als ikki, inkluderadi í okkara samfelag, uttan so, at tey eisini fáa eitt stað, sum er staðkent fyri, at tað staðið er teirra og at staðið berur eyðkenni fyri, at tey, hvør sær, fáa ment teirra sosialu førleikar við at verða sosialt inkluderaði í arbeiðinum, har málsetningurin og fokus ikki er; hvat tey ikki megna, men hvat tey megna og hvat tey megna at gera saman. Hetta snýr seg um, at menna umsorgan, tolsemi og samstarsevnini, so øll fáa tillutað ein leiklut og eina ábyrgd og harvið skapa eina rørslu og felagsskap við trivnaði, útvikling, ágrýtni, lívsgleði og trúnna uppá lívið.

<b>Tá Recovery og Flow bara eru orð</b>

Hugtakið er komplekst at arbeiða við og tað ber sjálvsagt ikki til, at mála ella seta fólk í kassar, fyri at koma fram til nøktandi úrslit, tí fólk arbeiða individuelt við hugtakinum í arbeiðinum og hava ymsar uppfatanir at,

hvat tað vil siga at koma seg. Lat ongan verða í iva um, at um so er, at tankin er, at tey sálarsjúku, eisini skulu gerast ein partur av teimum fólkunum, sum skulu hava møguleika ella fáa tilboð um, at styrkja teirra persónligu og sosialu førleikar, so krevur tað eisini, at vit tora at møta teimum og veruliga lurta eftur teimum siga frá, hvønn tørv tey hava og hvørjari støðu tey standa í beint nú. Vilja vit ikki tað, so kunnu vit líka so væl erstatta orðið ”recovery” við ”no-covery”.

Vilja vit so eisini gera álvara av, at tey sálarliga sjúku fáa møguleika fyri at skapa ein samanseting ímillum, skapandi og nýskapandi avbjóðingar og teirra førleikar, so krevur tað, at tey gerast involveraði í einum aktiviteti og fáa succes-upplivilsir, tí annars er Flow-hugtakið einki vert.

<b>Tá trivnadur gerst til mistrivnada</b>

At trívast ella at merkja trívnaða, gevur tí einkulta menniskjanum eitt mentalt yviskot og mót uppá at møta og taka upp nýggjar avbjóðingar. Ein máti at arbeiða við hugtakinum og kunna vurdera, um og kunna konkludera eina støðutakan útfrá, um ein persónur ella ein bólkur av fólki trívast, kann gerast við at skoða sjónarmiðið um trivnaða við at arbeiða útfrá hesu fýra punktunum.

1. Hvussu er tann persónliga støðan hjá tí einkulta menniskjanum.

2. Fokus uppá tey krøv og mál persónurin hevur ásett sær, og hvørji av hesum málum eru gjøgnumførd.

3. Samarbeiði og tær relatiónir, persónurin fær skapt við at gerast involveraður og fáa tillutað eina ábyrgd í sínum umhvørvi og í tí almenna rúminum.

4. Ein sosiologiskur máti at skoða trivnað uppá, gerst við at kanna, hvørjar møguleikar hesin persónurin ella bólkurin hevur í samfelagnum, til at kunna menna seg fakliga og hvørji tilboð annars fyriliggja, so tey, kunnu møtast í tí almenna rúminum.

Mest nærliggjandi er tað sjálvsagt, um tú kanst identifisera teg við øll hesi punktini, og kanst seta orð á upplivingar og avbjóðingar tú møtir hvønn dag. Tey flestu av okkum taka hetta fyri givið, tí við at hava ein leiklut og áhugamál innan ymisk øki í samfelagnum, hava vit fingið implementera við egnari hjálp, men eisini blíva vit biðin og lokkaði til at gerast virkin av ítróttarfeløgum, verða við í sangkóri, gerast skóti og so framvegis.

Ikki sagt, at nøkur sálarsjúk ikki integrera seg í ymiskum tilboðum, býurin og landið hevur at bjóða uppá, men tey flestu velja at trekkja seg, tí tey ynskja bara at fáa teirra egna stað, sum tey kunnu identifisera seg við og tað er alt.

Lukkutíð hava vit í okkara landi sannar eldsálir, sum arbeiða í teirra frítíð ókeypis og sum leggja sera stóra orku í at samla pening saman til, at tey sálarsjúku kunnu fáa eitt hús og hesar eldsálir skulu verða okkara fyrmyndir og fyrimyndirnar hjá okkara 33 tingfólkum, og vit skulu ganga í teirra fótasporum og stuðla teimum, tí um vit vilja og inniliga og so hjartaliga ynskja tað, so vit fáa eitt samfelag, har vit bjóða teimum og ynskja teimum vælkomin.