Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Tey mentaðu og samfelagið

2020-09-03 07:24

Herfyri legði eg ein post á ein bólk á Facebook, har eg segði meg vera ovfarnan yvir at finna út av, hvussu nógv marxistiskt/utopiskt tilfar er partur av universitetútbúgvingini hjá teimum, sum nema sær útbúgving innan humaniora/sosialvísindi. Endaði við at siga, at tað er mín vón, at professararnir á Fróðskaparsetrinum ikki forgifta okkara ungdóm við slíkum tilfari.

Sjálvandi vóru fólk ikki blíð og vístu mínum pástandi aftur, samstundis at tey viðurkendu, at teirra undirvísing var stúgvandi full av ideologiskum tilfari. Næmingarnir verða lærdir, hvat teir skulu hugsa, heldur enn hvussu man hugsar.

Tað er hugstoytt at uppdaga, at okkara universitet er eisini fongt av beinhørðum ideologiskum professarum. Tað er bara ikki so lætt fyri vanlig fólk at síggja og at seta orð á. Man veit okkurt er ruskandi galið, men tað er so ringt at útrykkja.

Í viðmerkingum skrivar ein ung lesandi kvinna, Birita, at hon helt hetta var ein órímiligur kritikkur og at tey lesa eisini ymiskt annað. Tað fekk meg at hugsa at eg má heldur royna at leggja míni sjónarmið fram so greitt og innarliga sum um eg skrivaði til mín besta vin, Ragnar.

Tey sóu reytt

George Orwell segði, at summi hugskot eru so býtt, at bara ein intellektuellur persónur kann trúgva teimum. Tí einki vanligt menniskja kann. Søgan um tey intellektuellu í tjúgundu øld er serdeilis ræðandi á hesum øki.

Næstan allir hópdrepandi diktatorar í tjúgundi øld høvdu sínar intellektuellu fjepparar, ikki bara í sínum egna landi, men eisini demokratiskum londum, har fólk kundu siga hvat tey høvdu hug til. Lenin, Stalin, Mao og Hitler høvdu allir viðhaldsfólk og fólk, sum forsvaraðu teir kring allan vesturheimin. Hetta, hóast teir drupu fleirfalt tað av sínum egnu landsmonnum og kvinnum enn stýrið, ið var undan teimum.

Í Føroyum var hetta rák eisini galdandi. Páll Holm Johannesen lýsir tann føroyska vinstravongin í bókini Tey sóu reytt.

Ein skuldi trúð at við fallinum av kommunismuni seinast í 80’unum var tað endaliga staðfest, at marxisma var deyð og jarðað. Men tað er ikki rætt. Hóast hon forsvann á tí politiska frontinum, so heldur hon áfram at liva alla staðni, har hugskot sleppa undan at standa sína roynd í veruleikanum, og hetta inkluderar akademia.

At vera ein vísindakvinna

At vera ein vísindakvinna er at fáa ástøði og veruleikan at passa saman. Um veruleikin ikki passar, so má ástøðið geva seg og ikki umvent. Ein vísindakvinna eigur altíð at vera neutral og at leggja kenslurnar til síðis, tí strembanin eftir úrslitinum eigur ikki at vera ávirkað av, hvat ein sjálv heldur er tað rætta ella skeiva úrslitið. Óansæð hvussu nógv úrslitið kann stoyta okkara kenslur, so eigur vit at góðtaka tað.

Frálíka miniserian Chernobyl, sum í veruleikanum er ein kraftigur kritikkur av sosialismuni, lýsir tað væl í seinasta monologinum í seriuni:

Tey mentaðu/intellektuellu og samfelagið

Í einum og hvørjum samfelagi kunnu vit í breiðum drøgum síggja tveir bólkar; tey, sum stýra, og tey, sum vera stýrd. Tey, sum stýra, eru ein lítil bólkur í mun til tey, sum verða stýrd.

Tey, sum stýra, kunnu aftur deilast í tveir bólkar; ein lítlan, samansettur av teimum, sum hava veruligt politiskt vald, og so ein stóran bólk, sum ikki hevur vald, men í stóran mun myndar tað dagliga samfelagið. Hóast tey ikki altíð eru líka sjónlig, so hava tey sera nógva ávirkan og eru í mangar mátar drívkraftin aftanfyri skapanina av almennu hugsanini í samfelagnum.

Í dagligari talu er hesin bólkur oftani umtalaður millum fólk sum “tey mentaðu”, “akademikararnir” ella eitt triðja, uttan at tað verður nágreinað hvør tað er, tað meinast við.

Heitið intelligensia verur ofta brúkt í hesum samanhanginum. Meðan intellektuell eru tey, ið arbeiða við at framleiða hugskot, so er intelligensia ein størri bólkur, sum er íroknaður lærarar, journalistar, sosialar aktivistar og politiskar lobbyistar. Tey intellektuellu teljast eisini sum partur av hesum bólki.

Orðið “intellektuellur” merkir sambært Sprotanum vitugur, vitborin, mentaður, hugsandi; andligur. Í bókmentum verður orðið intellektuellur oftani brúkt, og tað hjálpir eisini okkum at koma nærri inn á, hvønn vit meira við, tí uttan mun til tíð og stað og vísir tað seg at hesir bólkar eru til í einum og hvørjum samfelagi. Síðan prentpressan bleiv uppfunnin í 1440 og serliga seinastu tvey hundrað árini er mongdin av hesum fólkum vaksin sera nógv, tí ongantíð hevur tað verið lættari at fáa útbreitt síni hugskot.

Evni at fata og viðgera fjøltáttað hugskot er nokk til at lýsa ein intellektuellan persón, men tað er ikki einsbetýðandi við, at viðkomandi er intelligent/ur, tí tað inniber dømikraft og umhugsni at seta teir røttu spurningarnar til øll uppáhald. Intelligensur minus dømikraft er intellekt.

Vísdómur er tann mest sjáldsami eginleikin hjá menniskjum. Vísdómur er samanrenningin av intellekti, vitan, royndum og dømikraft, nýtt á ein hátt, ið gevur eina samanhangandi meining.

Í hesum samanhanginum meinast “intellektuell” við fólk, hvørs arbeiði byrjar og endar við hugskotum. Tað er eitt starvsheiti, sum einki avdúkar um mentala kapasitetin hjá viðkomandi. Ein bioanalytikari, skipari ella talvmeistari kunnu hava sama ella hægri mentalar førleikar, men roknast ikki sum intellektuell í hesum sambandinum, tí teirra arbeiði endar við einum úrsliti, sum kann eftirkannast, vigast og váttast eftir einum ávísum støði.

Úrsliti av arbeiðinum hjá einum intellektuellum verður mett av, hvat konsensus er hjá hansara javnlíkum.

Um ein verkfrøðingur fær álagt at byggja eina brúgv, men brúgvin brotnar eftir at vera tikin í brúk, so er tað eyðsæð at viðkomandi hevur ikki gjørt eitt gott arbeiði.

Tá ið KvF-journalistanir, búskaparfrøðinganir á Setrinum og kjarnan í Tjóðveldi annars meta at teirra fiskivinnunýskipan er tann rætta, so tosa vit sera nógv um ein intellektuellan konsensus.

Intellektuell eru tey, sum hava bæði tað skrivaða og tað talaða orðið í síni magt. Tað er teirra stóra styrki, tey hava betri og fínari retorikk enn tey allarflestu. Eitt annað, sum eyðkennir tey, er at tey eru leys frá beinleiðis ábyrgd, og at tey rinda ongan prís fyri at hava skeivt.

Tann fríi marknaðurin ger tey intellektellu sera firtin, tí hann ger tey til vánaligar og óneyðugar dupultfunktiónir, ella sum sagt við orðunum hjá Peter Saunders: ”Ongin planlegði tað globala kapitalistiska systemið, eingin stýrir tí og ongin hevur fult skil fyri tíð. Hetta irriterar tey intellektuellu, tí kapitalisma ger tey óneyðug. Hon riggar eins væl uttan tey.”

Søgan um tey intellektuellu og fólkið gongur langt aftur. Fyrr í tíðindi kendu føroyingar tað undir heitinum embætistættin, tey lærdu, prestar, lærarar og onnur. Áðrenn skúlar gjørdust vanligir, vóru flestu føroyingar ikki førir fyri at lesa. Bæði í kirkju og skúla vórðu vit konfronterað við fremmandamál, tí hevur hetta verið sjónligt í føroyum. Hetta gav teimum ein serstakliga stóran fyrimun.

Søgan vísir, at tað er altíð hesin bólkur av fólki, sum stuðlar sentralkontrolli. Tað eru júst tey, sum marknaðurin næstan ikki eftirspyr, sum vilja hava valdið at liggja á einum sentralum staði.

Eitt av fleiri sereyðkenninum hjá hesum fólkum er, at tey einki skapa av virði og onga virðisøking til landið, men eru full av vreiði inn á tey, sum skapa virðir.

Nógv er broytt, og mørkini ímillum, hvar hvør er í einum samfelagi við sosialum mobiliteti er ikki líka sjónligt fyri øllum. Og tó, um tú vilt byrja at leita og vita hvørji tey intellektuellu eru, og teirra konsensus, so er streymurin av fólki, sum fer ígjøgnum Kringvarp Føroya eitt gott stað at byrja.

Tey intellektuellu broytast eisini líðandi yvir tíð, soleiðis sum konsensus broytist. Setningurin: “Soleiðis hugsaði man tá” rakar tað væl. Oftani hendir tað í sambandi við, at nýggj ástøði koma fram.

Millum annað kunnu vit nevna at verkini hjá Karl Marx (Das Kapital), John Manyard Keynes (The General Theory of Employment, Interest and Money) og Charles Darwin (On the Origin of Species) sum hava myndað hugsanina hjá teimum intellektuellu sera nógv seinastu gott hundrað árini.

Hóast ástøðið hjá Darwin var í sær sjálvum bara eygleiðingar og náttúvísindi, so var tað skjótt at ástøðið fekk fylgjur á samfelagsligum stigi. Í 1870 var tað breitt accepterað millum tey intellektuellu, at menningarlæran er røtt.

Systkinabarn Darwin, Francis Galton, er ein av teimum fyrstu, sum setur í gongd eina tilgongd fyri tey intellektuellu viðvíkjandi ættarrøkt (genetisk determinisma). Hetta gjørdi hann, tá ið hann útgav bókina “Hereditary Genius” í 1859. Og so var “vísindaliga” rættvísgerðin av rasurøkt veruleiki.

Av teimum mongu, sum tóku undir við rasurøkt var kendi búskaparfrøðingurin John Maynard Keynes, ið ein av stovnarunum av Cambridge Eugenics Society.

Tjúgunda øld vísir okkum eina áhugaverda mynd av, hvussu konsensus kann kúvenda. Í byrjanini av 20. øld virkaði fyri man ættarrøkt og rasuskilnaði fyri at skapa eitt “gott samfelag”. Man meinti at raça og intelligensur vóru óloysiliga samantengd, altso at munir, vit síggja ímillum ymiskar bólkar av fólki, er íborin og óbroytulig. Hetta var grundarlagið fyri lógum um ófrívilliga sterilisering og avmarkingar hjá tilflytarum at koma til Amerika. Og seinni verður sama grundarlag brúkt, ið rættvísger gasskømurini hjá National-sosialistunum í Týsklandi. Hetta tvingaði tey intellektuellu at grundleggjandi umhusgsa sína heimsmynd.

Hetta vil siga, at antisemitisma var púra vanlig, ikki bara í Týsklandi, men um allan Vesturheimin.

Síðan broyttist hugburðurin sera nógv. Ein kann siga, at tær hugsanir, sum vóru dominerandi í byrjanini av tjúgundu øld, vóru beint mótsett teimum í seinna partinum av øldini.

Staðfestingin av, at rákið fór at skifta, kom m.a. við bókini hjá Gunnar Myrdal frá 1944, ”An American Dilemma: The Negro Problem and Modern Democracy”, har hann viðger sambandið millum hvít og svørt í Amerika.

Gunnar Myrdal vísti á mongu gløðandi dømini um rasismu, serliga í lógum í amerikonsku suðurstatunum, samanborið við rættindi, ið annars vóru staðfest í Grundlógini. Niðurstøðan millum intellegensia var, at sosialir og fíggjarligir munir millum svørt og hvít vóru nakað, sum var einsamalt ein trupulleiki inni í høvdunum á hvítum fólkum. Samfelagið hevði skuldina.

Útfallið av hesum varð, at hugsanin um rættvísi broyttist fullkomiliga. Allir ójavnar í samfelagnum vóru nú sæddir at vera avleiðing av diskriminering. Tað er í teimum nógv lovprísaðu trýssunum og frameftir, at politiskir reformar/broytingar verða gjørdar, sum botna í hesi hugsan. Úrslitið av hesum hevur havt negativa ávirkan kring allan vesturheimin.

Næstan beinanvegin verður ein alda av hjúnarskilnaðum, og kriminaliteturin tók at vaksa aftur, serliga orsakað av, at nógv fleiri dreingir vórðu uppdrignir uttan ein pápa í heiminum. Serliga hevur tað verið torført fyri svørtu familjuna í Amerika, sum konstant hevur verið sett í ein offurleiklut av politikarum, sum geva seg út at vera frelsandi einglar, men har empirisk fakta hava víst, at øll møgulig politisk átøk hava sjáldan gjørt støðuna betri.

Tann litta familjan í Amerika yvirlivdi áratíggju av trælahaldi og grova diskriminering ígjøgnum “Jim Crow”-lógir, men fór fullkomuliga í upploysn, eftir at vælferðarstaturin bleiv víðkaður í 60’unum.

Um hetta mundið byrjar eisini tað multikulturella tíðarskeiðið, sum vit kenna alt for væl í dag. Hendan visiónin gongur út uppá at allir kulturar eru líka, og síggja vit nakrir ólíkar, nakrar ójavnvágir, millum tveir bólkar, so er tað samfelagið, sum hevur skuldina. Við øðrum orðum: Lág inntøka, høgur kriminalitetur, vánalig familjuviðurskifti o.a hevur einki við kulturin sjálvan at gera, men er ein avleiðing av tí órættvísa samfelagnum.

Síðani tá hava herferðirnar fyri sosialum rættvísi verið høvuðspolitikkur í øllum vesturlendskum londum.

Tá ið politikkur skal smíðast til frama fyri einum betri samfelaga eru tað tíverri alt ov fá, sum spyrja teir upplagdu spurningarnar: Hvørjir eru munirnir millum ymisku bólkarnar í samfelagnum? Kann tað hava nakað við atburð og val at gera? Landafrøði, mentan v.m.? Tað eru óteljandi faktorar, sum kunnu hava ávirkan.

Tað er sjálsamt at politikarar hava áhuga í at kanna, hvørjar avleiðingar teirra politikkur hevur. Tá koma vit mangan at síggja fruktirnar av intellektuellum konsensusi, har hálvbakað hugskot vera slept út í samfelagið.

Seinastu árini, meðan tíðirnar hava verið góðar, hava nógv størv verið framleidd innan tað almenna fyri at hýsa fleiri, sum marknaðurin ikki eftirspyr. Natúrliga er tað almenna eisini ein stórframleiðari frá skúlans síðu. Ein kann undra seg yvir, um tað er neyðugt at útbúgva hópin av løgfrøðingum, búskaparfrøðingum og samfelagsgreinum sum politikk og umsiting og sosialvísindum og samfelagsplanlegging? Er tað ikki bara er ein tryggur máti hjá statinum at endurskapa seg sjálvan, fyri at skapa sín egna eftirspurning?

Grundarlagið hjá feminismu

Lat okkum taka eitt dømi: Feminismu.

Øll, sum kenna til akademia, vita, at hon fostrar eina ideologiskan kultur, sum er fíggindasinnaður mótvegis kritikki. Seint í trýssunum og fyrst í hálvfjerðsunum var stórur partur av teimun intellektuellu vorðin radikal. Marxisman var tað rætta. Avleiðingin var ein nýggj alda av feminismu. Tað “slagið” av feminismu verður ofta kallað “javnstøðufeminisma” ella “kynsfeminisma”.

Hendan feminisma trýr, at burtursæð frá kynsgøgnum, so eru kynini eins. Konufólk liva undir einum mannfólkaveldi, har nýføðingar eru føddir bi-sexuellir og síðan formaðir av sosialum normum til at vera konufólk ella mannfólk. Snøgt sagt alt kann avleiðast frá sosialum normum millum menniskjur. Sæð frá einum vinkli, har man spyr, hvussu nógv menniskjað er myndað av tí viðfødda (genetiska), og hvussu nógv vit eru myndað av umhvørvinum, vit eru voksin upp í, so er feminisma fult og heilt í tí endanum, ið sigur, at umhvørvi er alt.

Tað er eyðsæð at feminisman kemur í óendaliga nógvar tvístøður, tí at ástøði og veruleiki passa bara ikki saman. Feminisman hevur burturvíst biologi og sálarfrøði í áratíggjur, tí ástøðið hjá feminismuni samsvarar ikki við við úrslitini hjá teimum, sum kanna menniskjað við vísindaligum metodum. Óttin fyri at viðurkenna, at t.d kvinna og maður eru ólíka orsakað av evolutiónini hjá menniskjanum fær alla feminismuna at detta sundur, og so er ideologiska herferðin slutt.

Tíbetur er tað nakað, sum týðir uppá, at hetta slagið av feminismu fer at detta heilt burtur í 20’unum. Tað eru lekar alla staðni í ástøðinum.

Vísindin er samanhangandi. “Alisfrøðin hvílir á støddfrøðina, evnafrøðin á alisfrøði, lívfrøði á evnafrøði og í prinsippinum sosialvísindi á biologi”, skrivaði Robert Trivers.

Tí eigur tað at vera ein spennandi tíð fyri framman. Kanska líka spennandi sum byrjanin av 19’andu øld, tá ið alisfrøðingar v.m. gjørdu eitt gjøgnumbrot fyri og annað eftir.

Trivers heldur tó fram við at siga “Tó, lærugrein eftir lærugrein frá búskaparfrøði til mannaføði er ein sterk mótstøða ímóti at viðurkenna lívfrøðina sum undirliggjandi veruleika. Og hetta við vanlukkuligum fylgjum.”

Um professararnir á Fróðskaparsetrinum eru av tí slagnum, sum forgifta okkara ungu spírar við sosialkonstruktivismu og keynesianskari búskaparlæru veit eg ikki. Men um so er, so er betri at vit senda pengarnar yvir til náttúruvísindaligu fakini, har hugskot vera útsett fyri veruleikanum.

Keldur

Sowell, Thomas (2012): Intellectuals and Society.
Schumpeter, Joseph (1942): “The Sociology of The Intellectual”. Capitalism, socialism and democracy.
Pinker, Steven (2002): The Blank Slate.
Murray, Charles (2020): Human Diversity.
Johannessen, Páll Holm (2011): Tey sóu reytt.