Eg eri føddur og uppvaksin í Havn. Foreldur míni vóru Bergfríða og Hans Thomsen. Eg havi gingið í Tórshavnar Kommunuskúla, verið samfelags-málsligur studentur í Hoydølum og havi nomið mær tónlistarliga útbúgving við Rytmisk Musikkonservatorium í Keypmannahavn við diplomi í gittarspæli. Eg havi arbeitt sum tónleikalærari í Danmark og Føroyum, og í løtuni arbeiði eg sum teknikkari í Kringvarpinum og sum sjálvsstøðugur tónleikari. Eg livi saman við damuni Anniku og 11 ára gomlu Følv. Vit búgva í miðbýnum í Havn. 19 ára gamli sonur okkara, Hans Andrias, er farin niður til Århus at lesa HF.

Eg fokuseri á miðbýin, mentan, list, útbúgving, bústaðir og vinnulív.

Vónandi hugsar tú um meg í atkvøðuboksini tann 13. novembur. Alt tad besta! :-)

Tey eldru og børnini politisk skálkaskjól

2012-12-08 19:10

Tá ið Boðanesheimið skuldi byggjast, átti kommunan ongar pengar til hetta. Tí gjørdi kommunan av at hækka kommunuskattin við 1 prosenti í 3 ár, úr 20,75 upp í 21,75%. Tá 1 skattaprosent gevur 30 milliónir árliga, gav hetta sostatt eina inntøku á 90 milliónir krónur, sum var prísurin hjá kommununi fyri Boðanesheimið. Samlaði prísurin var 130 milliónir, og landið fíggjaði restina.

Skatturin skuldi lækka aftur
Politikkarar lovaðu at lækka skattin aftur, tá ið Boðanesheimið var goldið. Men hetta sær kortini út til at verða av ongum, tí nú skulu familjurnar hava øktan barnafrádrátt. Ætlanin er nu at lata vera við at lækka skattin aftur til tað, sum hann var - men bert lækka hann eitt hálvt prosent, tí kommunan sigur seg skula hava ráð til at geva familjunum øktan barnafrádrátt. Tað vil siga, at vit faktiskt fáa eina varandi skattahækking uppá eitt hálvt prosent í mun til áðrenn, Boðanesheimið varð bygt.

Hví hevði kommunan ongar pengar?
Orsøkin til, at fígging ikki var tøk til Boðanesheimið man ju vera, at kommunan hevði brúkt pengarnar til ymiskt annað. T.d. brúkti kommunan 59 milliónir til høllina Fimi uppi i Gundadali. Hetta er tveir triðingar av tí, sum kommunan rindar fyri Boðanesheimið. Hevði kommunan ikki brúkt hesar pengar til Fimi, hevði kommunan havt ráð til at bygt Boðanesheimið - útreiðslur eru utreiðslur. Grundin til, at eg samanberi hesar bygningar, er at eg haldi, tað er umráðandi, at vit raðfesta rætt - at vit fyrst fáa eitt røktarheim, áðrenn vit fáa fleiri flottar itróttarfasilitetir. Um nøkunlunda somu tíð fingu vit annars eisini rennibreyt (40 milliónir) og Dansifrøi (14 milliónir)

Kommunan spælir uppá samvitskuna hjá fólki
Tað er so lætt at fáa borgarar at góðtaka eina skattahækking, tá ið tað snýr seg um "bleyt virði", so sum tey eldru og børnini. Men faktum er, at tað eru minst líka so nógv allar aðrar útreiðslur, sum gera, at kommunan noyðist at hækka skattin. At siga, at tey eldru og børnini skulu vera grund til, at vit noyðast at gjalda meiri í skatti, haldi eg vera skeivt. Tí vit eiga sum kommuna fyrst og fremst at hava ráð til tey eldru og børnini, ádrenn vit brúka pengar til annað.

Alt hitt kostar jú eisini
Skamt áðrenn kommunuvalið varð fíggjarlógin hjá Tórshavnar Kommunu fyri 2013 samtykt. Í hesi fíggjarætlan eru t.d. 10 milliónir settar av til Tórsvøll og 5 milliónir til golfvøll - tilsamans 15 milliónir krónur. Hetta svarar júst til eitt hálvt skattaprosent. Hetta eru útreiðslur, sum eru yvir fleiri ár - Tórsvøllur fær 35 milliónir, og golfvøllurin fær 1 millión fyri hvørt holið - eg haldi, har eru 18 av slagnum. Um man t.d. lat vera við at hava hesar útreiðslurnar, so hevði man havt ráð til at lækka skattin aftur til tað, hann upprunaliga var - og familjurnar kundu framvegis fingið sín barnafrádrátt. Ítróttarfasilitetir hava sum heild verið ein sera tungur og áhaldandi útreiðslupostur hjá havnarfólki. Hetta hevur verðið marknaðarført sum átøk til frama fyri "betri trivnað". Men tá ið man hugsar um tað, so er alt jú trivnaður, eisini røktarheim og barnafrádráttur.

Læntir fjaðrar
Kommunan hevur fyrr manglað pengar og hevur tikið lán uppá 140 milliónir til at fíggja ymsar íløgur. Hetta gevur í løtuni eina útreiðslu á 25 milliónir i lánsgjaldi um árið til bankarnar, sum er næstan eitt heilt skattaprosent. Rentuútreiðslur er vinningur til bankarnar og skapar hvørki nakran vøkstur ella trivnað í kommununi. Sjálvt um hetta "bert" er ein fjórðingur ella so av einari álíkning, hevur hetta altso við sær eitt økt skattatrýst.

Tu betalir
Hvussu nógv kostar hetta einum borgara? Vit kunnu seta eitt einfalt roknistykki upp. Um tú tjenar 300.000 krónur um árið, er 1 prosent av hesum 3000 krónur. Tú hevur altso samanlagt goldið 9000 krónur fyri Boðanesheimið. Um tað er eitt húsarhald við tveimum inntøkum, hevur húsarhaldið goldið tað dupulta, altso 18.000 krónur. Legg merki til, at hetta er ein eyka útreiðsla hjá tær, eftirsum skatturin jú varð hækkaður til endamálið. Tað, at Tórsvøllur og golfvøllur skulu hava 15 milliónir, kostar tær altso 1500 krónur um árid. Øktur barnafrádráttur kostar tær 1500 krónur um árið.

Glíðibreyt
Tað er óheppið at hækka skattin, tá ið kommunan skal gera iløgur sum eitt nú í Boðanesheimið - hóast onkur kanska vil vera við, at tað simpilthen er so skidismart. Tað ræður hinvegin heldur um at raðfesta rætt innan teir íløgukarmar, sum eru. Tað skulu og mugu politikkararnir duga. Og ein kommunalur golfvøllur er altso ikki tað fyrsta, sum eg haldi eigur at standa á eini fíggjarlóg. Tað er nógv annað meiri átrokandi, sum hesin býurin manglar - t.d. ein nøkunlunda borðbæran miðbý, betri bústaðarviðurskifti, betri karmar til mentan, betri parkeringsviðurskifti - og listin heldur fram. Tá Heðin sigur "vit fremja úrslit", kann man so spyrja, um tað eru tey røttu úrslitini, hann sigur seg fremja. Ikki tí, tað er stuttligt at spæla golf - men vit hava bara ikki ráð til alt í senn.

Sosialpolitikkur?
Summar familjur sita fyri vist tungt í tí fíggjarliga. Men tað er ikki vist, at ein barnafrádráttur er ein røtt sosialpolitisk avgerð, serliga tá hesin ikki er inntøkureguleraður - tí tað finnast jú ríkar familjur, sum als ikki hava brúk fyri hesum frádrátti. Hinvegin eru fleiri fólk, serliga eftir 1. Januar, tá ið forsorgarlógin verður broytt, nógv verri fyri enn barnafamiljur. Hesi fólk fáa onki. Annika Olsen var gott nokk úti og segði, at tey fáa nakrar hundraðlepar afturat - men tað er onki afturímóti, hvat tey koma at missa við lógarbroytingini.  

Tá ið man tekur sosialpolitiskar avgerðir er neyðugt, at man ger tað har, tað gevur meining, og har, tað hevur eina veruliga effekt, soleiðis at hesar avgerðir koma at bøta um livikorini hjá teimum borgarum í kommununi, sum eru verst fyri.

Við einfaldari, rættari raðfesting slepst undan at hækka skattin. Men nú fáa vit at siggja, hvussu býráðið fer at raðfesta hesi næstu 4 árini - tað verður spennandi. Vónandi verður tað ikki óneyðugt dýrari. Men eg eri skeptiskur.

vinarliga,
Leivur Thomsen