Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Tey 17 heimsmálini

2019-08-19 09:24

Í 2017 samtykti løgtingið at heita á landsstýrið, at arbeiða fyri at fremja málini í ST-samtyktini 2030 Agenda for Sustainable Development - stytt SDG , og sum á føroyskum hava fingið heitið “Tey 17 heimsmá lini. ” Hetta er stevnuskrá fyri burðardyggari menning í heiminum – eitt universalt stavnhald, og inniheldur hon 17 høvuðsmál, sum skulu fremjast í tiðarskeiðnum 2015-2030. Málini seta greiða k ó s fram ím ó ti burðardyggari menning til gagns fyri bæði menniskju og náttúru. Endamálið er, at hvø rt land s ær fremur málini við útgangsstøði í egnum veruleika og raðfestingum.

Í røða, sum løgmaður Aksel V. Johannesen, løgmaður, helt á ráðstevnu í Norðurlandahúsinum um heimsmálini hjá ST, legð i hann dent á týdningin av, at vit í Føroyum megna at gera heimsmálini til eitt f ó lksligt átak, har øll gera sítt til at røkka teimum, tí annars er vandi fyri, at hetta bert gerst hø gtflúgvandi visj ónstos, sum ofta endar sum mjørkatos hjá vanliga borgaranum.

Vit hava fleiri dømi um, at f ólkið hevur tikið heimsmálini til sí n, serliga tá ið talan er um náttúruna. Her eru n ógv f ólkslig átøk sett í verk, m.a. “Rudda Føroyar” og “4 plastik um dagin.” Men tað er eisini týdningarmikið við politiskum átøkum, tí ójavni, arbeið sloysi, veðurlagsbroytingar, náttúrudálking og misjavna atgongdin til náttúrutilfeingi ávirka ikki bert okkum í Føroyum, men allan heimin.

Heimsmálini og javnaðarpolitikkur ganga hond í hond.

Í hesum valskeiðinum eru eisini politisk átøk gjø rd, ið eru í tráð við heimsmálini. Eitt av høvuðsendamálunum við fiskivinnunýskipanini er at skapa eina burðardygga fiskivinnu, og átøk eru gjørd fyri at seta ferð á grøna orkuskiftið. Saman við samgonguflokkunum hevur Javnaðarflokkurin framt fleiri átøk, sum hava gjø rt tað munandi lættari hjá lá gløntum í Føroyum. M .a. hava pensj ónistar fingið størri útgjald, og familjuískoytið er vorðið veruleiki. Men enn eru vit ikki komin á má l. Tað eru tíverri f ólk í okkara ríka landi, sum ikki fá a endarnar at røkka saman.

Tí vil Javnaðarflokkurin enn eina ferð geva lá gløntum eina skattaminking á 8000 kr ó nur árliga. Og tí vilja vit veita ein arbeið sfrádrá tt á 30.000 kr ónur til pensjonistar, sum verða m ótroknaðir ov hart undir verandi skipan. Hetta eru serliga tey, sum hava eina inntøku millum 60.000 og 130.000 kr ónur um árið við síð una av f ólkapensj ón og Samhaldsfasta. Og fyri at minka um gj ónna millum tey, ið bert hava f ólkapensj ón og Samhaldsfasta at liva av, og tey, ið hava eginuppsparing, vilja vit hækka viðb ótina við 800 kr ónum.

Í komandi valskeiði skal nýggj náttúruverndarl óg og margfeldisl óg setast í gildi, eins og tilbúgvingin í mun til dá lking á landi og sj ógvi skal styrkjast.

Sigfríður Símunarson Sólsker, valevni fyri Javnaðarflokkin